Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. apríl 1992 Nr. 37
Kunngerð um merking av vørum til útflutnings, sum broytt við kunngerð nr. 57 frá 26. mars 1993
Við heimild í §§ 23, 24 og 41 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 1) Fiskavirki, ið framleiðir ella pakkar fisk og fiskaúrdráttir (krabbadýr og lindýr íroknað) til…
1) Fiskavirki, ið framleiðir ella pakkar fisk og fiskaúrdráttir (krabbadýr og lindýr íroknað) til útflutnings, skal merkja hesar vørur við løggildingarnummarinum hjá virkinum, framleiðslu- ella pakkidegnum, upprunalandinum og fiskaslagnum. Upplýsingarnar skulu vera á pakkitilfarinum, á sjálvari vøruni ella á einum viðfestum seðli. Stk. 2. Alifiskur, ið verður útfluttur, skal umframt ásetingarnar í stk. 1 merkjast við skrásetingarnummarinum hjá alibrúkinum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan veitir. Stk. 3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera nærri reglur um merkingina sambært stk. 1 og 2.
§ 2 Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann í eitt ár eftir at kunngerðin kemur í gildi gera undantak frá ásetingunum í § 1.
§ 3 Brot á hesa kunngerð verða sambært § 51, stk. 2 í løgtingslóg um matvørur v.m. revsað við bót…
Brot á hesa kunngerð verða sambært § 51, stk. 2 í løgtingslóg um matvørur v.m. revsað við bót ella hefti.
§ 4 Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992
Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992. 1) Broytt við kunngerð nr. 57 frá 26. mars 1993.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.