Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. mars 2022 Nr. 34
Kunngerð um skatt av frítíðarløn
Við heimild í § 28, stk. 4 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:
§ 1 Skattur av frítíðarløn verður frároknaður lønini ella hýruni, tá arbeiðsgevarin ávísur hana um…
Skattur av frítíðarløn verður frároknaður lønini ella hýruni, tá arbeiðsgevarin ávísur hana um góðkent avrokningarstað. Frítíðarlønin verður í síni heild flutt á frítíðarlønarkontu, sum TAKS umsitur. Stk. 2. Er ikki rúm fyri skattinum í lønini ella hýruni, verður skattur frároknaður frítíðarlønini.
§ 2 Arbeiðsgevari kann draga frá frítíðarløn í tí ári, hon er goldin á frítíðarkontu, sum TAKS umsitur
Arbeiðsgevari kann draga frá frítíðarløn í tí ári, hon er goldin á frítíðarkontu, sum TAKS umsitur.
§ 3 Arbeiðsgevari hevur sambært § 118 í løgtingslógini skyldu til at geva TAKS og løntakaranum…
Arbeiðsgevari hevur sambært § 118 í løgtingslógini skyldu til at geva TAKS og løntakaranum upplýsingar um ta frítíðarløn, sum er útgoldin løntakara í inntøkuárinum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð frá 3. apríl 1986…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð frá 3. apríl 1986 frá Líkningarráð Føroya um skatt av frítíðarløn. Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2022 Uni Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.