Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mars 1998 Nr. 34

Kunngerð um gjøld fyri útflýgging av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya

Kapittul 1 Almennar reglur

Kapittul 2 Gjøld fyri veitingar

Kapittul 3 Ígildissetanarreglur

Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg, § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg og § 60, stk. 2 í fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um vinnurekandi grunnar hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Almennar reglur

Kapittul 1 Almennar reglur

Upplýsingar um virkir, skrásett hjá Skráseting Føroya, kunnu bíleggjast skrivliga. Ásetta gjaldið skal sendast við hesum skrivi. Stk. 2. Sama er galdandi fyri serstakar váttanir v.m. viðvíkjandi virkjum og persónum. Kapittul 2 Gjøld fyri veitingar

Kapittul 2 Gjøld fyri veitingar

Fyri váttað avrit av niðanfyri nevndu skjølum er gjaldið: 1) Útskrift fyri hvørt virkið sær............................................. 450 kr. 2) Samandráttur..................................................................... 300 kr. 3) Tekningarútskrift............................................................... 100 kr. 4) Stovningarsamtykt............................................................. 200 kr. 5) Viðtøkur............................................................................ 200 kr. 6) Samanleggingarætlanir...................................................... 125 kr. 7) Roknskapir........................................................................ 200 kr. 8) Fráboðanir......................................................................... 125 kr. 9) Onnur skjøl, 10 kr. fyri hvørja síðu, tó í minsta lagi......... 125 kr. Stk. 2. Fyri óváttað avrit av einum roknskapi verða goldnar 125 kr. Stk. 3. Við bílegging av øllum óváttaðum roknskapum í einum roknskaparári verður goldið 45 kr. fyri hvønn. Stk. 4. Fyri serstakar váttanir v.m. og fyri allar ella ávísar edv-grundaðar upplýsingar fyri fleiri virkir ella persónar verður goldið eftir rokning.

Almenningurin kann sjálvur í avgreiðslu skrásetingarmyndugleikans taka avrit av roknskapum í tann mun, teir eru mikrofotograferaðir. Fyri hesi avrit verða goldnar 6 kr. ella 90 kr. fyri roknskapin hjá hvørjum virki sær. Kapittul 3 Ígildissetanarreglur

Kapittul 3 Ígildissetanarreglur

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 202 frá 28. desember 1993 um gjøld fyri útflýgging av upplýsningum og skjølum frá Skráseting Føroya.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld fyri útflýggjan av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya · innanhýsis
Áður galdandi · 11. juni 2009

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙