Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mars 2023 Nr. 34
Kunngerð um broyting í kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.
(Áseting um, at Yrkisdepilin innskrivar lærling í skúla)
§ 1 Í kunngerð nr. 99 frá 12. juli 2011 um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a., verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 99 frá 12. juli 2011 um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a., verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 22, stk. 10 og § 31, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yvkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:” 2. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Yrkisdepilin, sum fyrisitur ráðsskipanina hjá Yrkisútbúgvingarráðnum, veitir sáttmálapørtunum hjálp og ráðgeving í sambandi við, at lærusáttmáli verður undirskrivaður.” 3. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent lærusáttmálan, innskrivar Yrkisdepilin lærlingin til góðkendan yrkisskúla.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. mars 2023 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.