Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mars 2001 Nr. 34

Kunngerð um endurrindan av útreiðslum í sambandi við kolvetnisvirksemi

Við heimild í § 32, stk. 4, í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, verur ásett:

§ 1 Loyvishavarar, ið hava fingið loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, skulu…

Loyvishavarar, ið hava fingið loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, skulu endurrinda útreiðslur myndugleikin hevur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning v.m., og av eftirlitinum við at lógin og reglur og treytir settar sambært lógini, verða hildnar. Stk. 2. Loyvishavarar skulu endurrinda útreiðslur myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppí tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum v.m.

§ 2 Gjaldið, ið skal rindast myndugleikanum eftir § 1, stk. 1, verður ásett við støði í einari…

Gjaldið, ið skal rindast myndugleikanum eftir § 1, stk. 1, verður ásett við støði í einari uppgerð yvir tímatalið, ið nýtt er til viðgerðina og eftirlitið. Tímagjaldið er 740 krónur. Stk. 2. Útreiðslur, sum myndugleikin hevur eftir § 1, stk. 2, skulu endurrindast eftir rokning.

§ 3 Oljumálastýrið fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum

Oljumálastýrið fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum. Stk. 2. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at tey eru uppkravd. Stk. 3. Verða uppkravd gjøld ikki goldin rættstundis, verður renta roknað samsvarandi ta til hvørja tíð galdandi rentu sambært § 5 í rentulógini.

§ 4 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Oljumálastýrið, 8. mars 2001 Eyðun Elttør (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙