Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. apríl 1996 Nr. 33
Kunngerð um ellisakfør
Við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 13. juni 1995 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og sum er skrásett sum ellisakfar
Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og sum er skrásett sum ellisakfar.
§ 2 Ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning
Ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning.
§ 3 Ellisakfar skal í mesta lagi koyra 5000 km. um árið
Ellisakfar skal í mesta lagi koyra 5000 km. um árið.
§ 4 Ellisakfar skal sýnast á hvørjum árið. Bileftirlitið skal eisini vátta, at akfarið hevur…
Ellisakfar skal sýnast á hvørjum árið. Bileftirlitið skal eisini vátta, at akfarið hevur uprunaskap, og at akfarið ikki hevur koyrt meira enn 5000 km. síðani seinasta sýn.
§ 5 Ellisakfar fær fráboðan um at koma til sýn fyrstu ferð ein dag í summarhálvuni. Eftir hetta…
Ellisakfar fær fráboðan um at koma til sýn fyrstu ferð ein dag í summarhálvuni. Eftir hetta verður ikki send fráboðan um sýn, men verður eigarin sjálvur at síggja til, at bilurin verður sýnaður aftur, tá eitt ár er gingið +/- 1 mánað.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur gildi frá 1. juli 1995
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur gildi frá 1. juli 1995.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.