Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mars 2000 Nr. 32
Kunngerð um rætt til útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini hjá persónum, sum hava havt arbeiði í Danmark
Við heimild í § 31, stk. 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður ásett:
§ 1 Persónur, sum hevur havt arbeiði og a-inntøku í Danmark, og hevur verið limur í donskum…
Persónur, sum hevur havt arbeiði og a-inntøku í Danmark, og hevur verið limur í donskum arbeiðsloysiskassa, kann írokna skjalprógvaða arbeiðsloysistryggjaða a-inntøku og skjalprógvað tryggingar- og arbeiðstíðarskeið í Danmark til tess at lúka treytirnar um útgjald av arbeiðsloysisstuðli í lógini.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 180 frá 28. oktober 1993 um rætt til útgjald frá arbeiðsloysistryggingini hjá persónum, sum hava havt arbeiði ella uppihald í Danmark. Vinnumálastýrið, 14. mars 2000 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.