Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mars 2001 Nr. 32

Kunngerð um fráboðan av upplýsingum um vandamikið ella dálkandi góðs umborð á skipum

Kapittul 1 Allýsingar v.m.

Kapittul 2 Frágeiðing um vandamikið og dálkandi góðs

Kapitul 3 Fráboðan av upplýsingum

Kapitul 4 Eftirlitslisti

Kapitul 5 Fráboðan av upplýsingum

Kapitul 6 Revsing

Kapitul 7 Gildiskoma

Við heimild í §§ 40, 45, 48 og §§ 61-63 í kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12 august 1999 um gildiskomu fyri Føroyar av lóg om vernd av havumhvørvinu, verður ásett:

Kapittul 1

Allýsingar v.m.

Kapittul 1 Allýsingar v.m.

Í hesi kunngerð skilst við: 1) Fyristøðufelag: reiðari, farmasendari, leiðari, umboðsfólk o.t. hjá skipi. 2) Sendari: persónur, ið ger avtalu við eina flutningsfyritøku um sjóvegis flutning av góðsi, ella í hvørs navni ella hvørs vegna, slík avtala verður gjørd. 3) Skip: eitthvørt ferðafólka-, farma-, olju-, kemikaliu- ella gasstangaskip, sum er ávegis til ella úr føroyskari havn við vandamiklum ella dálkandi góðsi sum leysafarmur ella innpakkað. 4) Vandamikið góðs: góðs, sum er fevnt av a) kapittul 17 í IBC-fyriskipanini hjá IMO um bygging og útgerð av skipum til flutning av vandamiklum kemiskum vørum sum leysafarmur, soleiðis sum hon er orðað 10. juni 1998, b) kapittul 19 í IGC-fyriskipanini hjá IMO um bygging og útbúnað av skipum til flutning av flótandi gassi sum leysafarmur, soleiðis sum hon er orðað 1. juli 1998, og c) IMDG-fyriskipanini um flutning av vandamiklum góðsi, soleiðis sum hon er orðað 1. januar 1999, herundir av geislavirknum tilfari umrøtt í INF-fyriskipanini hjá IMO um tryggan flutning av geislaðum kjarnorkubrennievni, plutoniumi og sterkum geislavirknum burturkasti í íløtum umborð á skipum, soleiðis sum hon er orðað 1. januar 1998. 5) Dálkandi góðs: olja, sum allýst í MARPOL, ið er altjóða sáttmálin frá 1973 um fyribyrging av dálking frá skipum, umframt protokollin frá 1987 til henda, herundir fylgiskjal 1 um skaðiligar løgir, fylgiskjali 2 um skaðilig evni og fylgiskjali 3, soleiðis sum MARPOL er orðað tann 1. januar 1996. 6) IMO-samtykt A 851 (20): Viðtøka 851 (20) hjá altjóða sjóvinnufelagskapinum IMO samtykt á 20. aðalfundi tann 27. november 1997 undir heitinum ”General principles for ship reporting systems and ship reporting requirements, including guidelines for reporting incidents involving dangerous goods, harmful substances and/or marine pollutants”.

Kunngerðin fevnir ikki um herskip og onnur skip, sum ein statur eigur ella nýtir, meðan skipið verður nýtt til tænastur, sum ikki eru handilsligar. Harafturat fevnir kunngerðin ikki um brennievnisgoymslur, goymslurúm og útgerð til nýtslu umborð á skipum. Kapittul 2 Frágeiðing um vandamikið og dálkandi góðs

Kapittul 2 Frágeiðing um vandamikið og dálkandi góðs

Skip mugu ikki gera avtalu um ella bjóða seg fram at flyta ella lasta vandamikið ella dálkandi góðs, um ikki frágreiðing er givin skipsførara ella fyristøðufelag um rætta tøkniliga heitið á vandamikla ella dálkandi góðsinum, nummar Sameindu Tjóða (ST nr.) í tann mun, slík eru til taks, IMO-vandaflokk í samsvar við IMDG-, IBC-, og IGC-fyriskipanirnar, nøgd, og har talan er um flytbarar tangar ella bingjur, kennimerki teirra. Stk. 2. Sendarin ber ábyrgd av, at frágreiðing í samsvar við hesa kunngerð verður givin skipsførara ella fyristøðufelag og skal ansa eftir, at tað, ið flytast skal, samsvarar við tað, sum er fevnt av frágreiðingini eftir stk.1. Kapitul 3 Fráboðan av upplýsingum

Áðrenn eitt skip fer úr havn, eigur fyristøðufelagið hjá skipinum at geva Vaktar- og Bjargingartænastuni frágreiðing um tær upplýsingar, ið verða kravdar eftir listanum í fylgiskjali I. Stk. 2. Fyristøðufelagið hjá skipi, sum kemur úr einari havn uttanfyri europeiska samveldið og sum er á veg til eina føroyska havn ella skipalegu á føroyskum sjóøki, skal fyri at sleppa til hesa havn ella skipalegu geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan um tær upplýsingar, ið verða kravdar eftir listanum í fylgiskjali I. Hendan fráboðan skal gevast Vaktar- og Bjargingtænastuni, tá farið verður úr fermingarhavnini. Stk. 3. Skip, sum sigla í farleið, ið er styttri enn ein tíma, eru undantikin ásetingunum í stk. 1 og 2. Fyristøðufeløg hjá hesum skipum skulu til hvørja tíð hava tær upplýsingar, ið verða kravdar eftir fylgiskjali I, tøkar til myndugleikarnar. Stk. 4. Fyri skip, ið sigla í farleið, sum er longri enn ein tíma, kann landsstýrismaðurin, um siglingartíðin bert fer eitt sindur út um ein tíma, gera undantak frá stk. 1. Fyristøðufeløg á hesum skipum skulu til eina og hvørja tíð kunna geva myndugleikunum tær upplýsingar, sum krevjast eftir fylgiskjali I.

Tekur ein hending ella tilburður, sum kann hava við sær eina hóttan ímóti føroyskum strondum, havumhvørvi ella øðrum áhugamálum, seg upp til havs, skal skipsførarin beinan vegin boða Vaktar- og Bjargingatænastuni frá umstøðunum kring tilburðin. Eisini skulu tær upplýsingar, sum verða nevndar í fylgiskjali 1, latast Vaktar- og Bjargingartænastuni. fráboðanin skal gerast í samsvar við IMO-samtyktina A 851 (20) og skal í minsta lagi gevast í teimum førum, sum nevndar eru í hesi samtykt. Kapitul 4 Eftirlitslisti

Áðrenn skipið kemur í føroyska havn skal skipsførarin fylla út eftirlitslistan, sum er nevndur í fylgiskjali 2. Listin skal vera Vaktar- og Bjargingatænastuni tøkur eftir áheitan. Kemur loðsur umborð skal listin latast viðkomandi. Stk. 2. Loðsur, sum hjálpir skipi við komu ella fráferð ella sigling, skal beinanvegin boða Vaktar- og Bjargingatænastuni frá, um hann fær vitan um viðurskifti, sum kunnu hava við sær vanda fyri hav- ella strandaøki í sambandi við siglingina. Kapitul 5 Fráboðan av upplýsingum

Um neyðugt skal Vaktar- og Bjargingatænastan senda út radioboð til skip á leiðini um tilburð, sum fráboðan er komin um eftir § 5, umframt senda út radioboð við upplýsingum um skip, sum eru til vanda fyri aðra skipaferðslu. Kapitul 6 Revsing

Um ikki harðari revsing er ásett eftir lóggávuni annars, verður tann revsaður við bót, sum ikki: 1) letur inn frágreiðing eftir § 3, 2) gevur boð um upplýsingarnar eftir § 4, stk. 1 og 2 og § 5, 3) hevur til taks upplýsingar eftir § 4, stk. 3 og 4 ella 4) fyllur út eftirlitslistan eftir § 6. Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann felagið sjálvt verða lagt undir sektarábyrgd. Stk. 3. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót. Kapitul 7 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Oljumálastýrið, 8. mars 2001 Eyðun Elttør (sign.) landsstyrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Fylgisskjal 1 Upplýsingar um skip, sum flyta vandamikið ella dálkandi góðs Navn á skipi og altjóða radiokallisignal, og møguligt IMO-id nummar. Heimstaður. Longd og flotdýpi.. Næsta komuhavn. Nær skipið væntandi kemur í næstu komuhavn ella til ta loðsstøð, sum kravt verður av myndugleikunum. Nær skipið væntandi fer úr næstu komuhavn. Ætlað siglingarleið. Røttu tøkniligu heitini á vandamikla ella dálkandi góðsinum, nummur Sameindu Tjóða (UN nr.) í tann mun, slík eru til taks, IMO-vandaflokkur í samsvar við IMDG-, IBC-, og IGC-fyriskipanirnar og, tá hetta hevur týdning, klassi skipsins, sum lýst í INF-fyriskipanini, nøgdir av vandamiklum góðsi og hvar umborð, góðsið er at finna. Er talan um flytbarar tangar ella bingjur, kennimerki hjá hesum. Váttan um, at ein listi, ein farmaskrá ella ein hóskandi fermingarætlan fyri tað vandamikla ella dálkandi góðsið er umborð. Hesin skal siga, hvar í skipinum, góðsið er. Manningartal. Fylgisskjal 2 Eftirlitslisti fyri skip Upplýsingar um skipið Navn: Reiðarí: Byggiár Heimland: Stødd, brt.: Heimstaður: Longd: Kennibókstavir ella kallisignal: IMO-id nummar, har hetta hevur týdning: Klassingarfelag: Havøki, har skipið er góðkent at sigla: Klassamerking: Skrokkur: Maskinútbúnaður: Framdráttarmaskinur: Orka: Umboðsmaður: Flotdýpi: Framman: Miðskips: Aftan: Nøgd av vandamiklum ella dálkandi góðsi: Trygdarútbúnaður Í góðum standi Ja Nei Brek 1. Bygnaður og tekniskur útbúnaður Høvuðs- og hjálpimaskinarí Høvuðsstýriskipan Hjálpistýriskipan Akkersútgerð Føst innløgd eldsløkkiútgerð Intergassskipan (um hon er) 2. Siglingarútbúnaður: Siglingareyðkenni Høvuðsradarútbúnaður Hjálpiradarútbúnaður Gyrokumpass Standard magnetkumpass Radiopeiliskipan Ekkolodd Onnur elektronisk hjálpitól til staðfesting av knattstøðu Útgerð til at máta ferð og fjarstøðu (log) -- Ferð gjøgnum sjógvin -- Ferð yvir botninum Í góðum standi Ja Nei Brek 3. Radioútbúnaður útgerð Radiotelegrafiútgerð Radiotelefoniútgerð GMDSS-radioútgerð Radioútgerð til bjargingarútgerð Skjøl Galdandi váttanir/skjøl umborð Ja Nei Viðmerkingar Altjóða støddarváttan (1969) Trygdarváttan fyri ferðafólkaskip Trygdarváttan fyri farmaskip Bygnaðartrygdarváttan fyri farmaskip Útbúnaðartrygdarváttan fyri farmaskip Radiotrygdarváttan fyri farmaskip Radiotelegrafitrygdarváttan fyri farmaskip (1) Radiotelefonitrygdarváttan fyri farmaskip (1) Frítøkuváttan (SOLAS) Altjóða fríborðarváttan (lastalinjuváttan) Altjóða fríborðarfrítøkuváttan Klassaváttan Skjalprógvan av trygging móti privatrættarligari ábyrgd fyri skaðar vegna oljudálking Skjalprógvan fyri samsvar við serligu krøvini til skip, sum flyta vandamikið góðs (SOLAS) Førd olju- og lastaskrá (Altjóða) váttan fyri flutning av vandamiklum kemikalium sum leysafarmur (Altjóða) váttan fyri flutning av flótandi gassum sum leysafarmur Altjóða váttan um fyribyrging av oljudálking (IOPP-váttan) Altjóða dálkingarfyribyrgingarváttan fyri flutning av skaðiligum flótandi evnum sum leysafarmur (NLS-váttan) HSC-trygdarváttan HSC-rakstrarloyvi Fermingarætlan fyri vandamikið góðs Upplýsingar um stabilitet Skjal um manningarlágmark Avrit av samsvarsskjali (ISM-fyriskipan) Váttan fyri tryggum skiparakstri (ISM-fyriskipan) (1) Hesi skjøl hava bert týdning fyri skip, sum eru bygd fyri hin 1. februar 1995 Yvirmenn og manning Ja Nei Sjóvinnubræv (nágreiniligt heiti og nr.) Givið út av (myndugleiki) Frá (stað / land) GMDSS (1) Skipari Yvirstýrimaður Fyrsti stýrimaður Annar stýrimaður Maskimstjóri Fyrsti maskinmeistari Annar maskinmeistari Triði maskinmeistari Radiooperatørur Dekkarar Í maskinuni Onnur manning umborð Loðsur umborð …..………………. ……………………………………………………………………. Dagf. Undirskrift skiparans ella tiltaksmanni hansara (1) Viðmerk um viðkomandi er GMDSS-operatørur við generellum prógvi

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙