Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. mai 2006 Nr. 32

Kunngerð um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøktum

Kapittul 1 Dagstovnar

Kapittul 2 Dagrøkt

Kapittul 3 Virksemi og stovnsetan

Kapittul 4 Gildiskoma

Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verður ásett:

Kapittul 1

Dagstovnar

Kapittul 1 Dagstovnar

Dagstovnar eru vøggustovur, barnagarðar, útibarnagarðar, frítíðarheim, virkishús og samansjóðaðir (integreraðir) stovnar, har ansað verður eftir børnum í ávísum aldri, sambært stk. 2. Stk. 2. Vøggustovur eru ætlaðar børnum í aldrinum frá umleið 5 mánaðir til umleið 3 ár. Barnagarðar eru ætlaðir børnum í aldrinum 3 til 7 ár. Útibarnagarðar eru ætlaðir børnum í aldrinum 4 til 7 ár. Frítíðarheim eru ætlað børnum í aldrinum 6 ár til umleið 18 ár. Samansjóðaðir stovnar eru ætlaðir børnum frá umleið 5 mánaðir til 7 ár. Stk. 3. Bert um foreldur ynskja tað og um stovnsleiðslan annars metir hetta at vera námsfrøðiliga í samsvari við menningina hjá barninum, kann í einstøkum førum víkjast frá kravinum um aldursbýti sambært stk. 2. Kapittul 2 Dagrøkt

Kapittul 2 Dagrøkt

Dagrøkt er skipað ansing í heimi dagrøktarans og á spælistovum. Ein spælistova er at rokna sum høli, ið kommunan kann fáa til vega, fyri at børn nakrar tímar um vikuna fáa høvi til at spæla og mennast saman við øðrum børnum. Stk. 2. Ein dagrøktari kann í mesta lagi ansa 5 børnum, íroknað egin børn undir skúlaaldur. Kapittul 3 Virksemi og stovnsetan

Kapittul 3 Virksemi og stovnsetan

Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk. Stk. 2. Dagrøktarskipanin ger eitt námsfrøðiligt endamál fyri hvørt dagrøktarheim, ið er knýtt at skipanini, sum í størst møguligan mun tekur atlit at hvørjum einstøkum barni. Stk. 3. Foreldur eiga at verða væl kunnað um dagliga virksemið.

Áðrenn eitt heim verður góðkent sum dagrøktarheim, skal kommunan kunna seg við umstøðurnar, sum nevndar eru í stk. 2. Stk. 2. Kommunan skal kanna, um dagrøktarin hevur førleika til arbeiðið. Tryggjast skal, at rúmini, har børnini skulu vera, heilsuligu viðurskiftini og uttandura spæliviðurskiftini eru trygg og hóskandi til ansing av børnum. Kapittul 4 Gildiskoma

Kapittul 4 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 4. mai 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Maria á Dul (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙