Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. mars 2025 Nr. 31

Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum

(Aling á landi og nýtt skjal 3)

§ 1 Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá…

Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 26. juni 2019 og kunngerð nr. 77 frá 8. juli 2024 verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Loyvi verður ikki givið til aling uttan fyri teir alifirðir, sum nevndir eru í skjali 1 og 2. Stk. 2. Aling á landi kann loyvast á økjum, nevnd í skjali 3, treytað av, at aling ikki er á sjónum, og økið ikki er skilmarkað sum alifjørður. Stk. 3. Nýggj aliloyvi á teimum í skjali 1 og 2 nevndu alifirðum og nýggj aliloyvi á landi, sbrt. skjali 3, verða latin í útbjóðingarumførum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 4. Aliumsitingin bjóðar aliloyvi út í almennari lýsing.” 2. Skjal 1 verður sett sum skjal 3 í kunngerð nr. 82. frá 14. juni frá 2019 um tillutan av aliloyvum.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. mars 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 3 Aling á landi 1) Skálavík 2) Viðareiði”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙