Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. mars 2000 Nr. 31

Kunngerð um rættin hjá donskum løntakarum at verða fevndir av danskari arbeiðsloysistrygging

Við heimild í § 31, stk. 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður ásett:

§ 1 Persónur, sum móttekur a-inntøku í Føroyum, har arbeiðið ikki ætlast at vara longri enn 6…

Persónur, sum móttekur a-inntøku í Føroyum, har arbeiðið ikki ætlast at vara longri enn 6 mánaðir, kann velja, um hann vil vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging.

§ 2 Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging sambært § 1, er undantikin…

Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging sambært § 1, er undantikin gjaldsskyldu sambært § 7 í lógini.

§ 3 Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging, skal, áðrenn arbeiðið…

Persónur, ið velur at vera fevndur av danskari arbeiðsloysistrygging, skal, áðrenn arbeiðið verður byrjað, senda umsókn til Arbeiðsloysisskipanina um at vera frítikin gjaldsskyldu. Stk. 2. Saman við umsóknini eftir stk. 1, skal sendast váttan frá arbeiðsgevara, um ætlaða arbeiðstíðarskeiðið í Føroyum og limaskjalsváttan frá donskum a-kassa.

§ 4 Arbeiðsloysisskipanin metir og ger av, um persónur lýkur treytirnar fyri at sleppa undan…

Arbeiðsloysisskipanin metir og ger av, um persónur lýkur treytirnar fyri at sleppa undan gjaldsskyldu, og boðar Toll- og Skattstovu Føroya frá, um umsóknin verður gingin á møti. Stk. 2. Í fráboðanini eftir stk. 1 skal skilliga vera ásett, hvat tíðarskeið frítøkan fyri gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina fevnir um.

§ 5 Um arbeiðið í Føroyum, sum upprunaliga ikki var ætlað at vara longri enn 6 mánaðir, seinni vísir…

Um arbeiðið í Føroyum, sum upprunaliga ikki var ætlað at vara longri enn 6 mánaðir, seinni vísir seg at vara longri enn 6 mánaðir, hevur persónur gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina, eftir at hava verið í arbeiði í 6 mánaðir.

§ 6 Varir arbeiðið væntandi longri enn 6 mánaðir, hevur persónur gjaldsskyldu til…

Varir arbeiðið væntandi longri enn 6 mánaðir, hevur persónur gjaldsskyldu til Arbeiðsloysisskipanina frá tí degi, viðkomandi byrjar at arbeiða í Føroyum.

§ 7 Um lønarútgjalding er farin fram, og gjald til Arbeiðsloysisskipanina er kravt, áðrenn…

Um lønarútgjalding er farin fram, og gjald til Arbeiðsloysisskipanina er kravt, áðrenn Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið støðu til gjaldsskylduna, og tað seinni vísir seg at persónurin, tá lønarútgjalding fór fram, leyk treytirnar fyri at verða frítíkin gjaldsskyldu, endurrindar Arbeiðsloysisskipanin persóninum kravdu upphæddina fyri avvarðandi tíðarskeið. Arbeiðsloysisskipanin skal geva Toll- og Skattstovu Føroya fráboðan um slíkar broytingar.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 181 frá 28. desember 1993 um rættin hjá donskum løntakarum at vera fevndir av donsku arbeiðsloysistryggingini í sambandi við arbeiði í Føroyum, sum ikki roknast at vara longri enn 6 mánaðir. Vinnumálastýrið, 14. mars 2000 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙