Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. mai 1988 Nr. 30
Kunngerð um merking av skipum
Við heimild í § 56 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Skipaskrásetingin gevur hvørjum skipi uppá 20 brutto tons ella meira, ið verður skrásett sum…
Skipaskrásetingin gevur hvørjum skipi uppá 20 brutto tons ella meira, ið verður skrásett sum fiskiskip, havnarkenninummar.
§ 2 Havnarkenninummarið skal málast sjónliga og við týðuligum bókstavum og tølum á báðum síðum á…
Havnarkenninummarið skal málast sjónliga og við týðuligum bókstavum og tølum á báðum síðum á bógnum, so høgt sum gjørligt. Litirnir skulu skilja seg væl frá litinum á skipinum. Hæddin á teim einstøku stavunum og tølunum skal vera minst 45 cm og strikan skal vera minst 6 cm tjúkk. Stk. 2. Omaná stýrihúsinum skal havnarkenninummarið verða málað á sama hátt sum á bógnum og umframt skal radiofrámerki (kenningarstavir) eisini verða sett í somu stødd og tjúgd á stýrhúsatakið. Stk. 3. Merkingin má ongantíð vera fjald, men altíð vera sjónlig.
§ 3 Vaktar- og bjargingatænastan hevur eftirlit við, at reglurnar verða hildnar
Vaktar- og bjargingatænastan hevur eftirlit við, at reglurnar verða hildnar.
§ 4 Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt
Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1988
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1988.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.