Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. mars 2025 Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um kelduvatn og natúrligt mineralvatn
(Broytt heimildaráseting, fylgibroytingar til heilsufrøðiligu kunngerðina, kæra o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 74 frá 26. mai 2020 um kelduvatn og natúrligt mineralvatn, verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 74 frá 26. mai 2020 um kelduvatn og natúrligt mineralvatn, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í innganginum verður aftan á “§ 43, stk. 2 og 3” sett: “, § 56, stk. 1”. 2. Í § 3, stk. 5 verður “kunngerð um innaneftirlit” broytt til: “§ 6, stk. 1 og 2 í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu”. 3. Í § 10, 4. pkt. verður “kunngerð um innaneftirlit” broytt til: “kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu”. 4. Aftan á § 16 verður sett: “Kæra
§ 16 a Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er…
Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.” 5. Í skjali 5 verður nr. 6 orðað soleiðis: “6) 5) Aluminium, Al”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025
Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. mars 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.