Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. mars 2003 Nr. 30
Kunngerð um rentustuðul til persónar, sum hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur
Við heimild í § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verður ásett:
§ 1 Persónur, sum fær endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur ikki samstundis rætt til…
Persónur, sum fær endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur ikki samstundis rætt til rentustuðul eftir løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, samanber við § 8, stk. 1 í lógini.
§ 2 Persónur, sum hevur rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, kemur ikki undir…
Persónur, sum hevur rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, kemur ikki undir ásetingina í § 1, um viðkomandi kann prógva, at hann hevur frásagt sær rættin til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur. Stk. 2. Skjalprógvan sambært stk. 1 skal fylgja við á hvørjum ári, tá søkt verður um rentustuðul.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Fíggjarmálaráðið, 4. mars 2003 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.