Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. april 2009 Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
§ 1 Í kunngerð nr. 62 frá 17. september 2004 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á…
Í kunngerð nr. 62 frá 17. september 2004 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1, nr. 1, litra a, verður eftir 1. pkt. sett inn: “Dýpdaravmarkingin fevnir tó ikki um fiskiskap eftir havtasku á Ytsta Banka og á tí partinum av Ytra Banka, sum er vestan fyri 10°11' V og sunnan fyri 60°38' N.” 2) Í § 2, stk.1 verður eftir 1. pkt. sett inn: “Hetta er tó ikki galdandi fyri fiskiskap við gørnum á leiðum norðan fyri 62°39’N og vestan fyri 8°V.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 3. apríl 2009 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Andras Kristiansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.