Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

1. mai 2006 Nr. 30

Kunngerð um undantaksloyvi frá flutningsfeløgum og speditørum at flyta vørur beinleiðis til móttakaran

Við heimild í § 10a, § 13, stk 3 og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1 Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn geva flutningsfeløgum og speditørum loyvi til at…

Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn geva flutningsfeløgum og speditørum loyvi til at flyta vørur beinleiðis til móttakaran. Stk. 2. Loyvið er treytað av, at tollavgreiðsla og inngjalding fer fram elektronisk, og at trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum. Stk. 3. Trygdin er í minsta lagi kr. 500.000.

§ 2 Flutningsfelagið og speditørurin ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á vøruni

Flutningsfelagið og speditørurin ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á vøruni.

§ 3 Toll- og Skattstovan skal góðkenna goymsluhølini hjá fyritøkuni

Toll- og Skattstovan skal góðkenna goymsluhølini hjá fyritøkuni Stk. 2. Fyritøkan skal lúka ásetingarnar í kunngerðini um minstukrøv til bókhald og roknskap. Stk. 3. Tollskjøl, sum fyritøkan tollavgreiðir fyri vinnuligar innflytarar, skula útflýggjast til móttakaran av sendingini sum roknskaparskjøl. Flutningsfyritøkan skal hava eitt eintak av tollskjølunum eftir í skjalagoymslu síni sum eftirlitsskjal. Sum tollskjøl eru í hesum sambandi at skilja øll skjøl, sum skula liggja til grund fyri tollútrokningini av vøruni, sosum farmabræv, farmagjaldsrokning, útgreinað tollingaráheitan, fakturi, váttanir, loyvir og kreditnotur. Stk. 4. Tollskjøl, sum fyritøkan avgreiðir fyri innflytarar, sum ikki eru vinnuligir, skula latast Toll- og Skattstovu Føroya til tollavgreiðslu. Somuleiðis avgreiðslur og rættingar, sum ikki hava við sær tollrokning.

§ 4 Vørusendingar frá privatpersóni til privatpersón skula altíð áðrenn tær verða útflýggjaðar…

Vørusendingar frá privatpersóni til privatpersón skula altíð áðrenn tær verða útflýggjaðar eftirkannast av Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 5 Vørur, sum verða tollavgreiddar undir hesi skipan, skula verða endaliga tollavgreiddar í seinasta…

Vørur, sum verða tollavgreiddar undir hesi skipan, skula verða endaliga tollavgreiddar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er uppskipað á tolløkið, jf. § 12 stk. 1 í tolllógini.

§ 6 So skjótt vøran er uppskipað á tolløkið, skal hon skrásetast í góðsskipanina. Er tað eitt…

So skjótt vøran er uppskipað á tolløkið, skal hon skrásetast í góðsskipanina. Er tað eitt høvuðsgóðs, skal tað beinanvegin býtast sundur (splittast upp). Stk 2. Toll- og Skattstova Føroya skal til eina og hvørja tíð hava møguleika fyri at kanna grundarlagið fyri yvirflytingum og broytingum av góðsupplýsingum. Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann til eina og hvørja tíð kanna vørur og fraktsendingar. Fyritøkan skal verða eftirlitinum til handa og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið metir verða neyðugar fyri at fremja eftirlitið.

§ 7 Fyritøkan hevur skyldu til at tryggja sær, at starvsfólk, sum tollavgreiður, hevur kunnleika til…

Fyritøkan hevur skyldu til at tryggja sær, at starvsfólk, sum tollavgreiður, hevur kunnleika til tollreglurnar, toll- og vøruskránna og upprunareglumar.

§ 8 Brýtur fyritøkan § 2, § 3, stk. 2, § 3, stk. 3, § 4 ella § 6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum…

Brýtur fyritøkan § 2, § 3, stk. 2, § 3, stk. 3, § 4 ella § 6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytirnar, kann Toll- og Skattstova Føroya taka loyvið eftir kunngerðini aftur.

§ 9 Flutningsfelag ella speditørur sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingarnar § 3, stk.…

Flutningsfelag ella speditørur sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingarnar § 3, stk. 2, § 3, stk. 3 ella § 4 í hesi kunngerð kann revsast við sekt.

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 1. mai 2006 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
loyvi til flutningsfeløg og speditørar · innanhýsis
Galdandi · 14. mai 2025

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙