Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. januar 2013 Nr. 3

Kunngerð um broyting í kunngerð um bunkring, flutning av olju. o.a.

§ 1 Í kunngerð nr. 84 frá 2. juli 2010 um bunkring, flutning av olju o.a., verða gjørdar hesar…

Í kunngerð nr. 84 frá 2. juli 2010 um bunkring, flutning av olju o.a., verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7 verða stk. 2 og 3 orðað soleiðis: “Stk. 2. Áðrenn bunkrað verður, skulu ábyrgdarfólkini fyri ávikavist móttakara og veitara hava ein trygdarfund, har eftirlitsskjalið í fylgiskjalinum til kunngerðina verður fylt út og váttað. Avrit av skjalinum skal latast havnamyndugleikanum í seinasta lagi 8 tímar aftan á, at bunkringin er liðug. Skjalið kann eisini sendast við telduposti ella telefaksi. Stk. 3. Er eftirlitsskjalið ikki útfylt og váttað av ábyrgdarfólkunum, er veitan og móttøka av olju bannað.” 2. Aftaná § 14 verður sett: “§ 14 a. Kommunan kann veita treytað undantak frá kravinum í § 14, stk. 2 um flótisperru fyri bunkring úr goymslu á landi. Stk. 2. Í undantaksloyvinum eftir stk. 1 skal kommunan í minsta lagi áseta treytir um, at: 1) nøktandi vaktarhald skal vera á bryggjuni og á móttakandi skipinum, 2) veitarin skal tryggja, at flótisperra verður løgd út í seinasta lagi 20 minuttir aftan á, at ein oljuleki er uppdagaður, 3) venjing við útsetan av flótisperrum skal haldast í minsta lagi hvønn ársfjórðing, 4) kommunan og Umhvørvisstovan skulu hava fráboðan um venjingar í minsta lagi eina viku frammanundan, at tær verða hildnar, og 5) frágreiðing og eftirmeting eftir venjing skulu sendast kommununi og Umhvørvisstovuni.” 3. Yvirskrift yvir § 15 verður orðað soleiðis: “Smærri bunkringar” 4. § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Áðrenn bunkrað verður við sjálvtøku, við handhildnari áfylling úr tangabili, fylt úr tanga, dunki ella á annan hátt, skal tann, ið stendur fyri bunkringini, síggja til, at áfyllingin verður framd forsvarliga, so at olja ikki rennur á sjógv. Síggjast skal til, at: 1) ljósviðurskiftini eru góð, so tað týðiliga sæst, um olja fer at leka, 2) viðkomandi rennuop, haðani olja kann renna á sjógv, eru lokað, 3) viðkomandi tangar eru peilaðir, 4) viðkomandi ventilar eru í rættari støðu, 5) spillbakki ella, har tað ikki ber til, tilfar, sum sýgur olju í seg, er á støðum, har møguleiki er fyri lekum, 6) slangur eru festar trygt, 7) bundið er í rætt áfyllingarstað, og 8) yvirflot úr tangum, um gjørligt, verður hildið aftur.” 5. § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Ásetingarnar í §§ 6-10 eru ikki galdandi fyri bunkring við sjálvtøku, úr handhildnari áfylling, úr tangabili o.tíl.” 6. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, stk. 1 ella 6, § 5, § 6, stk. 1, §§ 7-13, § 14, stk. 1-3, treytir í undantaksloyvi sambært § 14 a ella ásetingarnar í § 15, stk. 1-2, verður revsaður við sekt.” 7. Í § 19, stk. 4 verður “Bótin” broytt til: “Sektin”. 8. Í fylgiskjalinum verður hesin tekstur settur niðast: “Avrit av eftirlitsskjalinum skal latast havnamyndugleikanum í seinasta lagi 8 tímar aftan á, at bunkringin er liðug. Skjalið kann eisini sendast við telduposti ella telefaksi. / A copy of the checklist shall be delivered to the harbour authority no later than 8 hours after the bunkering is completed. The checklist may also be sent by fax or e-mail.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 14. januar 2013 Kári P. Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙