Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. januar 2015 Nr. 3
Kunngerð um býtislykil millum tryggingarfeløgini viðvíkjandi tryggingargjaldi og skaða á persón í sambandi við mishald av tryggingarskylduni
Við heimild í § 17, stk. 1 og § 21, stk. 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. maj 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða verður ásett:
§ 1 Tey í § 17, stk. 1 í lógini nevndu tryggingargjøld verða býtt millum tryggingarfeløg, sum tekna…
Tey í § 17, stk. 1 í lógini nevndu tryggingargjøld verða býtt millum tryggingarfeløg, sum tekna tryggingar móti arbeiðsskaðum í Føroyum, samsvarandi útrokningarháttinum í § 3, stk. 2.
§ 2 Ávegis goldið skaðaendurgjald sambært § 56, stk. 3 í lógini, verður fyri hvørt álmanakkaár býtt…
Ávegis goldið skaðaendurgjald sambært § 56, stk. 3 í lógini, verður fyri hvørt álmanakkaár býtt millum tryggingarfeløg, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, samsvarandi útrokningarháttinum í § 3, stk. 2.
§ 3 Útgoldið endurgjald viðvíkjandi vanlukkutilburðum, sum eru fevndir av § 21 í lógini, verður býtt…
Útgoldið endurgjald viðvíkjandi vanlukkutilburðum, sum eru fevndir av § 21 í lógini, verður býtt lutfalsliga millum tryggingarfeløg, sum tekna tryggingar móti arbeiðsskaðum í Føroyum. Stk. 2. Lutfalsligi parturin hjá tí einstaka tryggingarfelagnum verður í einum álmanakkaári uppgjørdur til eina upphædd, sum svarar til lutfalsliga partin av endurgjaldsútreiðslunum hjá viðkomandi tryggingarfelag í mun til samlaðu endurgjaldsútreiðslurnar í viðkomandi kalendaraári hjá øllum tryggingarfeløgum í Føroyum til mein og mistan vinnuførleika. Stk. 3. Í útrokningini av útreiðslunum eftir stk. 2 verður sæð burtur frá skaðatilburðum, sum ikki eru tryggingarskyldugir sambært § 11, stk. 2 í lógini.
§ 4 I mars mánaði roknar Vanlukkutryggingarráðið tað endaliga býti millum tryggingarfeløgini við…
I mars mánaði roknar Vanlukkutryggingarráðið tað endaliga býti millum tryggingarfeløgini við støði í samlaðu endurgjaldsútreiðslunum í undanfarna álmanakkaári. Gjaldið verður býtt eftir reglunum í § 3, stk. 2. Stk. 2. Fráboðan um ávegis goldnar upphæddir, samlað útgoldið endurgjald, endaliga gjaldið og partin hjá einstaka tryggingarfelagnum, umframt áløgdu rentuupphæddina, sendir Vanlukkutrygginarráðið tryggingarfeløgunum áðrenn endan av mars mánaði. Gjaldið skal rindast seinast 14 dagar eftir dagfestingina á fráboðanini.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 13. januar 2015 Johan Dahl (sign.) landsstyrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.