Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. januar 1997 Nr. 3
Kunngerð um eftirlitið við tryggingarvirksemi
Við heimild í § 157, stk. 4 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett:
§ 1 Eftirlitsins dagliga virki verður røkt av eini umsiting, undir leiðslu av einum formanni
Eftirlitsins dagliga virki verður røkt av eini umsiting, undir leiðslu av einum formanni. Stk. 2. Eftirlitið røkir eftirlitsuppgávur sambært lóggávuni um tryggingarvirksemi og um eftirlit við eftirlønargrunnum.
§ 2 Limir og starvsfólk í Eftirlitinum kunnu ikki hava fíggjarligan áhuga í ella vera knýtt at nøkrum…
Limir og starvsfólk í Eftirlitinum kunnu ikki hava fíggjarligan áhuga í ella vera knýtt at nøkrum tryggingarfelag ella eftirlønargrunni, at aðrari fyritøku, ið er undir Eftirlitsins eftirliti, ella at felagsskapum fyri hesar fyritøkur. Stk. 2. Eftirlitið kann boðsenda serligum sakkønum í tann mun, hetta verður mett neyðugt. Stk. 3. Tey boðsendu sakkønu kunnu ikki hava áhuga í ella vera knýtt at fyritøkum ella felagsskapum, hvørs viðurskifti óbeinleiðis hava samband við tað mál, sum tey eru biðin um at vera við í viðgerðini av.
§ 3 Starvsfólkini í Eftirlitinum og boðsend sakkøn hava skyldu til mótvegis øllum óviðkomandi at…
Starvsfólkini í Eftirlitinum og boðsend sakkøn hava skyldu til mótvegis øllum óviðkomandi at dylja tað, sum tey í teirra virksemi verða vitandi um. Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki til hindurs fyri, at Eftirlitið sum ein liður í einum samarbeiði við eftirlitsmyndugleikar í øðrum londum letur víðari upplýsingar til hesar við teirri fortreyt, at upplýsingarnar eru undir samsvarandi tagnarskyldu í viðkomandi landi. Upplýsingar, sum Eftirlitið fær frá eftirlitsmyndugleikunum í øðrum londum við tilskilan av, at upplýsingarnar eru loyniligar ella trúnaðarligar, ella har hetta fylgir av, hvussu upplýsingarnar eru háttaðar, skulu koma undir ásetingarnar í stk. 1.
§ 4 Eftirlitið leggur fyri tað av landsstýrinum stovnaða ráð, jbr. § 158 í løgtingslóg um…
Eftirlitið leggur fyri tað av landsstýrinum stovnaða ráð, jbr. § 158 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, øll mál av almennum áhuga, mál har serstakur ivi er til staðar og mál, ið hava víðarigangandi stórar fylgjur fyri viðkomandi felag ella eftirlønargrunn, ella sum Eftirlitið annars metir tað hóskandi at leggja fyri ráðið. Eftirlitið fremur ráðsins avgerðir og kunnar tað um, hvussu dagliga virki Eftirlitsins verður røkt, heruppií Eftirlitsins viðgerð av teimum áheitanum, sum eru sendar Eftirlitinum. Stk. 2. Eftirlitið kann, tá tað røkir Eftirlitsins dagliga virki, uttan at leggja tey einstøku ítøkiligu málini fyri ráðið, taka avgerð í málum í samsvari við fastu siðvenju ráðsins ella við tey av ráðnum fráboðaðu stevnumið. Stk. 3. Uttan at leggja tað fyri ráðið, kann Eftirlitið harumframt taka avgerð í málum, ið hava bráðskund, tí endamálið annars hevði verið burtur. Frágreiðing um hetta verður givin á næsta fundi í ráðnum. Stk. 4. Um ikki ráðið tekur aðra avgerð, hevur Eftirlitið tær tingingar, ið fylgja av virksemi Eftirlitsins, við almennar myndugleikar, felagsskapir, tryggingarfeløg v.m. og privat. Sama er galdandi fyri samarbeiði við millumtjóða myndugleikar ella myndugleikar hjá øðrum londum.
§ 5 Eftirlitið tekur ímóti teimum sambært løgtingslógini um tryggingarvirksemi givnu fráboðanum og…
Eftirlitið tekur ímóti teimum sambært løgtingslógini um tryggingarvirksemi givnu fráboðanum og skrásetir hesar í samsvari við ásetingarnar í § 167 í lógini.
§ 6 Eftirlitið skal javnan kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, møguliga…
Eftirlitið skal javnan kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, møguliga við kanningum á staðnum. Stk. 2. Eftirlitið kann krevja, at allar slíkar upplýsingar, sum verða mettar neyðugar fyri tess virksemi verða fráboðaðar, heruppií tá avgerast skal, um eitt virksemi kemur undir lógina. Her kann eingin upplýsing noktast tí.
§ 7 Formaðurin ger av, um áheitan skal sendast ákærumyndugleikanum um ákæru fyri brot á ta í § 1…
Formaðurin ger av, um áheitan skal sendast ákærumyndugleikanum um ákæru fyri brot á ta í § 1 nevndu lóggávu. Mál, har serstakur ivi er til staðar, skulu tó, áðrenn tey verða send ákærumyndugleikanum, leggjast fyri ráðið.
§ 8 Avgerðir Eftirlitsins skulu fráboðast skrivliga og hava upplýsing um tey viðurskifti og…
Avgerðir Eftirlitsins skulu fráboðast skrivliga og hava upplýsing um tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerðina. Stk. 2. Avgerðir, sum kunnu kærast, skulu hava eina vegleiðing um kærumøguleika við tilskilan av kærustovni og upplýsing um mannagongdina tá kært verður, heruppií um møguliga freist.
§ 9 Ummælir um kærur um tær av Eftirlitinum tiknu avgerðir verða innan 14 dagar sendar Føroya…
Ummælir um kærur um tær av Eftirlitinum tiknu avgerðir verða innan 14 dagar sendar Føroya Landsstýri ella tí í lógarinnar § 170 nevndu nevnd. Eftirlitið gevur tær upplýsingar, ið eru neyðugar til viðgerðina av kærunum.
§ 10 Tað áliggur Eftirlitinum at gera eina ársfrágreiðing, sum Eftirlitið skal geva um sítt virksemi.…
Tað áliggur Eftirlitinum at gera eina ársfrágreiðing, sum Eftirlitið skal geva um sítt virksemi. Frágreiðingin skal almannakunngerðast.
§ 11 Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997
Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.