Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. februar 2016 Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um metal útbúgvingar við sergrein
(Tillagingar av sveinaroyndarskeiði)
§ 1 Í kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2013 um metal útbúgvingar við sergrein, verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2013 um metal útbúgvingar við sergrein, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4. verður stk. 1 orðað soleiðis: “Skúlagongdin innan sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður er 55 vikur, íroknað sveinaroyndarskeið. Skúlagongdin, íroknað sveinaroyndarskeið, er 35 vikur fyri sveisarar, 54 vikur fyri rørsmiðir og 58 vikur fyri rør- og blikksmiðir.” 2. Í § 4 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk sett: “Stk. 2. Skúlagongdin fyri sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður verður skipað soleiðis: 1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og 2) sveinaroyndarskeið, 5 vikur. Stk. 3. Skúlagongdin fyri sergreinina rørsmiður verður skipað soleiðis: 1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og 2) sveinaroyndarskeið, 4 vikur. Stk. 4. Skúlagongdin fyri sergreinina rør- og blikksmiður verður skipað soleiðis: 1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og 2) sveinaroyndarskeið, 8 vikur.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 5. 3. Í § 19, stk. 3 verður nr. 1 orðað soleiðis: ”1) 96 pultstímar, lutvíst til undirvísing og lutvíst til fyrireiking av sveinaroyndini, og” 4. § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um dreying, fresing og handverk.” 5. § 24, stk. 1. verður orðað soleiðis: “Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara, sbr. § 4, stk. 2, nr. 2, einum sveinaroyndarskeiði ið varir 4 vikur fyri rørsmið, sbr. § 4, stk. 3, nr. 2 og einum sveinaroyndarskeiði ið varir 8 vikur fyri rør- og blikksmið, sbr. § 4, stk. 4, nr. 2.” 6. Í § 24, stk. 3 verður nr. 1 orðað soleiðis: ”1) Lutvíst undirvísing í yrkislærugreinum og lutvíst fyrireiking av sveinaroyndini. Pultstímarnir vera lagdir soleiðis til rættis: a) Kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 96 pultstímar. b) Rørsmið: 72 pultstímar. c) Rør- og blikksmið: tvær ferðir 72 pultstímar.” 7. § 26, stk 1 verður orðað orðað soleiðis: “Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina handaliga uppgávu, ið er: 1) Fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 51 klokkutímar. 2) Fyri rørsmiðir: 45 klokkutímar. 3) Fyri og rør- og blikksmiðir: Tvær ferðir 45 klokkutímar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri allar næmingar,…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri allar næmingar, ið eru byrjaðir í skipanini frá skúlaárinum 2013/2014 ella seinni. Mentamálaráðið, 2. februar 2016 Rigmor Dam (sign.) landsstýriskvinna / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.