Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. februar 2000 Nr. 3

Kunngerð um ferðastuðul til verkætlanir

Kapittul 1 Treytir fyri ferðastuðli til verkætlanir

Kapittul 2 Upphæddir

Kapittul 3 Aðrar ásetingar og gildiskoma

Við heimild í §12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, verður ásett:

Kapittul 1

Treytir fyri ferðastuðli til verkætlanir

Kapittul 1 Treytir fyri ferðastuðli til verkætlanir

Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur eftir umsókn, sambært reglunum í hesi kunngerð.

Fyri at fáa ferðastuðul til verkætlanir eftir hesi skipan skal umsøkjarin: 1) Búgva í Føroyum ella hava búð í Føroyum í minsta lagi 2 ár, beint undan lestrarbyrjan ella hava búð í Føroyum, áðrenn hann/hon hevur fylt 6 ár og ikki hava búð uttanfyri Føroyar í meira enn 10 ár eftir at hann/hon hevur fylt 6 ár. 2) Ganga á eini góðkendari hægri fulltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri. 3) Vera lestrarvirkin smb. stk. 2. 4) Onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum smb. stk. 3. 5) Ongan arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul fáa smb. stk. 4. Stk. 2. Umsøkjari er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligu royndirnar, uttan at lestrartíðin verður longd munandi. Stk. 3. Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av samlaða útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt. Stk. 4. Umsøkjari, ið fær arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul er ikki stuðulsheimilaður um viðkomandi verður stuðlaður meira enn ½ av stuðulsárinum.

Við eina verkætlan skilst: 1) størri uppgáva í sambandi við lesna t.d. høvuðsuppgáva ella 2) starvsvenjing ella 3) uppihald á øðrum lærustovni. Stk. 2. Tann einstaki hevur í mesta lagi møguleika at fáa ferðastuðul til verkætlanir tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíð síni. Stk. 3. Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur til ferðing millum lond. Stk. 4. Verkætlanin skal vera partur av útbúgvingini. Stk. 5. Verkætlanin skal góðkennast av útbúgvingarstaðnum. Kapittul 2 Upphæddir

Kapittul 2 Upphæddir

Stuðulsstovnurin ásetir upphæddina fyri ferðastuðulinum til verkætlanir. Landsstýrismaðurin góðkennir ásetingina. Kapittul 3 Aðrar ásetingar og gildiskoma

Kapittul 3 Aðrar ásetingar og gildiskoma

Umsóknarfreistin til ferðastuðul til verkætlanir verður ásett av Stuðulsstovninum.

Stuðulsstovnurin ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastuðul til verkætlanir.

Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð Kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 2. februar 2000 Signar á Brúnni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ferðastuðul til verkætlanir · innanhýsis
Áður galdandi · 22. januar 2003

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙