Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Henda kunngerð er galdandi fyri fiskifør og før undir norskum og íslendskum flaggi, sum hava…§ 2Fiskifør og før, sambært § 1, skulu senda fráboðanir sambært §§ 4-10 í hesi kunngerð elektroniskt…§ 3Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at…§ 4Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu, áðrenn komið verður í…§ 5Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu senda dagliga…§ 6Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og siglir í havn, uttan at fara úr føroyskum sjógvi,…§ 7Fiskifar, sambært § 1, sum siglir úr føroyskari havn við ætlan um at fara til fiskiskap í…§ 8Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og ætlar sær at sigla úr føroyskum sjógvi, skal senda…§ 9Fiskifar, sambært § 1, sum sambært aðrari kunngerð er álagt at sigla til eftirlitsstað, tá siglt…§ 10Fiskifar, sambært § 1, við loyvi at umskipa, sum skal lata veiðu, skal senda fráboðan um…§ 11Móttøka av fráboðanum eftir hesi kunngerð verður sjálvvirkandi váttað við einari talgildari…§ 12Til ber at rætta fráboðan sambært § 5, DCA. Til ber einans at rætta í fráboðanini til kl. 12:00…§ 13Um tekniskt brek er á útgerð, sambært § 2, skal Vørn hava boð um støðuna, sum síðani samskiftir…§ 14Brot á §§ 2-5, § 6, stk. 1 og 2, §§ 7-10 og § 13, stk. 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari…§ 15Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir norskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, dagin…

Lógtekstur

28. mars 2017 Nr. 29

Kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri fiskifør undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 32, stk. 2, § 36, stk. 2, § 40, stk. 1, nr. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 58 frá 27. apríl 2001, løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003, løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Henda kunngerð er galdandi fyri fiskifør og før undir norskum og íslendskum flaggi, sum hava…

Henda kunngerð er galdandi fyri fiskifør og før undir norskum og íslendskum flaggi, sum hava loyvi frá føroyskum myndugleikum at fiska, umskipa og taka ímóti fiski í føroyskum sjógvi. Elektroniskar fráboðanir

§ 2 Fiskifør og før, sambært § 1, skulu senda fráboðanir sambært §§ 4-10 í hesi kunngerð elektroniskt…

Fiskifør og før, sambært § 1, skulu senda fráboðanir sambært §§ 4-10 í hesi kunngerð elektroniskt til Vørn umvegis fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan í flagglandinum. Stk. 2. Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at farið er útgjørt við fjarskiftisútgerð og forriti til at senda fráboðanir, sambært hesi kunngerð, sjálvvirkandi, harundir, at Vørn kann móttaka elektronisku fráboðanirnar, og at farið móttekur váttan fyri móttøku frá Vørn umvegis flagglandið. Yvirlit yvir fráboðanir, fevndar av hesi kunngerð, er lýst í skjali 1.

§ 3 Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at…

Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at fiskifarið er útgjørt við virkandi fylgisveina eftirlitsútgerð, vessel monitoring system, sum sendir knattstøðufráboðanir við upplýsingum um samleika hjá farinum, knattstøðu, kós og ferð, umframt klokkutíð, tá mátingarnar eru gjørdar. Fiskiskapur kann ikki byrja, fyrr enn skipið hevur fingið váttan frá Vørn um, at fylgisveina eftirlitsútgerðin, og fjarskiftisútgerðin og forrit, sambært § 2, stk. 2, virka. Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE

§ 4 Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu, áðrenn komið verður í…

Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv, senda fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 2 í somu raðfylgju, sum ásett í skjølunum, og fráboðanin skal gjølla greina veiðuna umborð, tá fiskifarið kemur í føroyskan sjógv. Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv. Fráboðan um dagliga veiðu og virksemi í hesum sambandi, DCA

§ 5 Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu senda dagliga…

Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu senda dagliga veiðifráboðan, ið gjølla greinar veiðuna og virksemið í hesum sambandi hjá farinum, DCA. Fráboðanin skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 3. Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast minst eina ferð um samdøgrið, eftir at fiskifarið eigur at hava sent fráboðan, sambært § 4, COE, ella fráboðan sambært § 7, DEP. Fráboðanin skal sendast í seinasta lagi kl. 23:59 UTC. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar um alla veiðuna, sum er veidd millum kl. 00:00 og 23:59 UTC. Stk. 3. Um farið byrjar nýggjan túr innan sama samdøgur, sum ein fráboðan sambært stk. 1 er send, skal nýggj fráboðan sendast áðrenn kl. 23:59 UTC. Stk. 4. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast eina ferð um samdøgrið, hóast eingin veiða er síðan seinastu fráboðan. Stk. 5. Fráboðan, sambært stk. 1, skal altíð sendast áðrenn: 1) fráboðan um, at fiskiskapurin er endaður, COX, sambært § 8, 2) fráboðan um, at komið er á eftirlitsstað, CON, sambært § 9, 3) fráboðan um komu í havn, POR, sambært § 6. Stk. 6. Tá eftirlitsmyndugleikin boðar frá, at hann kemur umborð at fremja eftirlit, skal fráboðanin sambært stk. 1 altíð sendast, áðrenn myndugleikin kemur umborð. Stk. 7. Upplýsingarnar, sambært blokk B í skjali 2, nr. 3, skulu skrásetast fyri hvørt hál, setu ella kast og skulu skrásetast, so hvørt sum setan, hálið ella kastið er liðugt. Til ber at skráseta fleiri enn eitt hál, setu ella kast samstundis. Hálið, setan ella kastið byrja, tá ið reiðskapurin fer í sjógvin og endar, tá ið hann kemur umborð aftur á farið. Fiskifør, ið royna við línu ella gørnum, kunnu tó skráseta sambært blokk B fyri hvørt samdøgur undir einum. Fráboðan um komu í havn, POR

§ 6 Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og siglir í havn, uttan at fara úr føroyskum sjógvi,…

Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og siglir í havn, uttan at fara úr føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um komu í havn, POR. Fráboðanin um komu í havn skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 4. Stk. 2. Fráboðan, sambært stk. 1, skal sendast í minsta lagi 2 tímar frammanundan komu í havn. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er umborð. Stk. 3. Um fiskifar, sambært stk. 1, siglir úr havn fyri at fara úr føroyskum sjógvi, uttan ætlanir um at byrja fiskiskap aftur í føroyskum sjógvi, er ikki neyðugt at senda fleiri fráboðanir. Fráboðan um at sigla úr havn, DEP

§ 7 Fiskifar, sambært § 1, sum siglir úr føroyskari havn við ætlan um at fara til fiskiskap í…

Fiskifar, sambært § 1, sum siglir úr føroyskari havn við ætlan um at fara til fiskiskap í føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um at sigla úr havn, DEP. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 5. Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast í seinasta lagi 2 tímar eftir, at farið er úr havn, og altíð áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal sendast uttan mun til, um fiskifarið hevur lagt veiðu upp ella ikki. Fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX

§ 8 Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og ætlar sær at sigla úr føroyskum sjógvi, skal senda…

Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og ætlar sær at sigla úr føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX. Fráboðanin skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1. og 6. Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn siglt verður úr føroyskum sjógvi. Fráboðan skal altíð sendast, áðrenn fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON, sambært § 9, er send. Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON

§ 9 Fiskifar, sambært § 1, sum sambært aðrari kunngerð er álagt at sigla til eftirlitsstað, tá siglt…

Fiskifar, sambært § 1, sum sambært aðrari kunngerð er álagt at sigla til eftirlitsstað, tá siglt verður í føroyskan sjógv ella úr føroyskum sjógvi, skal sigla til eitt av teimum í skjali 4 nevndu eftirlitsstøðum, og senda fráboðan hesum viðvíkjandi, CON. Stk. 2. Fráboðanin, CON, sambært stk. 1, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 7, og skal sendast sambært teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í kunngerðini, sum áleggur fiskifarinum at sigla til eftirlitsstað. Stk. 3. Fiskifar, sum landar í føroyskari havn, skal tó ikki boða frá sambært stk. 1. Stk. 4. Fiskifar, sum eftir fráboðan sambært stk. 1 fær boð frá Vørn um at sigla beinleiðis á fiskileið ella úr føroyskum sjógvi, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað sambært stk. 1. Fráboðan um umskiping og móttøku av veiðu, TRA

§ 10 Fiskifar, sambært § 1, við loyvi at umskipa, sum skal lata veiðu, skal senda fráboðan um…

Fiskifar, sambært § 1, við loyvi at umskipa, sum skal lata veiðu, skal senda fráboðan um umskiping av veiðu, TRA. Fráboðanin skal sendast, í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn umskipingin kann fara fram. Stk. 2. Far, sambært § 1, við loyvi at taka ímóti veiðu, sum skal taka ímóti veiðu frá fiskifari, skal senda fráboðan um móttøku av veiðu, TRA. Fráboðanin skal lastast í seinasta lagi 1 tíma eftir, at veiðan er umskipað. Stk. 3. Fráboðanin, TRA, sambært stk. 1 og 2, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1. og 8. Váttan fyri móttøku av fráboðan, RET

§ 11 Móttøka av fráboðanum eftir hesi kunngerð verður sjálvvirkandi váttað við einari talgildari…

Móttøka av fráboðanum eftir hesi kunngerð verður sjálvvirkandi váttað við einari talgildari váttanarfráboðan, RET. Um fráboðanin er rætt fráboðað, verður hon harafturat váttað sum góðkend, ACK. Um fráboðanin ikki sjálvvirkandi verður váttað ella ikki kann góðkennast, verður sjálvvirkandi fráboðan send um, at fráboðanin ikki kann góðkennast, NAK. Fráboðanin, RET, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 7. Stk. 2. Fráboðanir, sambært hesi kunngerð, eru ikki móttiknar, fyrr enn fráboðanin er góðkend við afturmeldingini ACK. Rættingar og afturtøkur av fráboðanum

§ 12 Til ber at rætta fráboðan sambært § 5, DCA. Til ber einans at rætta í fráboðanini til kl. 12:00…

Til ber at rætta fráboðan sambært § 5, DCA. Til ber einans at rætta í fráboðanini til kl. 12:00 UTC dagin eftir, at fráboðanin varð send. Tað ber ikki til at rætta fráboðanina eftir, at fráboðan um, at fiskiskapur steðgar, COX, er send, ella eftir, at fráboðan um komu í havn, POR, er send. Stk. 2. Til ber at taka aftur fráboðanir sambært § 4, COE, § 6, POR, § 7, DEP, § 8, COX, § 9, CON og § 10, TRA, við at senda nýggja fráboðan við frámerki um afturtøku. Frámerki um afturtøku merkir, at fyrra fráboðanin verður strikað. Fráboðanin um afturtøku skal hava sama fráboðanarnummar, RN kodu, sum fráboðanin, sum ætlanin er at taka aftur, hevur. Síðan verður nýggj fráboðan send við nýggjum fráboðanarnummari. Stk. 3. Til ber einans at taka aftur ella rætta fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE, sambært § 4, áðrenn komið er inn í føroyskan sjógv. Til ber einans at gera rættingar um veiðinøgd, OB. Stk. 4. Til ber einans at taka aftur fráboðan um komu í havn, POR, sambært § 6, áðrenn komið er í havn. Stk. 5. Til ber einans at taka aftur fráboðan um at sigla úr havn, DEP, sambært § 7, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Stk. 6. Til ber einans at taka aftur fráboðan um, at fiskiskapur steðgar, COX, sambært § 8, áðrenn siglt verður úr føroyskum sjógvi. Stk. 7. Til ber einans at taka aftur fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON, sambært § 9, áðrenn komið er til eftirlitsstaðið. Stk. 8. Til ber einans at taka aftur fráboðan um umskiping og móttøku av veiðu, TRA, sambært § 10, áðrenn umskipingin er byrjað. Tekniskt brek

§ 13 Um tekniskt brek er á útgerð, sambært § 2, skal Vørn hava boð um støðuna, sum síðani samskiftir…

Um tekniskt brek er á útgerð, sambært § 2, skal Vørn hava boð um støðuna, sum síðani samskiftir um fráboðanir við viðkomandi flagglandsmyndugleika sambært avtalu millum londini. Stk. 2. Farið kann ikki byrja nýggjan túr, fyrr enn útgerðin, sambært § 2, aftur er virkin. Revsing

§ 14 Brot á §§ 2-5, § 6, stk. 1 og 2, §§ 7-10 og § 13, stk. 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari…

Brot á §§ 2-5, § 6, stk. 1 og 2, §§ 7-10 og § 13, stk. 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóggávu. Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt. Gildiskoma

§ 15 Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir norskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, dagin…

Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir norskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir íslendskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, 1. juli 2017. Fiskimálaráðið, 28. mars 2017 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) Skjal 1 Yvirlit yvir fráboðanarsløg Slag av fráboðan Koda Frágreiðing Fiskiskapur byrjar COE Fráboðan um veiðu umborð, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv Daglig veiða og virksemi í hesum sambandi DCA Fráboðan við nágreiniligum upplýsingum um dagligu veiðuna Sigla í havn POR Fráboðan um, at farið siglir í føroyska havn Sigla úr havn DEP Fráboðan um, at farið siglir úr føroyskari havn og heldur á at fiska Veiða við enda COX Fráboðan um nøgd av veiðu umborð, og at farið gevst at fiska og siglir úr føroyskum sjógvi Sigla til eftirlitsstað CON Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, áðrenn siglt verður í føroyskan sjógv á fiskileið ella úr føroyskum sjógvi Umskiping TRA Fráboðan um, at farið ætlar at lata ella taka ímóti veiðu Afturmelding RET Váttan um, at fráboðanin er send. Ein fráboðan er ikki móttikin hjá eftirlitsmyndugleikanum, fyrr enn skipið hevur móttikið váttan um, at fráboðanin er góðkend “ ACK”. Skjal 2 Fráboðanir 1) Upplýsingar og uppseting av dátum, sum verða nýttar í samskiftinum millum fiskiveiðieftirlitsmyndugleikar (FMC) Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Frágreiðing: Upplýsingar, sum flagglandið hjá fiskifarinum gevur, tá ein fráboðan verður send víðari til Vørn Frá FR K Landakodan hjá partinum, sum sendir fráboðan (sí skjal 3) Nummar á fráboðan RN K Einstaka fráboðanarnummarið Dagseting fyri fráboðan RD K UTC dagseting av fráboðan frá FMC (YYYYMMDD) Tíðaráseting fyri fráboðan RT K UTC tíðaráseting av fráboðan frá FMC (HHMM) Nummarið á fyrru fráboðanini RX K Um ein fráboðan verður rættað ella strikað, skal nummarið á viðkomandi fráboðan skrivast í henda teig FMC frámerki FM K FMC frámerki, sum lýst í avtaluni landanna millum Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Adressa AD K Adressukoda FRO Kallimerki RC K Altjóða kallimerki hjá viðkomandi fari Dagseting fyri fráboðan DA K UTC dagseting av fráboðan frá FMC (YYYYMMDD) Tíðaráseting fyri fráboðan TI K UTC tíðaráseting av fráboðan frá FMC (HHMM) Skipari MA K Navn á skipara Raðnummar SQ K Raðnummar á fráboðan frá fari til flagglandið í viðkomandi álmanakkaári Slag av fráboðan TM K Slag av fráboðan lýst í 3-stavskodu (sum lýst í skjali 1) 2) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikarnar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Frágreiðing: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “COE” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Breiddarstig XT K Breiddarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) Longdarstig XG K Longdarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) Veiða umborð, slag, rund vekt OB K Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO koda (SN). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. (WT) Mett breiddarstig LT K Breiddarstig, har ætlanin er at byrja fiskiskap, í desimalum (WGS84) Mett longdarstig LG K Longdarstig, har ætlanin er at byrja fiskiskap, í desimalum (WGS84) Mett dagfesting PD K Dagfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (YYYYMMDD) Mett tíðarfesting PT K Mett UTC tíðarfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (HHMM) Beinleiðis veiða DS K Fiskaslagið, sum ætlanin er at veiða, lýst í FAO slagkodu (bert ein koda) Øki RA V ICES øki, har ætlanin er at byrja fiskiskap 3) Fráboðan um veiðu og virksemi í hesum sambandi, DCA Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Blokk A Hesin partur inniheldur upplýsingar fyri allan dagin Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “DCA” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Virksemi AC K Virksemi skipsins (Kodur – sí skjal 6). REL skal nýtast fyri før, ið pumpa úr reiðskapi hjá øðrum fari. SET skal nýtast av førum, ið fiska við gørnum ella línu, tá førini seta. Blokkur B er ikki kravt, um virksemið er ANC, DRI, STE ella SET. Makkari PA K1) Kallimerki á makkara, tá ið talan er um partroling Blokk B Hesin partur inniheldur upplýsingar fyri hvørt einstakt hál, setu ella kast Blokk dagfesting BD K UTC dagfesting fyri byrjan av hálinum, setuni ella kastinum (YYYYMMDD) Blokk tíðarfesting BT K UTC tíðarfesting fyri byrjan av hálinum, setuni ella kastinum (HHMM) Breiddarstig við byrjan LT K Breiddarstig, við byrjan av fiskiskapi, í desimalum (WGS84) Longdarstig við byrjan LG K Longdarstig, við byrjan av fiskiskapi, í desimalum (WGS84) Byrjanarøki ZO K Zone of (LT /LG) (ISO-3 landakoda fyri Føroyar, Noreg og Ísland ) Slag av troli GS K2) 1 = trol 2 = dupult trol 3 = trídupult trol ella fleiri Fiskireiðskapur GE K FAO reiðskapskoda Reiðskapsbrek GP K3) 1 = einki á/í 2 = net er skrædnað 3 = sprongt trolið 4 = hol á trolposa 5 = mistur reiðskapur 6 = annað Breiddarstig við enda XT K Breiddarstig við enda á háli, setu ella kasti í desimalum (WGS84) Longdarstig við enda XG K Longdarstig við enda á háli, setu ella kasti í desimalum (WGS84) Tíðarlongd DU K Longd á fiskiatgerð í minuttum Pumpa frá TF K4) Kallimerki á farinum, ið pumpað verður frá Fiskiatgerð (nøgd av nýttum reiðskapi) FO K5) Samlað tal av húkum ella samlað longd av gørnum, ið er sett. Undirslag SS K6) Undirslag (subspecies) sambært skjali 5. Fiskaslag í rundari vekt CA K Samlað fiskað nøgd í rundari vekt, sum er fiskað í fiskiatgerðini (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN). Rund vekt í kilogram (WT). 4) Fráboðan um komu í havn, POR Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “POR” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Nøgd av veiðu umborð greinað á fiskaslag og vekt OB K Nøgd av veiðu umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) Nøgd av landaðari ella ikki landaðari veiðu greinað á fiskaslag og vekt KG K Nøgd av veiðu greinað á fiskaslag (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) Havn PO K Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) Landingarstað LS K7) Navn á keypara ella aðrar upplýsingar, ið lýsa júst hvar á havnarlagnum, landað verður (ikki meiri enn 100 stavilsi) Mett dagseting PD K Mett dagseting fyri komu í havn (YYYYMMDD) Mett tíðarfesting PT K Mett UTC tíðarfesting fyri komu í havn (HHMM) 5) Fráboðan um at sigla úr havn , DEP Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “DEP” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Havn PO K Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) Dagfesting fyri fráferð ZD K UTC dagfesting fyri fráferð úr havn (YYYYMMDD) Tíðarfesting fyri fráferð ZT K UTC tíðarfesting fyri fráferð úr havn (HHMM) Veiða umborð OB K Nøgd av veiðu umborð við fráferð. FAO slagkoda (SN) í rundari vekt í kilogram (WT) Virksemi fyri farið AC K Hvat slag av virksemi, ið farið ætlar at fara undir “Høvuðsvirksemi hjá farinum”, sum lýst í skjali 6 6) Fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “COX” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Nøgd umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) OB K Nøgd umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT)) Havn PO V Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) 7) Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM M Slag, “CON” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Eftirlitsstað CP M Navn á eftirlitsstaði, sí skjal 4 Breiddarstig XT K Breiddarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) Longdarstig XG K Longdarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) Mett dagfesting PD M UTC dagfesting, tá ið skipari væntar av vera á eftirlitsstaðnum (YYYYMMDD) Mett tíðarfesting PT M UTC tíðarfesting, tá ið skipari væntar av vera á eftirlitsstaðnum (HHMM) 8) Fráboðan um umskiping, TRA Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar Dátulutur: Koda: Kravt / Valfrítt Viðmerking: Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: Slag av fráboðan TM K Slag, “TRA” Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan Veiðinøgd umborð OB K Veiðinøgd umborð flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) Nøgd á landaðari ella ikki landaðari veiðu greinað á fiskaslag og vekt KG K Veiðinøgd flokkað eftir fiskasløgum (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN). Veiðan skal gerast upp í rundari vekt í kg. (WT) Breiddarstig XT K8) Breiddarstig, tá fráboðanin verður send, við desimalum (WGS84) Longdarstig XG K9) Longdarstig, tá fráboðanin verður send, við desimalum (WGS84) Mett dagfesting PD K10) Mett UTC dagfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (YYYYMMDD) Mett tíðarfesting PT K11) Mett UTC tíðarfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (HHMM) Umskipað til TT K12) Kallimerkið hjá móttakaraskipinum Tikið ímóti frá TF K13) Kallimerkið hjá skipinum, sum letur veiðu Havn PO K14) Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) Skjal 3 ISO-3 landakoda Øki ISO-3 Landakoda Íslendskt øki ISL Norskt búskaparøki NOR Fiskiverndarøkið við Svalbard XSV Fiskiverndarøkið við Jan Mayen XJM Økið við Svalbard XSI Skagerakk XSK ES sjógvur XEU Russiskt øki RUS Grønlendskt øki GRL Føroyskt øki FRO NEAFC skipanarøkið XNE NAFO skipanarøkið XNW CCAMLR skipanarøkið XCA Skjal 4 Listi yvir føroysk eftirlitsstøð Navn á eftirlitsstøðum Knattstøður ALPHA 62°00'N - 005°30'V BRAVO 60°45'N - 006°30'V CHARLIE 62°00'N - 008°30'V DELTA 62°45'N - 007°30'V ECHO 60°15'N - 006°30'V Skjal 5 Listi yvir undirheiti á fiskasløgum at nýta í SS teiginum í DCA-fráboðanini Undirheitiskoda Slagkoda Navn Vísindaligt navn FRO01 NSI Norðhavssild Clupea harengus FRO02 HSI Heystgýtandi sild Clupea harengus Skjal 6 Høvuðsvirksemi hjá skipinum Koda Allýsing ANC Liggja fyri akker DRI Liggja og reka FIS Fiska* GUD Verjuskip HAU Hála PRO Framleiða REL Pumpa veiðu úr reiðskapi hjá øðrum fiskifari SCR Rannsóknarferð SET Seta reiðskap STE Í sigling TRX Umskipa INW Kroka/liggja fyri veður SEF Leita eftir fiski uttan at fiska OTH Annað *Høvuðsvirksemi í DCA-fráboðan er altíð FIS, um farið tekst við fiskiskap. Skjal 7 Móttøkufráboðan, RET Snið at nýta í samskifti millum fiskiveiðieftirlitsmyndugleikar, FMC Data Element: Code: Kravt/valfrítt Frágreiðing: Móttøkustað, adressa AD K Alpha-3 ISO landakoda hjá móttakarastaði Avsendari FR K Alpha-3 ISO landakoda hjá avsendara av afturmeldingfráboðan Kallimerki RC K Kallimerki á farinum, sum fráboðanin snýr seg um Raðnummar SQ K 15) Raðnummar á fráboðan frá farinum í viðkomandi álmanakkaári Slag av fráboðan TM K Fráboðanarslag: “RET” fyri móttøkufráboðan Støða fyri móttøku RS K Koda, sum vísir, um fráboðanin er góðkend (ACK) ella ikki góðkend (NAK) Feilkoda RE K 16) Nummar, sum vísir slag av feilkodu Nummar á undanfarnari fráboðan RX K17) Nummar, sum er tikið úr undanfarnu fráboðan Nummar tikið úr móttiknu fráboðan RN K Nummar, sum er tikið úr fráboðan Dagfesting DA K UTC dagfesting fyri móttøkufráboðan (RET) (YYYYMMDD) Tíðarfesting TI K UTC tíðarfesting fyri móttøkufráboðan (RET) (HHMM) Viðmerking MS V Viðmerking, sum er valfrítt at leggja afturat 1) Bert krav, um talan er um partroling. 2) Bert kravt fyri trolfiskiskap. 3) Bert kravt, um tað eru trupulleikar. 4) Bert kravt, tá pumpað verður frá øðrum fiskifari. 5) Bert kravt fyri fiskiskap við gørnum ella línu. 6) Bert kravt, um dátuluturin AC er FIS og veiðan FIS inniheldur nakað av sløgunum, sum eru lýst í skjali 5. 7) Bert kravt, um landað verður. 8) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan. 9) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan. 10) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan. 11) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan. 12) Bert krav í fráboðan frá skipinum sum letur veiðu. 13) Bert krav í fráboðan frá skipinum sum tekur ímóti veiðu. 14) Krav fyri skipið sum letur, um umskipað verður við land. 15) Einans krav, um SQ er latið fyri fráboðanina frá farinum. 16) Einans krav, um tað eru villur í móttiknu fráboðanini. 17) Einans krav, um RX er latið fyri móttiknu fráboðanina.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙