Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mars 2001 Nr. 29

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk

§ 1 Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, við seinni…

Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, við seinni broytingum, verður § 40, stk. 3, orðað soleiðis: “Stk. 3. Sjófólk, ið eru ella áður hava verið við fiskiskipum, og sum hava siglt í 1 ár ella meira síðani 1. oktober 1995 og fram til tann dag hendan kunngerð fær gildi, skulu í seinasta lagi 1. januar 2002 hava staðið góðkent trygdarskeið.”

§ 2 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 8. mars 2001 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Andras Kristiansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙