Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. apríl 2015 Nr. 28
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við…
Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 22. september 2009, kunngerð nr. 85 frá 26. juni 2012 og kunngerð nr. 123 frá 1. november 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í §§ 9 og 17 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 og løgtingslóg nr. 14 frá 16. mars 2015, verður ásett:” 2. Aftan á § 60 verður sett: “§ 60 a. Loyvt er tannrøktarum, sum hava løggilding sbrt. § 65, stk. 1 í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, og sum hava egið vinnuvirksemi sum slíkir, skrivliga at bíleggja niðanfyri nevnda heilivág til nýtslu í praksis: 1) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain uttan vasokonstriktor: Upploysing til innspræningar 30 mg/ml í tubulum á 1,7 ml ella 1,8 ml. 2) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur lidocain tilsett vasokonstriktor (katekolamin): Upploysing til innspræningar 2%, 1 ml, sum inniheldur 20 mg av lidocain og 12,5 mikrogram av adrenalin í tubulum á 1,8 ml. 3) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain tilsett vasokonstriktor (katekolamin): Upploysing til innspræningar, 1 ml inniheldur 20 mg av mepivacain og 10 mikrogram av adrenalin, tubulur á 1,7 ml. 4) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur prilocain tilsett vasokonstriktor (felypressin): Upploysing til innspæningar 3%, 1 ml inniheldur 30 mg prilocain og 0,54 mikrogram felypressin, tubulur á 1,8 ml. 5) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 5 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml. 6) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 10 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml. 7) Adrenalin upploysing til innspræningar 1 mg/ml í ampullum á 1 ml. 8) Tilbúningar, sum innihalda natriumfluorid: a) Dental suspensión 50 mg natriumfluorid/ml. b) Dental suspensión í lakki, sum inniheldur 60 mg natriumflourid/ml og 60 mg calciumfluorid/ml. c) Upploysing at skola munnin við 0,2% natriumfluorid. d) Upploysing at pensla tenn við 2% natriumfluorid. Stk. 2. Uttan á heilivágssløg, ið nevnd eru í stk. 1, skal apotekið seta hesar upplýsingar: 1) Navn tannrøktarans. 2) Tær í § 59, nr. 2-5 nevndu upplýsingar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 21. apríl 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.