Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. apríl 2014 Nr. 28
Kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC
Við heimild í § 9, stk. 2, § 36, stk. 1 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007 og løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi í tí partinum av…
Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi í tí partinum av sáttmálaøkinum hjá North East Atlantic Fisheries Commission, NEAFC, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum, NEAFC-skipanarøkið. Allýsingar
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir 1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sbrt. Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980. 2) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá North East Atlantic Fisheries Commission, NEAFC, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum. 3) Botnreiðskapur: Reiðskapur, sum undir fiskiskapi vanliga nertir við havbotnin, herundir botntrol og botnlína. 4) Verandi fiskileiðir: Fiskileiðir, sum NEAFC hevur eyðmerkt sum verandi fiskileiðir. Knattstøður fyri verandi fiskileiðir eru í fylgiskjali 1. 5) Nýggjar fiskileiðir: Fiskiøki í NEAFC-skipanarøkinum, ið ikki eru eyðmerkt sum verandi fiskileiðir. Friðaðar leiðir
§ 3 Fyri at verja og varðveita viðbreknar vistskipanir, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi…
Fyri at verja og varðveita viðbreknar vistskipanir, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður á teimum í stk. 2-14 nevndu leiðum. Stk. 2. Norðarlaga á Miðatlantsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 59° 45' N 33° 30' V 2) 57° 30' N 27° 30' V 3) 56° 45' N 28° 30' V 4) 59° 15' N 34° 30' V 5) 59° 45' N 33° 30' V Stk. 3. Mitt á Miðatlantsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 53° 30' N 38° 00' V 2) 53° 30' N 36° 49' V 3) 55° 04.5327' N 36° 49' V 4) 54° 58.9914' N 34°41.363'V 5) 54° 41.1841' N 34° 00' V 6) 53° 30' N 34° 00' V 7) 53° 30' N 30° 00' V 8) 51° 30' N 28° 00' V 9) 49° 00' N 26° 30' V 10) 49° 00' N 30° 30' V 11) 51° 30' N 32° 00' V 12) 51° 30' N 38° 00' V 13) 53° 30' N 38° 00' V Stk. 4. Sunnarlaga á Miðatlantsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 44° 30' N 30° 30' V 2) 44° 30' N 27° 00' V 3) 43° 15' N 27° 15' V 4) 43° 15' N 31° 00' V 5) 44° 30' N 30° 30' V Stk. 5. Altair innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 45° 00' N 34° 35 ' V 2) 45° 00' N 33° 45 ' V 3) 44° 25' N 33° 45 ' V 4) 44° 25' N 34° 35 ' V 5) 45° 00' N 34° 35 ' V Stk. 6. Antialtair innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 43°45' N 22°50' V 2) 43°45' N 22°05' V 3) 43°25' N 22°05' V 4) 43°25' N 22°50' V 5) 43°45' N 22°50' V Stk. 7. Hatton Bank innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 59° 26' N 14° 30 ' V 2) 59° 12' N 15° 08 ' V 3) 58° 34' N 16° 47' V 4) 58° 29' N 17° 25' V 5) 58° 30' N 17° 52 ' V 6) 58° 03' N 17° 52 ' V 7) 58° 03' N 17° 30 ' V 8) 57° 55' N 17° 30 ' V 9) 57° 45' N 19° 15 ' V 10) 58° 11.15' N 18° 57.51 ' V 11) 58° 11.57' N 19° 11.97 ' V 12) 58° 27.75' N 19° 11.65 ' V 13) 58° 39.09' N 19° 14.28 ' V 14) 58° 38.11' N 19° 01.29 ' V 15) 58° 53.14' N 18° 43.54 ' V 16) 59° 00.29' N 18° 01.31 ' V 17) 59° 08.01' N 17° 49.31 ' V 18) 59° 08.75' N 18° 01.47 ' V 19) 59° 15.16' N 18° 01.56 ' V 20) 59° 24.17' N 17° 31.22 ' V 21) 59° 21.77' N 17° 15.36 ' V 22) 59° 26.91' N 17° 01.66' V 23) 59° 42.69' N 16° 45.96' V 24) 59° 20.97' N 15° 44.75' V 25) 59° 21' N 15° 40' V 26) 59° 26' N 14° 30' V Stk. 8. Útnyrðingsparturin av Rockall innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 57° 00' N 14° 53 ' V 2) 57° 37' N 14° 42 ' V 3) 57° 55' N 14° 24 ' V 4) 58° 15' N 13° 50 ' V 5) 57° 57' N 13° 09 ' V 6) 57° 50' N 13° 14 ' V 7) 57° 57' N 13° 45 ' V 8) 57° 49' N 14° 06 ' V 9) 57° 29' N 14° 19 ' V 10) 57° 22' N 14° 19 ' V 11) 57° 00' N 14° 34 ' V 12) 56° 56' N 14° 36 ' V 13) 56° 56' N 14° 51 ' V 14) 57° 00' N 14° 53 ' V Stk. 9. Útsynningsparturin av Rockall, Empress of Britain Bank, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 56° 24' N 15° 37' V 2) 56° 21' N 14° 58' V 3) 56° 04' N 15° 10' V 4) 55° 51' N 15° 37' V 5) 56° 10' N 15° 52' V 6) 56° 24' N 15° 37' V Stk. 10. Útsynningsparturin av Rockall, Empress of Britain Bank, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 55° 56.9' N 16° 11.3' V 2) 55° 58.2' N 16° 11.3' V 3) 55° 58.3' N 16° 02.8' V 4) 55° 56.9' N 16° 02.8' V 5) 55° 56.9' N 16° 11.3' V Stk. 11. Útsynningsparturin av Rockall, Empress of Britain Bank, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 55° 49.9' N 15° 56' V 2) 55° 48.5' N 15° 56' V 3) 55° 48.3' N 15° 50.6' V 4) 55° 49.6' N 16° 50.6' V 5) 55° 49.9' N 15° 56' V Stk. 12. Logachev-leiðin innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 55°17' N 16° 10' V 2) 55°34' N 15° 07' V 3) 55°50' N 15° 15' V 4) 55°33' N 16° 16' V 5) 55°17' N 16° 10' V Stk. 13. Vestari partur av Rockall innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 57° 20' N 16° 30' V 2) 57° 05' N 15° 58' V 3) 56° 21' N 17° 17' V 4) 56° 40' N 17° 50' V 5) 57° 20' N 16° 30' V Stk. 14. Edora Banki innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð: 1) 56° 26' N 22° 26' V 2) 56° 28' N 22° 04' V 3) 56° 16' N 21° 42' V 4) 56° 05' N 21° 40' V 5) 55° 55' N 21° 47' V 6) 55° 45' N 22° 00' V 7) 55° 43' N 23° 14' V 8) 55° 50' N 23° 16' V 9) 56° 05' N 23° 06' V 10) 56° 18' N 22° 43' V Fiskiskapur á verandi leiðum
§ 4 Fyri at verja viðbreknar vistskipanir skal skipari á fiskifari, sum roynir við botnreiðskapi,…
Fyri at verja viðbreknar vistskipanir skal skipari á fiskifari, sum roynir við botnreiðskapi, eftir hvørt hál ella hvørja setu meta um nøgdir av korallum og osti í hálinum ella setuni. Er nøgdin meira enn 30 kg av livandi korallum ella 400 kg av livandi osti, skal fiskifarið uttan ógrundað drál: 1) Boða VØRN frá hesum við upplýsingum um stað og nøgd av korallum og osti, og 2) steðga fiskiskapinum og flyta í minsta lagi 2 fjórðingar frá tí staði, sum mest sannlíkt er, at viðbrekna vistskipanin er. Fiskiskapur á nýggjum leiðum
§ 5 Til fiskiskap á nýggjum leiðum krevst – umframt vanligt fiskiloyvi til fiskiskap í…
Til fiskiskap á nýggjum leiðum krevst – umframt vanligt fiskiloyvi til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum - serstakt royndarloyvi. Stk. 2. Treytin, fyri at fáa serstakt royndarloyvi sbrt. stk. 1, er, at fiskifarið hevur latið Fiskimálaráðnum: 1) Gjølliga lýsta ætlan fyri royndunum, herundir reiðskap, fiskaslag, hjáveiðu, tíðarskeið og fiskileiðir, 2) ætlan um at minka um skaða á viðbreknar vistskipanir undir fiskiskapinum, 3) gjølliga ætlan fyri skráseting av allari veiðu, og 4) ætlan um at samla upplýsingar um viðbreknar vistskipanir og fiskasløg.
§ 6 Fiskiskapur á nýggjum leiðum er bert loyvdur, um fiskifarið hevur eygleiðara umborð. Eygleiðarin…
Fiskiskapur á nýggjum leiðum er bert loyvdur, um fiskifarið hevur eygleiðara umborð. Eygleiðarin skal vera komin umborð, áðrenn skipið byrjar fiskiskap. Fiskifarið ber útreiðslurnar av eygleiðaranum til løn, kost og uppihald. Stk. 2. Eygleiðarin skal, eftir leiðbeining frá Havstovuni, skráseta alla veiðu, gera mátingar av fongi, taka sýni o.tíl. Allar upplýsingar frá royndunum skulu latast Fiskimálaráðnum skrivliga.
§ 7 Skipari á fiskifari, sum roynir á nýggjum leiðum, skal eftir hvørt hál ella hvørja setu meta um…
Skipari á fiskifari, sum roynir á nýggjum leiðum, skal eftir hvørt hál ella hvørja setu meta um nøgdirnar av korallum og osti í hálinum ella setuni. Er nøgdin meira enn 30 kg av livandi korallum ella 400 kg av livandi osti, skal skiparin uttan ógrundað drál: 1) Boða VØRN frá hesum við upplýsingum um stað og nøgd av korallum og osti, og 2) steðga fiskiskapinum og flyta í minsta lagi 2 fjórðingar frá tí staði, sum mest sannlíkt er, at viðbrekna vistskipanin er. Revsireglur
§ 8 Brot á § 3, § 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og § 7 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing…
Brot á § 3, § 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og § 7 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót, sbrt. § 40, stk. 3 í lógini. Stk. 2. Sbrt. § 45, stk. 1 í lógini kann VØRN beinanvegin taka inn fiskiloyvið, er skipari á fiskifari skuldsettur fyri brot á hesa kunngerð, ella fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sbrt. hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildiskoma
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 9. apríl 2014 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) Fylgiskjal 1 Knattstøður fyri ”verandi fiskileiðir” í NEAFC-skipanarøkinum Longdarstig ('+'=E, '-'=V) BAR 1 Breiddarstig Longdarstig 74.1356 41.0604 73.7439 41.36 73.4273 41.0317 73.1143 40.7075 72.6406 40.5967 72.1881 40.5433 72.2545 39.7799 72.681 38.8237 73.0749 37.6254 73.373 36.6445 73.6367 35.364 73.9028 34.1123 73.9778 33.7019 74.2908 35.0644 74.576 36.0207 74.9065 36.9441 75.0406 37.2724 75.3456 38.0887 75.801 38.9516 76.2513 39.5952 76.8997 42.8932 76.7279 44.7579 76.2339 43.895 76.02 42.0669 75.5715 42.1034 75.0994 39.5952 74.1356 41.0604 HAR 1 Breiddarstig Longdarstig 60.05567 -14.20475 59.67083 -14.02749 59.52617 -14.25622 59.31967 -14.63934 59.24950 -14.87379 59.11783 -14.95385 59.06200 -15.74297 58.97650 -15.92023 59.06200 -16.30335 59.29917 -16.52065 59.61600 -16.52065 59.61600 -15.44562 59.80050 -14.82804 60.06700 -14.34199 HAR 2 Breiddarstig Longdarstig 59.69975 -16.70935 59.24958 -16.80656 59.15296 -17.46988 58.99131 -17.33836 59.08839 -16.95524 58.96184 -16.70935 58.45995 -17.45844 58.18971 -17.51563 58.09011 -17.22971 57.97203 -17.24115 57.91437 -17.10391 57.82922 -17.09247 57.55109 -17.78438 57.49275 -18.20753 57.29554 -18.49345 57.21512 -18.81939 57.06620 -19.35119 56.49922 -19.53989 56.61268 -20.02022 56.37910 -20.43765 56.37910 -20.64351 56.49922 -20.84937 56.61897 -20.84937 56.83543 -20.42622 57.23679 -20.56346 57.58176 -20.56346 57.85661 -20.18033 57.92348 -19.88298 58.48089 -19.24254 58.68061 -19.28257 58.97658 -18.99665 59.21447 -18.28759 59.27003 -17.92162 59.50009 -17.66430 59.69975 -16.70935 HAR 3 Breiddarstig Longdarstig 54.94064 -17.20112 54.58101 -18.03027 54.40831 -18.39624 54.47814 -19.05384 54.41497 -19.31116 53.97674 -19.95160 54.18473 -20.12887 54.33503 -20.10028 54.63731 -19.39121 54.98003 -19.25398 55.06854 -18.73933 55.43033 -18.68215 55.40761 -18.41339 55.14377 -17.77295 54.95049 -18.03027 54.98003 -17.13250 54.94064 -17.20112 HAR 4 Breiddarstig Longdarstig 58.486865 -14.753707 58.065919 -14.77658 57.492746 -14.685089 56.938519 -14.54785 56.581193 -14.301966 55.5696 -15.457054 55.514599 -15.788712 55.391375 -15.948824 55.211565 -16.752285 55.288386 -16.897232 55.432928 -16.866717 55.522281 -16.686169 55.508123 -17.584245 55.68582 -17.841567 56.293514 -17.790102 56.499223 -17.475598 56.750876 -17.395543 56.89482 -17.132503 56.916675 -16.77797 57.190347 -16.709352 57.153145 -15.788712 57.270817 -15.394153 57.618818 -15.305353 57.84148 -15.31044 57.953645 -15.485902 58.066806 -15.437586 58.213116 -15.485902 58.388159 -15.239237 58.362824 -15.134977 58.501805 -14.902383 58.486865 -14.753707 HAR 5 Breiddarstig Longdarstig 55.853089 -19.963039 55.43682 -19.745745 55.336125 -20.237516 55.485451 -20.723568 55.785625 -20.454809 55.853089 -19.963039 JOS 1 Breiddarstig Longdarstig 37.062127 -14.170332 36.714968 -14.104407 36.552059 -14.185426 36.562204 -14.266755 36.702867 -14.538464 36.879505 -14.556023 37.055982 -14.241493 37.062127 -14.170332 MAR1 Breiddarstig Longdarstig 57.17172 -33.34189 57.09757 -33.12413 56.72929 -33.48849 56.49432 -33.56962 56.37313 -34.01653 56.52887 -34.24425 56.74490 -34.14462 57.15165 -33.50699 MAR 2 Breiddarstig Longdarstig 44.74949 -25.21871 44.48731 -24.96838 44.37494 -25.28666 44.56889 -25.42612 44.79772 -25.33314 MAR 3 Breiddarstig Longdarstig 45.68403 -27.25707 45.47629 -27.14263 45.42863 -27.41799 45.20230 -27.62182 45.18718 -27.76129 45.49134 -27.87573 45.66904 -27.66831 45.66904 -27.25707 MAR 4 Breiddarstig Longdarstig 46.38435 -27.62182 46.0528 -27.64686 46.0528 -27.91864 46.39915 -27.91864 46.39915 -27.66831 MAR 5 Breiddarstig Longdarstig 47.5556 -27.43945 47.29188 -27.30356 47.29188 -27.8042 47.46381 -27.94367 47.72426 -27.8042 47.5556 -27.48593 REYKJANES RIDGE Breiddarstig Longdarstig 60.9844 -27.0000 60.8811 -27.4432 60.8893 -27.6897 60.9592 -27.8432 61.0295 -27.7756 61.1569 -28.0560 61.1901 -28.0221 60.9844 -27.0000
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.