Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. mai 1991 Nr. 28
Kunngerð um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunum
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Hundar í Tórshavnar og Argja kommunum skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri…
Hundar í Tórshavnar og Argja kommunum skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
§ 2 Brot á § 1 verða sektað við bót
Brot á § 1 verða sektað við bót.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 16 frá 23. apríl 1991 um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunu úr gildi.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.