Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mars 2001 Nr. 28
Kunngerð um broyting í kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki
§ 1 Í kunngerð nr. 94 frá 22. juni 2000 um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella…
Í kunngerð nr. 94 frá 22. juni 2000 um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í heimildarorðingini verða orðini “í § 7, stk. 1, í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni við seinni broytingum” broytt til: “í § 11, stk. 2 og 4, í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni,”. 2. Í heimildarorðingini verða orðini “í § 17, stk. 2, í løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar” broytt til: “í § 15, stk. 4, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálastýrið, 6. mars 2001 Tórbjørn Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.