Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. apríl 2011 Nr. 27
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit
§ 1 Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og…
Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “33 kr.” broytt til “26 kr.” 2) Í § 6, stk. 1, verður sett sum nýtt pkt. 2: “Gjaldið verður gjørt upp við støði í nøgdini av livandi vekt, sum var tikin inn á virkið kalendaraárið frammanundan.” 3) § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum, heruppií akvakulturdýrum, ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum við ES, verða, umframt ein grundupphædd, ið fevnir um fyrireikingar- og flutningskostnað upp á 1725 kr, rindað hesi gjøld: 1) 345 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00, 2) 517 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00, og 3) 690 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14 og sunnu- og halgidagar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 11. apríl 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.