Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. mars 1994 Nr. 26
Kunngerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavararoyndir
Samsvarandi §§ 3, 5, 13 og 15 í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu hevur landsstýrið fyrisett:
Kavararoyndir og fyriskipan.
§ 1 Henda kunngerð fevnir um hesar kavararoyndir
Henda kunngerð fevnir um hesar kavararoyndir: 1) Kavararoynd við vanligari luft sum andingarevni sum tungur ella lættur kavari við tungari ella lættari kavaraútgerð niður á 50 m dýpi. 2) Kavararoynd við blandingsgassi.
§ 2 Landsskúlastjórin setur eina próvtøkunevnd við 3 limum, sum skulu virka sum próvdómarar við tær í…
Landsskúlastjórin setur eina próvtøkunevnd við 3 limum, sum skulu virka sum próvdómarar við tær í § 1 nevndu royndir. Ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Arbeiðseftirlitinum og ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Vaktar- og bjargingartænastuni.
§ 3 Umsókn um at sleppa til próvtøku í einum av royndunum í § 1 skal vera Landsskúlastjóranum í hendi…
Umsókn um at sleppa til próvtøku í einum av royndunum í § 1 skal vera Landsskúlastjóranum í hendi seinast 1 viku undan próvtøku. Stk. 2. Umsóknarblað til próvtøku skal vera undirskrivað av umsøkjara og viðmælt av skúlanum. Stk. 3. Dópsseðil ella navnabræv og váttaðar upplýsingar úr kavaradagbókini um, at avvarðandi hevur kavað á ymiskum dýpi, skulu verða send Landsskúlastjóranum sama við umsóknarblaðnum. Stk. 4. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er, at umsøkjari í minsta lagi hevur fingið próvtalið 5 fyri kaving í verki givið av teimum lærarum, sum hava fyrireikað avvarðandi og at hann hevur fylgt undirvísinigni við nóg góðum úrsliti.
§ 4 Fyri upptøku á kavaraskúla ver›ur kravt, at umsøkjarin
Fyri upptøku á kavaraskúla ver›ur kravt, at umsøkjarin 1) hevur fylt 18 ár, og er ikki eldri enn 50 ár. 2) innanfyri seinastu 2 árini hevur staðið skeið í fyrstuhjálp, 3) hevur givið seg undir fyrisetta læknakanning við nóg góðum úrsliti. Innihald í frálæru.
§ 5 Til tær í § 1, pkt. 1 nevndu kavararoyndir skal próvførast, at próvtakarin hevur nóg góðan…
Til tær í § 1, pkt. 1 nevndu kavararoyndir skal próvførast, at próvtakarin hevur nóg góðan kunnleika um hesar høvuðslærugreinir: 1) Kavaraástøði: a. Kavaraheilsa. b. Kavaralívvirkisfrøði. c. Kavingar- og trýstlættatalvur, talvur um endurtiknar kavingar. d. Viðgerðartalvur. e. Kavarasjúkuviðgerð. f. Uppafturlívgan og fyrstahjálp. g. Kavaralógin og reglur samsvarandi hesi lóg. 2) Kavaraútgerð og vanliga nýtt hjálpartól: a. Kavaraútgerð og hjálpartól – uppseting og virkisháttur. b. Útgerð og hjálpartól – nýtsla, umsiting og vanligar umvælingar. 3) Kaving í verki: a. Kaving – ráðlegging og fyrireiking. b. Sjálv kavingin. c. Hjálpartænasta, eitt nú at sita við línu. d. Kavingarleiðsla.
§ 6 Til tær í § 1, pkt. 2 nevndu kavararoyndir skal próvførast, at próvtakarin hevur nóg góðan…
Til tær í § 1, pkt. 2 nevndu kavararoyndir skal próvførast, at próvtakarin hevur nóg góðan kunnleika um tær í § 5 umrøddu lærugreinir og harumframt hesar høvuðslærugreinir: 1) Ástøði um blandingsgass: a. Kavaralívvirkisfrøði við blandingsgassi. b. Andingarevnakervi. c. Gassgóðska og gasssløg. d. Súrevniskervi og virkisháttur teirra. e. Kamarumhvørviseftirlit. f. Eldsløkkingarframferð. g. Kavaraástøði, serstakliga við atliti at kaving við blandingsgassi. 2) Blandingsútgerð: a. Blandingskavarútgerð – uppseting, virkisháttur og nýtsla, heruppií trýstkamarútbúnaður, blandingsgasskervi og vanliga nýtt hjálparútgerð. b. Samskiftiskervi. 3) Kaving við blandingsgassi i verki: a. Ráðlegging og kavingarfyrireiking. b. Sjálv kavingin. Skrivlig próvtøka.
§ 7 Til skrivliga próvtøku er bert loyvt at brúka tær lærubøkur og tey hjálparamboð, sum eru loyvd…
Til skrivliga próvtøku er bert loyvt at brúka tær lærubøkur og tey hjálparamboð, sum eru loyvd til hvørja próvtøku sær. Fyrimyndir, tekningar ella annað frálærutilfar, ið kann verða próvtakara til hjálpar at loysa uppgávuna, skulu ikki vera í próvtøkuhølinum, meðan próvtøka er. Stk. 2. Próvtakari skal møta rættstundis til próvtøku, helst 15 minuttir áðrenn próvtøkan byrjar. Tað áliggur próvtakara at fáa til vega neyðug og loyvd hjálparamboð sambært stk. 1. Stk. 3. Um próvtakari ikki møtir til ásetta tíð, rýmir ella hevur ósømiligan atburð undir próvtøku, kann hann verða vístur burtur.
§ 8 Á skrivligu uppgávuni skal standa tann tíð, sum er loyvd til at loysa uppgávuna, og neyðug og…
Á skrivligu uppgávuni skal standa tann tíð, sum er loyvd til at loysa uppgávuna, og neyðug og loyvd hjálparamboð sambært § 6, stk. 1 og 2. Stk. 2. Skúlin letur pappír til uppgávuloysn, og skulu bert hesi pappír brúkast. Stk. 3. Uppgávusvar hjá próvtakara verður goymt hjá Landsskúlastjóranum í minsta lagi 1 ár eftir próvtøkudagin. Munnlig próvtøka
§ 9 Lærarin ger spurningar til munnliga próvtøku, og skulu spurningarnir fevna um tað lisna…
Lærarin ger spurningar til munnliga próvtøku, og skulu spurningarnir fevna um tað lisna frálærutilfarið. Hvør próvtakari skal hava minst 3 spurningar at velja ímillum.
§ 10 Yvirhoyring av próvtakara, sum ein skúli hevur tilmælt, verður framd av tí lærara, sum hevur…
Yvirhoyring av próvtakara, sum ein skúli hevur tilmælt, verður framd av tí lærara, sum hevur fyrireikað próvtakaran. Stk. 2. Tað áliggur próvdómara at syrgja fyri, at yvirhoyring fer fram rættvíst og siðiliga. Ta› áliggur próvdómara at siga frá, tá yvirhoyringin skal enda, og ver›ur honum loyvt, vanliga gjøgnum lærara/-yvirhoyrara, at seta fram spurningar til próvtakara. Skrivlig og munnlig próvtøka
§ 11 Kemur fram undir próvtøkuni, at próvtakari á órættiligan hátt skilliga roynir at hjálpa ella…
Kemur fram undir próvtøkuni, at próvtakari á órættiligan hátt skilliga roynir at hjálpa ella hevur tikið ímóti hjálp frá øðrum próvtakara, skal viðkomandi beinanvegin verða vístur burtur frá próvtøkuni.
§ 12 Er sjúka orsøk til, at próvtakari ikki møtir próvtøkudagin, skal skrivlig fráboðan um hetta,…
Er sjúka orsøk til, at próvtakari ikki møtir próvtøkudagin, skal skrivlig fráboðan um hetta, læknaváttan og áheitan um, at fráveran ikki telur sum eitt próvtal, verða latin skúlanum sum skjótast.
§ 13 Til próvtøku verða førdir próvtalslistar, ið verða váttaðir av teimum, sum hava gjørt dømingina,…
Til próvtøku verða førdir próvtalslistar, ið verða váttaðir av teimum, sum hava gjørt dømingina, og sendir Landsskúlastjóranum. Stk. 2. Samlaða próvtalsúrslitið gevur eitt miðalbýtistal, ið verður sett við einum desimali. Fyri at standa próvtøku krevst, at miðalbýtistalið er minst 6. Stk. 3. Treyt fyri at standa próvtøku í hvørji einstakari høvuðslærugrein er minst 5. Próvdøming.
§ 14 Til próvdømingina verður 13 stigin brúktur við fylgjandi próvtølum
Til próvdømingina verður 13 stigin brúktur við fylgjandi próvtølum: 13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik. 11 verður givið fyri avbera gott og sjálvstøðugt avrik. 10 verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik. 9 verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal. 8 verður givið fyri miðalgott avrik. 7 verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal. 6 verður givið fyri heldur ivasamt avrik, sum ein so dánt hjálpist við. 5 verður givið fyri vánaligt avrik, sum ein ikki hjálpist við. 03 verður givið fyri sera vánaligt og óhjálpið avrik. 00 verður givið fyri út av lagi ringt avrik. Stk. 2. Próvdómari og yvirhoyrari geva hvør sítt próvtal. Eru teir ikki samdir um próvtalið verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Er miðaltalið mitt ímillum tvey fylgjandi próvtøl á stiganum, verður próvtalið hækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað hægra próvtalið, og lækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað lægra próvtalið. Próvtølini 00 og 13 kunnu bert verða givin, um próvdómari og yvirhoyrari eru samdir um tað.
§ 15 Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið próvtøku, fær frá skúlanum útflýggjað prógv
Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið próvtøku, fær frá skúlanum útflýggjað prógv. Frálandavinnuskeið
§ 16 Fyri at kavarabræv kann verða áteknað til eisini at fevna um kaving í frálandavinnu, skal…
Fyri at kavarabræv kann verða áteknað til eisini at fevna um kaving í frálandavinnu, skal umsøkjarin við nóg góðum úrsliti prógva, at hann hevur verið á kavaraskeiði, sum Arbeiðseftirlitið góðkennir við hesum innihaldi: a. Kavaraheilsa. b. Kavaralívvirkisfrøði. c. Trýstlætti og viðgerð. d. Víðkað fyrstahjálp. e. Kavaraútgerð: ástøðilig og verklig nýtsla. f. Kavaralógin og reglur samsvarandi hesi lóg. g. Sjómansskapur. h. Ravmagnstrygd. i. Olju- og lufttrýstamboð. j. Sjókaga- og sjónbandsupptøkur. k. Royndir, sum ikki oyðileggja útgerðina. l. Frálandavinnuverk og tekningalestur. m. Kaving í verki og nýtsla av opnum klokkum og kurvum. Stk. 2. Fyri at átekningin eisini skal fevna um kaving við afturlatnari klokku og/ella mettingarkav, skal umsøkjari hava verið á góðkendum skeiði, sum fevnir um ástøði og kaving í verki við afturlatnari klokku og ávikavist ástøðiliga og verkliga útbúgving í mettingarkav. Stk. 3. Fyri upptøku til tað í stk. 2 nevnda skeið við afturlatnari klokku skal umsøkjarin 1) hava verið í frálandavinnu og har kavað í verki í minsta lagi í 12 mánaðir, ella 2) hava havt í minsta lagi 50 kav í frálandavinnu seinastu 12 mánaðirnar, ella 3) hava verið í øðrum kavaraarbeiði, sum kann javnmetast. Stk. 4. Í arbeiði í frálandavinnu, sum fevnir um at skera og sjóða, hátrýstspula og spreingja, skal kavarin hava verið gjøgnum galdandi kunngerð um tryggleikan hjá kavarum og skal kavarabrævið verða áteknað samsvarandi.
§ 17 Henda kunngerð fær í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð fær í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.