Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. februar 2025 Nr. 24
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)
§ 1 Í kunngerð nr. 100 frá 17. juni 2021 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum broytt við…
Í kunngerð nr. 100 frá 17. juni 2021 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum broytt við kunngerð nr. 109 frá 25. juni 2021, verður § 23 strikað, og í staðin verður sett: “§ 23. Landsstýrisfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing og av sjúkrarøktarfrøðiyrkinum sum heild. Stk. 2. Ráðið verður mannað við: 1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið tilnevnir, 2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir, 3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir, 4) einum umboði, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tilnevnir, 5) einum umboði, ið landsstýrisfólkið við heilsumálum tilnevnir, 6) einum umboði, ið sjúkrahúsverkið tilnevnir, og 7) einum umboði, ið tey sjúkrarøktarfrøðilesandi velja. Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu. Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir. Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.