Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mars 2021 Nr. 24

Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerkjing og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin

(Dagføring av yvirlitinum yvir luttakandi rættardømir o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerkjing og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti…

Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerkjing og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018 og kunngerð nr. 92 frá 1. juli 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 60 verður í kapittul 3 sett: “§ 60 a. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skal føra yvirlit yvir: 1) tey stig, sum eru tikin fyri at halda ásetingarnar í hesi kunngerð, og 2) tær upplýsingar, sum eru innsavnaðar fyri at kunna eyðmerkja viðurskifti, sum eru nevnd í kapitlunum 3-8. Stk. 2. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skal varðveita tey yvirlit, sum eru kravd eftir stk. 1 í: 1) 5 ár við atliti at eini Fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av tí ári, kontan síðstu ferð varð tikin við í eina frágreiðing sambært skattalóggávuni, ella 2) 5 ár við atliti at eini ikki-fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av tí ári, Fráboðandi fíggjarligi stovnurin eyðmerkti kontuna, sbrt. mannagongdinum um hóskandi nærlagni, sum eina ikki-fráboðanarskylduga kontu.” 2. Í § 92 verður nr. 2 orðað soleiðis: “2) Um eginváttan gevur ábendingar um, at Kontueigarin er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera kontuna sum eina Fráboðanarskylduga kontu uttan so, at tað eru sannlíkindi fyri, at Kontueigarin ikki er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um í mun til hetta Luttakandi rættardømið, grundað á upplýsingar, hann liggur inni við ella sum eru alment atkomiligir.” 3. § 103, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Uttan mun til § 102, stk. 1, nr. 1 við atliti at eini Fráboðanarskyldugari kontu, sum er ein Konta, sum longu er til, krevst ikki fráboðan um skattgjaldaranummar, skattgjaldaranummur ella føðidag, um skattgjaldaranummarið, skattgjaldaranumrini ella føðidagurin ikki eru í málsskjølunum hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum og annars ikki skulu savnast av slíkum Fráboðandi fíggjarligum stovni sambært føroyskari lóggávu.” 4. Skjal 1 í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 24. mars 2021 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Luttakandi rættardømir Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá 2020 at rokna: 1) Albania 2) Andorra 3) Anguilla 4) Antigua & Barbuda 5) Argentina 6) Aruba 7) Australia 8) Azerbaijan 9) Bahamas 10) Bahrain 11) Barbados 12) Belgia 13) Belize 14) Bermuda 15) Brasilia 16) Bretland 17) British Virgin Islands 18) Brunei Darussalam 19) Bulgaria 20) Cayman Islands 21) Cook Islands 22) Costa Rica 23) Curacao 24) Danmark 25) Dominica 26) Ecuador 27) Estland 28) Eysturríki 29) Finnland 30) Frakland 31) Ghana 32) Gibraltar 33) Grenada 34) Grikkaland 35) Grønland 36) Guernsey 37) Holland 38) Hong Kong 39) India 40) Indonesia 41) Italia 42) Írland 43) Ísland 44) Isle of Man 45) Ísrael 46) Japan 47) Jersey 48) Kanada 49) Kasakhstan 50) Kekkia 51) Kili 52) Kina 53) Kolumbia 54) Korea 55) Kroatia 56) Kuwait 57) Kypros 58) Letland 59) Libanon 60) Liberia 61) Liechtenstein 62) Litava 63) Luxembourg 64) Macau 65) Malaysia 66) Malta 67) Marokko 68) Marshall Islands 69) Mauritius 70) Mesiko 71) Monaco 72) Montserrat 73) Nauru 74) New Caledonia 75) New Zealand 76) Nigeria 77) Niue 78) Noreg 79) Oman 80) Pakistan 81) Panama 82) Portugal 83) Póland 84) Qatar 85) Rumenia 86) Russland 87) Saint Kitts & Nevis 88) Saint Lucia 89) Saint Vincent and the Grenadines 90) Sameindu Arabisku Emiratini 91) Samoa 92) San Marino 93) Saudi Abrabia 94) Schweiz 95) Seychelles 96) Singapore 97) Sint Maarten 98) Slovakia 99) Slovenia 100) Spania 101) Suður Afrika 102) Svøríki 103) Turkaland 104) Turk sand Caicos Islands 105) Týskland 106) Ungarn 107) Uruguaq 108) Vanuatu Landsstýrismaðurin kunnger á hvørjum ári ein dagførdan lista yvir Luttakandi rættardømir.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙