Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. mars 2017 Nr. 24

Kunngerð um broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan v.m.

(Broyttur inngangur og stuðul til sálarfrøðiliga viðgerð)

§ 1 Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv,…

Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a.” 2. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 7, stk. 3, § 12, stk. 10, § 16, stk. 3, § 23, stk. 5, § 25, stk. 6 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, og við heimild í § 10, stk. 6 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2012 og løgtingslóg nr. 83 frá 22. mai 2015, verður ásett:” 3. § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Stuðul til leiðbeinaraskipan sbrt. § 25, stk. 5, 1. pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður veittur, tá Almannaverkið metir, at útlitini fyri at fáa fyriskipanina at eydnast eru betri enn við leiðbeinara sbrt. § 8. Stk. 2. Stuðul til sálarfrøðiliga viðgerð sbrt. § 25, stk. 5, 2, pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk kann bert veitast, tá mett verður, at tað er ein fyritreyt fyri, at ein persónur kann luttaka í eini fyriskipan. Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 2 kann í mesta lagi veitast til 15 sálarfrøðiligar viðgerðir í einum 12 mánaða skeiði.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 23. mars 2017 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙