Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
Kunngerð nr. 24 frá 18. apríl 1952 um nautisk royndarkamar fyri skipsljós og kumpassir 1)
§ 1 Eftir samráð við ríkisstýrið er sett á stovn í Tórshavn nautisk royndarkamar
Eftir samráð við ríkisstýrið er sett á stovn í Tórshavn nautisk royndarkamar.
§ 2 Royndarkamarið hevur til uppgávu at kanna og síðani geva prógv (certificat) fyri skipsljós og…
Royndarkamarið hevur til uppgávu at kanna og síðani geva prógv (certificat) fyri skipsljós og kumpassir.
§ 3 Kanningin verður framvegis framd eftir reglunum í kunngerðum nr. 40 og 41. frá 30. januar 1930.1)
Kanningin verður framvegis framd eftir reglunum í kunngerðum nr. 40 og 41. frá 30. januar 1930.1)
§ 4 Stovnsetingar- og rakstrarútreiðslur verða goldnar av landskassanum, sum til lutvísa afturrindan…
Stovnsetingar- og rakstrarútreiðslur verða goldnar av landskassanum, sum til lutvísa afturrindan av hesum fær tey gjøld, sum skulu latast fyri kanning og prógv.
§ 5 Tey í § 4 nevndu gjøld eru hesi
Tey í § 4 nevndu gjøld eru hesi: Fyri kanning av skipsljósum kr. 20.- fyri hvørt ljósið. Fyri kanning av kumpassum kr. 20.- fyri hvørja kumpass. Fyri kanning av skipsljósum og kumpassum, ið ikki kunnu fáa prógv, kr. 10.- fyri hvørt ljósið og hvørja kumpass. Fyri avrit av nýggjum prógvum kr. 2.- fyri hvørt.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin
Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. 1) Avloyst av Teknisk forskrift SM 340 og SM380, víst verður til bls. 3492-93.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.