Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. desember 2025 Nr. 235

Kunngerð um veiðu eftir toski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2026

Kapittul 1 Virkisøki

Kapittul 2 Veiða eftir toski

Kapittul 3 Veiða eftir rækjum

Kapittul 4 Eygleiðari, fráboðanir, revsing og gildistíð

Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

Kapittul 1 Virkisøki

Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir toski og rækjum í fiskiverndarøkinum við Svalbard í 2026. Kapittul 2 Veiða eftir toski Heildarkvota og býti av kvotuni

Kapittul 2 Veiða eftir toski

Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska 561 tons av toski í fiskiverndarøkinum við Svalbard. Stk. 2. Hýsa, svartkalvi og kongafiskur kunnu bert veiðast sum hjáveiða. Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski við Svalbard, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Fiskiloyvi

Fiskiskapur eftir toski í fiskiverndarøkinum við Svalbard kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.

Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard. Kapittul 3 Veiða eftir rækjum Veiðirættindi og býti av rættindunum

Kapittul 3 Veiða eftir rækjum

Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 veiða eftir rækjum í upp til 922 dagar við Svalbard. Stk. 2. Í mesta lagi 11 føroysk fiskifør kunnu veiða eftir rækjum í senn við Svalbard. Stk. 3. Veiðirættindini sambært stk. 1 verða latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egnar fiskidagar eftir rækjum við Svalbard, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnum fiskidøgum. Fiskiloyvi

Fiskiskapur eftir rækjum við Svalbard kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, sum eru skrásett til veiðu eftir rækjum við Svalbard hjá norskum fiskivinnumyndugleikum.

Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og á innaru leiðum. Kapittul 4 Eygleiðari, fráboðanir, revsing og gildistíð Eygleiðari

Kapittul 4 Eygleiðari, fráboðanir, revsing og gildistíð

Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð, sbr. § 34, stk. 2, nr. 4, 3. pkt. í løgtingslógini. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Fráboðanir

Fiskifar, sum fiskar við Svalbard sambært hesi kunngerð, skal senda Vørn elektroniskar fráboðanir sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard. Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiverndarøkinum við Svalbard. Revsing

Brot á § 9 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 8, 1. pkt., ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 8. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙