Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. desember 2025 Nr. 234
Kunngerð um at skipa fiskiskapin hjá bretskum skipum í føroyskum sjógvi í 2026
Kapittul 1 Virkisøki
Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski
Kapittul 3 Ymiskar ásetingar
Kapittul 4 Revsireglur og gildiskoma
Við heimild í § 25, stk. 4, § 26, stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4 og 6, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desem-ber 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
Kapittul 1 Virkisøki
Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í 2026 við bretskum skipum samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Sameinda Kongsdømið Stórabretland og Norðurírland. Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski
Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski
Loyvt er bretskum skipum at royna í føroyskum sjógvi eftir hesum botnfiskasløgum og nøgdum í 2026: 1) Toskur og hýsa: 850 tons tilsamans, harav í mesta lagi 255 tons av toski. 2) Upsi: 600 tons. 3) Kongafiskur: 10 tons. 4) Blálonga: 80 tons. 5) Longa: 80 tons. 6) Flatfiskur: 40 tons. 7) Onnur fiskasløg: 425 tons. Stk. 2. Veiða eftir toski og longu kann bert vera hjáveiða.
Veiða av fiskasløgunum sambært § 2, nr. 1-6 verður mótroknað í kvotunum av hesum fiskasløgum uttan mun til, um talan er um beinleiðis veiðu ella hjáveiðu. Veiða av øðrum fiskasløgum, enn teimum í § 2, nr. 1-6, verður mótroknað í kvotu-ni av øðrum fiskasløgum sambært § 2, nr. 7. Reiðskapur
Fiskiskapurin sambært § 2 kann fara fram við troli og línu. Stk. 2. Veiða við bummtroli og við uppsjóvartroli er ikki loyvd. Loyvt er bert at royna við einum troli í senn.
Í fiskiskapi eftir botnfiski er ikki loyvt at nýta trol, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 145 mm, samanber tó §§ 6 og 7. Stk. 2. Tvørmátið á tráðnum í trolposanum, 8 teir aftastu metrarnar av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum skal ikki vera víðari enn afturkanturin á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 teir aftastu meskarnar inneftir. Stk. 3. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt: 1) at knýta tilfar, ið bara verður fest framman og á síðurnar á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit, og 2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk. Stk. 4. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir upsa
Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir upsa loyvt at nýta trol við meskum niður í 135 mm, ið kann vera í mesta lagi 8 teir aftastu metrarnir. Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap. Stk. 3. Beinleiðis veiða eftir upsa er veiða, har upsi er í minsta lagi 50% av vektini í hvørjum háli. Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir blálongu
Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir blálongu loyvt at nýta trol við meskum ikki smærri enn 100 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 22 m til longdar, og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61°45,000 N og vestan fyri 009°00,000 V, og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60°30,000 N, 007˚00,000 V og 60˚00,000 N, 06°00,000 V. Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglunum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap. Stk. 3. Beinleiðis veiða eftir blálongu er veiða, har blálonga er í minsta lagi 50% av vektini í hvørjum háli. Stk. 4. Beinleiðis fiskiskapur eftir blálongu skal ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m.
Um fiskifør, sum fiska eftir undantaksreglunum sambært §§ 6 og 7, hava størri enn 50% íbland av øðrum fiskasløgum, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, og fiskiskapurin eftir hesum fiskasløgum skal steðga beinanvegin. Máting av meskum og merking av reiðskapi
Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól, 2 mm tjúkt, við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskarnar í netinum sambært starvsreglugerð um meskamáting. Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát sambært §§ 5-7, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. Stk. 3. Allar boyur á línureiðskapi skulu vera merktar við kallibókstavunum og havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari. Skiljirist
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um skiljirist sambært kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Kapittul 3 Ymiskar ásetingar Leiðir
Kapittul 3 Ymiskar ásetingar
Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann fara fram í føroyskum sjógvi í ICES-øki 5b, samanber tó § 12. Friðaðar leiðir
Í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum. Stk. 2. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og til ásetingarnar í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum. Loyvi
Fiskifør undir bretskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Bretland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum. Á listanum skal vera frámerkt, hvat fiskaslag fiskifarið hevur loyvi at fara til beinleiðis fiskiskap eftir. Ungfiskur
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um ungfisk ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Minstamát á fiski
Fiskur, ið ikki stendur hesi mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur: 1) Toskur, Gadus morhua, 40 cm. 2) Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 37 cm. 3) Reyðsprøka, Pleuronectes platessa, 40 cm. 4) Lálla, Glyptocephalus cynoglossus, 28 cm. 5) Tunga, Microstomus kitt, 30 cm. 6) Kalvi, Hippoglossus hippoglossus, 45 cm. 7) Sild, Clupea harengus, 22 cm. 8) Glaskvoysa, Lepidorhobmus whifflagonis, 25 cm. 9) Laksur, Salmo salar, 60 cm. 10) Hvítingur, Merlangius merlangus, 30 cm. 11) Stórur kongafiskur, Sebastes marinus, 30 cm. 12) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 30 cm. 13) Blálonga, Molva dipterygia, 60 cm. 14) Longa, Molva molva, 60 cm. 15) Brosma, Brosme brosme, 40 cm. 16) Langasporl, Coryphaenoides rupestris, 40 cm. 17) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm. 18) Havtaska, Lophius piscatorius, 50 cm. 19) Upsi, Pollachius virens, 45 cm. 20) Svartkalvi, Rheinhardtius hippoglossoides, 35 cm. 21) Makrelur, Scomber Scombrus, 30 cm. Stk. 2. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Tó kann veiðan av undirmálsmakreli vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Umrokningarfaktorar
Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt verða ásetingarnar í kunngerð um umrokningarfaktorar nýttar. Fiskireiðskapur
Kemur skip inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir. Umskipingar
Sambært § 26, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd. Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi. Fráboðanarskyldur
Skip undir bretskum flaggi, sum sambært § 13 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 1 til hesa kunngerð. Eygleiðari
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Kapittul 4 Revsireglur og gildiskoma Revsing
Kapittul 4 Revsireglur og gildiskoma
Brot á §§ 4-9, 11-13, § 15, stk. 2, §§ 17 og 19 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki boðar frá sambært § 8 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 20. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast til vakt@vorn.fo. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast í seinasta lagi 4 tímar áðrenn skipið fer úr føroyskum sjógvi. Fráboðanin kann ógildast ella rættast. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.