Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. desember 2025 Nr. 233
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í bretskum sjógvi í 2026
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í bretskum…
Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í bretskum sjógvi samsvarandi fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Sameinda Kongsdømið Stórabretland og Norðurírland fyri 2026. Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2 Fiskifør kunnu í 2026 fiska 900 tons av svartkalva í ICES-øki 2a, 4, 5b og 6 í bretskum sjógvi
Fiskifør kunnu í 2026 fiska 900 tons av svartkalva í ICES-øki 2a, 4, 5b og 6 í bretskum sjógvi. Stk. 2. Samlaða hjáveiðan av øðrum botnfiski í fiskiskapi sambært stk. 1 kann í mesta lagi vera 90 tons í ICES-øki 2a, 4, 5b og 6. Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 2 sambært § 18, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 3 Fiskifør kunnu í 2026 fiska 20 tons av hýsu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi
Fiskifør kunnu í 2026 fiska 20 tons av hýsu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi. Stk. 2. Veiðast skal við línu ella snellu. Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av hýsu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til treytað av, at rættindini ikki eru fallin aftur til landið sambært ásetingum í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, tó verða rættindi, sum eru fallin aftur til landið, skipað við felags árskvotu.
§ 4 Fiskifør kunnu í 2026 fiska 30 tons av longu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi
Fiskifør kunnu í 2026 fiska 30 tons av longu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi. Stk. 2. Veiðast skal við línu ella snellu. Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av longu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til treytað av, at rættindini ikki eru fallin aftur til landið sambært ásetingum í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, tó verða rættindi, sum eru fallin aftur til landið, skipað við felags árskvotu.
§ 5 Fiskifør kunnu í 2026 fiska 5 tons av brosmu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi
Fiskifør kunnu í 2026 fiska 5 tons av brosmu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi. Stk. 2. Veiðast skal við línu ella snellu. Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av brosmu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til treytað av, at rættindini ikki eru fallin aftur til landið sambært ásetingum í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, tó verða rættindi, sum eru fallin aftur til landið, skipað við felags árskvotu.
§ 6 Samlaða hjáveiðan av øðrum botnfiski í fiskiskapi sambært § 3, stk. 1, § 4, stk. 1 og § 5, stk. 1…
Samlaða hjáveiðan av øðrum botnfiski í fiskiskapi sambært § 3, stk. 1, § 4, stk. 1 og § 5, stk. 1 kann í mesta lagi vera 5 tons í ICES-øki 4.
§ 7 Fiskifør kunnu í 2026 fiska 30 tons av blálongu í ICES-øki 6 og 7 í bretskum sjógvi
Fiskifør kunnu í 2026 fiska 30 tons av blálongu í ICES-øki 6 og 7 í bretskum sjógvi. Stk. 2. Samlaða hjáveiðan av toski í fiskiskapi sambært stk. 1 kann í mesta lagi vera 5 tons í ICES-øki 6a. Stk. 3. Samlaða hjáveiðan av lýri í fiskiskapi sambært stk. 1 kann í mesta lagi vera 2 tons í ICES-øki 6. Stk. 4. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 2 sambært § 18, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu. Fiskiloyvi
§ 8 Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir…
Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 2. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap í bretskum sjógvi, um tey hava fingið loyvi frá bretskum fiskivinnumyndugleikum. Loyvið, ella elektronisk útgáva av loyvinum, skal vera umborð á fiskifarinum.
§ 9 Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í bretskum sjógvi
Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í bretskum sjógvi. Eygleiðari
§ 10 Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Fráboðanir
§ 11 Fiskifar, sum fiskar í bretskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til…
Fiskifar, sum fiskar í bretskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í bretskan sjógv. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast í í seinasta lagi 4 tímar, áðrenn skipið fer úr bretskum sjógvi. Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda bretskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í bretskum sjógvi. Revsing
§ 12 Brot á § 11 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt…
Brot á § 11 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 10. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
§ 13 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í bretskan sjógv. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast í seinasta lagi 4 tímar, áðrenn skipið fer úr bretskum sjógvi. Fráboðanin kann ógildast ella rættast. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan um, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.