Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. desember 2025 Nr. 232

Kunngerð um at skipa fiskiskapin hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2026

Kapittul 1 Virkisøki

Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski

Kapittul 3 Fiskiskapur eftir svartkjafti

Kapittul 4 Fiskiskapur eftir makreli

Kapittul 5 Ymiskar ásetingar

Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma

Við heimild í § 25, stk. 4, § 26, stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4 og 6, stk. 2, nr. 2, 4 og 6-9 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155. frá 20. desember 2023, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

Kapittul 1 Virkisøki

Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir botnfiski, svartkjafti og makreli í føroyskum sjógvi við skipum undir norskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalum millum Føroyar og Noreg fyri 2026. Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski

Kapittul 2 Fiskiskapur eftir botnfiski

Loyvt er skipum undir norskum flaggi at royna í føroyskum sjógvi eftir hesum fiskasløgum og nøgdum í 2026: 1) Longa, blálonga: 2.100 tons. 2) Brosma: 1.800 tons. 3) Onnur fiskasløg: 600 tons. Stk. 2. Kvotan sambært stk. 1, nr. 3 kann bert fiskast sum hjáveiða í fiskiskapi eftir botnfiski. Stk. 3. Tá fiskað verður sambært stk. 1, kunnu í mesta lagi 12 fiskifør vera til fiskiskap í senn. Hjáveiða

Í fiskiskapi sambært § 2 skal samlaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum enn longu, blálongu og brosmu til einhvørja tíð ikki vera meira enn 25% av allari veiðuni umborð. Tó kann hjáveiðan vera upp til 40% fyri hvørt samdøgur. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni sambært § 2, stk. 1, nr. 3. Reiðskapur

Fiskiskapurin sambært § 2 kann bert fara fram við línu. Merking av reiðskapi

Allar boyur á faststandandi ella drívandi reiðskapi, so sum línureiðskapi, skulu vera merktar við kallibókstavunum og havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari. Kapittul 3 Fiskiskapur eftir svartkjafti

Kapittul 3 Fiskiskapur eftir svartkjafti

Fiskifør undir norskum flaggi hava atgongd at fiska upp til 148.985 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2026. Stk. 2. Í mesta lagi 28 fiskifør kunnu vera til fiskiskap í senn sambært stk. 1. Harumframt kunnu upp til 15 fiskifør leita eftir fiski uttan fyri høvuðsleiðina, sum til einhvørja tíð er ásett av føroyska fiskiveiðieftirlitinum. Fiskileiðir

Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3. Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 62°50'00"N, 07°11'00"V 2) 62°53'00"N, 06°40'00"V 3) 62°50'00"N, 06°10'00"V 4) 62°43'00"N, 05°38'00"V 5) 62°32'00"N, 05°02'00"V 6) 62°25'00"N, 04°15'00"V 7) 62°19'00"N, 04°00'00"V 8) 62°01'00"N, 04°00'00"V 9) 61°17'00"N, 04°56'00"V 10) 60°26'00"N, 06°10'00"V 11) 60°26'00"N, 06°32'00"V 12) 60°35'00"N, 06°35'00"V 13) 61°23'00"N, 07°30'00"V 14) 61°25'25"N, 08°01'00"V 15) 61°32'48"N, 08°20'30"V 16) 61°49'00"N, 08°41'50"V 17) 62°00'00"N, 10°00'00"V 18) 62°40'00"N, 10°00'00"V 19) 62°40'00"N, 08°00'00"V 20) 62°50'00"N, 07°11'00"V Stk. 3. Á Føroyabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 60°50'00"N, 07°57'00"V 2) 61°03'00"N, 07°57'00"V 3) 61°15'30"N, 08°16'00"V 4) 61°13'20"N, 08°42'12"V 5) 61°00'00"N, 09°11'00"V 6) 60°48'40"N, 09°25'00"V 7) 60°24'00"N, 09°07'00"V 8) 60°50'00"N, 07°57'00"V Reiðskapur

Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið. Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón. Kapittul 4 Fiskiskapur eftir makreli

Kapittul 4 Fiskiskapur eftir makreli

Loyvt er skipum undir norskum flaggi at fiska 2.678 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2026. Hendan kvotan kann eisini fiskast í norskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum. Reiðskapur

Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm. Ymiskar ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel

Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmát.

Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.

Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing. Kapittul 5 Ymiskar ásetingar Leiðir

Kapittul 5 Ymiskar ásetingar

Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, samanber tó § 7. Stk. 2. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki, ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum. Loyvi

Fiskifør undir norskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum. Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli

Í fiskiskapi eftir svartkjafti ella í fiskiskapi eftir makreli skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið. Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 4 vikur hvørja ferð. Ungfiskur

Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um ungfisk ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Minstamát á fiski

Fiskur, ið ikki stendur hesi mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur: 1) Toskur, Gadus morhua, 40 cm. 2) Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 37 cm. 3) Reyðsprøka, Pleuronectes platessa, 40 cm. 4) Lálla, Glyptocephalus cynoglossus, 28 cm. 5) Tunga, Microstomus kitt, 30 cm. 6) Kalvi, Hippoglossus hippoglossus, 45 cm. 7) Sild, Clupea harengus, 22 cm. 8) Glaskvoysa, Lepidorhobmus whifflagonis, 25 cm. 9) Laksur, Salmo salar, 60 cm. 10) Hvítingur, Merlangius merlangus, 30 cm. 11) Stórur kongafiskur, Sebastes marinus, 30 cm. 12) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 30 cm. 13) Blálonga, Molva dipterygia, 60 cm. 14) Longa, Molva molva, 60 cm. 15) Brosma, Brosme brosme, 40 cm. 16) Langasporl, Coryphaenoides rupestris, 40 cm. 17) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm. 18) Havtaska, Lophius piscatorius, 50 cm. 19) Upsi, Pollachius virens, 45 cm. 20) Svartkalvi, Rheinhardtius hippoglossoides, 35 cm. 21) Makrelur, Scomber Scombrus, 30 cm. Stk. 2. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Tó kann veiðan av undirmálsmakreli vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Umrokningarfaktorar

Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu, umframt ásetingarnar í kunngerð um umrokningarfaktorar, hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft: 1) Kruvdur, við høvdi: 1,20. 2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40. 3) Flak við skræðu og beinum: 2,80. 4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80. 5) Flak, uttan skræðu og bein: 2,80. 6) Fiskamjøl: 5,11. Fiskireiðskapur

Kemur skip inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir. Umskipingar

Sambært § 26, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd. Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi. Eftirlitsstøð

Fiskifar, sum fiskar sambært hesi kunngerð, skal, tá fiskiskapur endar, og áðrenn farið verður úr føroyskum sjógvi, boða frá og sigla til eitt av niðan fyri nevndu eftirlitsstøðum: 1) ALFA 62˚00’0 N, 05˚30’0 V 2) BRAVO 60˚45’0 N, 06˚30’0 V 3) CHARLIE 62˚00’0 N, 08˚30’0 V 4) DELTA 62˚45’0 N, 07˚30’0 V 5) ECHO 60˚16’0 N, 06˚30,0 V Stk. 2. Fráboðan sambært stk. 1 skal sendast samsvarandi ásetingunum í kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri fiskifør undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi og skal sendast, í seinasta lagi 2 tímar og í fyrsta lagi 12 tímar, áðrenn fiskiskapur endar. Stk. 3. Fiskifar, sum landar í føroyskari havn, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað ella boða frá til eftirlit sambært stk. 1. Stk. 4. Fiskifar, sum eftir fráboðan sambært stk. 1 fær boð frá Vørn um at sigla beinleiðis úr føroyskum sjógvi, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað sambært stk. 1. Fráboðanarskyldur

Fiskifar undir norskum flaggi, sum hevur loyvi at fiska í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal boða frá samsvarandi ásetingum í kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri skip undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi. Eygleiðari

Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma Revsing

Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma

Brot á §§ 3-5, 7-9 og 11-13, § 14, 2. pkt., § 15, § 16, stk. 1, § 18, § 21, stk. 2, §§ 22, 23, 25 og 26 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 14, 1. pkt. ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 27. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Skitsa av rist og ristseksjón Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum. Ristseksjón Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙