Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. apríl 2013 Nr. 23
Kunngerð um at heimila fiskiveiðieftirlitinum at fremja trygdareftirlit umborð á føroyskum skipum
Við heimild í § 2, stk. 3 og 5 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, verður ásett:
§ 1 Fiskiveiðieftirlitinum, sbr. § 33, stk. 2 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, verður heimilað…
Fiskiveiðieftirlitinum, sbr. § 33, stk. 2 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, verður heimilað at fremja eftirlit við trygdarútgerð, skipsskjølum v.m. umborð á føroyskum skipum. Stk. 2. Eftirlitið sambært stk. 1 verður útint sum partur av fiskiveiðieftirlitinum, sbr. § 33, stk. 2 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, men vegna Sjóvinnustýrið. Stk. 3. Stk. 1 broytir ikki uppá rættindi og skyldur hjá Sjóvinnustýrinum sambært løgtingslóg um trygd á sjónum at hava eftirlit við trygdarútgerð, skipsskjølum v.m. umborð á føroyskum og útlendskum skipum, sum eru í føroyskum sjóumveldi.
§ 2 Starvsfólk, sum fremja eftirlit sambært § 1, stk. 1 hava rætt til uttan rættarúrskurð at fara…
Starvsfólk, sum fremja eftirlit sambært § 1, stk. 1 hava rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á skip móti at vísa gildugt løgmætisprógv, ið skal vísast hvørja ferð farið verður umborð at sýna skip, um hetta verður kravt, sbr. § 19, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um trygd á sjónum. Stk. 2. Reiðari, skipari ella maskinstjóri ella tey, ið virka teirra vegna, hava skyldu til at veita eftirlitsfólkunum neyðuga hjálp og geva allar upplýsingar, sbr. § 19, stk. 3 í løgtingslóg um trygd á sjónum. Stk. 3. Síggjast skal til, at skipið ikki verður tarnað óneyðugt, og at arbeiðið umborð ikki verður órógvað meira enn neyðugt er, sbr. § 19, stk. 4 í løgtingslóg um trygd á sjónum.
§ 3 Úrslit av eftirliti sambært § 1, stk. 1 verður beinanvegin og skrivliga fráboðað Sjóvinnustýrinum
Úrslit av eftirliti sambært § 1, stk. 1 verður beinanvegin og skrivliga fráboðað Sjóvinnustýrinum.
§ 4 Tá ið viðurskifti verða staðfest í sambandi við eftirlitið, sum eru í stríð við løgtingslóg um…
Tá ið viðurskifti verða staðfest í sambandi við eftirlitið, sum eru í stríð við løgtingslóg um trygd á sjónum, fyriskipanir ella avgerðir sambært lógini, kann fiskiveiðieftirlitið vegna Sjóvinnustýrið, um neyðugt krevja, at skipið siglir til lands fyri at fáa viðurskiftini í rættlag beinanvegin, sbr. § 4 í løgtingslóg um trygd á sjónum.
§ 5 Tann, ið ikki yvirheldur § 2, stk. 2 ella ikki ger eftir boðum, givin við heimild í § 4 verður…
Tann, ið ikki yvirheldur § 2, stk. 2 ella ikki ger eftir boðum, givin við heimild í § 4 verður revsaður við bót ella fongsul í upp til 2 ár. Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært 5. kapitli í revsilógini.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 12. apríl 2013 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.