Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. mars 2022 Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Nýggjar ásetingar um talgilt koyrikort og broytingar í ásetingunum um koyrikort til prutl)
§ 1 Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum…
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 50 frá 17. apríl 2020, kunngerð 128 frá 4. august 2020 og kunngerð nr. 16 frá 16. februar 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Ongin persónur kann vera handhavi av meira enn einum koyrikorti, sbr. tó § 3 c.” 2. Aftan á § 3 b, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett: “Talgilt koyrikort
§ 3 c Handhavi av einum føroyskum koyrikorti, kann sum ískoyti til sítt koyrikort verða handhavi av…
Handhavi av einum føroyskum koyrikorti, kann sum ískoyti til sítt koyrikort verða handhavi av einum talgildum koyrikorti umvegis eina KT-loysn, sum er ogn hjá Akstovuni, og sum verður umsitin av Føroya Gjaldstovu. Stk. 2. Eitt talgilt koyrikort, sbrt. stk. 1, er galdandi sum skjalprógv fyri koyrikortið hjá handhavanum, meðan koyrt verður í Føroyum, og fylgir annars gildistíðunum, sum eru ásettar í koyrikortinum hjá handhavanum.” 3. § 12 a, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Rætt at koyra stórt prutl, bólkur AM, sbrt. § 5 a, nr. 2, er treytað av, at viðkomandi hevur fylt 16 ár og í minsta lagi hevur 1 ára royndir sum førari av lítlum prutli, við støði í koyrikorti til lítið prutl, bólkur AM.” 4. § 12 a, stk. 4 verður strikað. 5. § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Umsøkjarar, sum biðja um koyrikort til ein bólk, ið teir ikki áður hava havt koyrikort til, skulu hava fingið frálæru frá einum koyrilærara, sum er góðkendur til viðkomandi bólk. Tó kunnu lærarar í kommunalu skipanini, sum eru góðkendir sbrt. § 46 c, stk. 3, geva frálæru til bólk AM, stórt prutl.” Í § 26, stk. 2, nr. 2 verður aftan á “føðingardag,” sett: “P-tal,”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 3. mars 2022 Uni Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.