Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. desember 2025 Nr. 229
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2026
Kapittul 1 Virkisøki og allýsingar
Kapittul 2 Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum
Kapittul 3 Ymiskar ásetingar
Kapittul 4 Revsireglur og gildistíð
Við heimild í § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
Kapittul 1 Virkisøki og allýsingar
Kunngerðin skipar fiskiskapin hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í NEAFC-skipanarøkinum í 2026. Allýsingar
Í hesi kunngerð merkir: 1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sum er fiskiveiðifelagsskapurin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum. 2) NEAFC-sáttmálaøkið: Tað økið, ið er fevnt av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlandshavi frá 1980. 3) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av NEAFC-sáttmálaøkinum, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum. 4) Djúphavsfiskur: Tey fiskasløg, ið eru nevnd í skjali 1. 5) Botnfiskiskapur: Fiskiskapur við reiðskapi, sum undir fiskiskapi vanliga nertur við havbotnin, harundir botntrol og botnlína. Kapittul 2 Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum Djúphavsfiskur yvirhøvur
Kapittul 2 Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 royna í mesta lagi 341 fiskidagar á teimum leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har botnfiskiskapur er loyvdur eftir teimum í skjali 1 nevndu fiskasløgum. Stk. 2. Fiskiloyvi til veiðu sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2025 høvdu rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2026 hava rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi. Hávur
Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 er veiða av hávi, Squalus acantihias, í NEAFC-skipanarøkinum í 2026 avmarkað til 22.594 tons. Kvotan er felagskvota fyri allar NEAFC-sáttmálapartar. Stk. 2. Loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2025 høvdu rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2026 hava rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi. Veiðibann fyri ávís fiskasløg
Øll beinleiðis veiða eftir teimum í skjali 2 nevndu fiskasløgum er bannað. Veiða eftir rækjum
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 royna eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, sum er norðan fyri 62°00'00''N. Stk. 2. Fiskiloyvi til veiðu sambært stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2016 fingu fiskiloyvi við rættindum at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum, ella teimum fiskiførum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Stk. 3. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar. Loyvt er ikki at brúka ovara posan í samband við skiljiristina. Fiskiloyvi
Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum. Kapittul 3 Ymiskar ásetingar Tíðaravmarkað gýtingarfriðing
Kapittul 3 Ymiskar ásetingar
Fyri at verja gýtingarleiðir hjá blálongu, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 60°58'76 N, 27°27'32 V 2) 60°56'02 N, 27°31'16 V 3) 60°59'76 N, 27°43'48 V 4) 61°03'00 N, 27°39'41 V 5) 60°58'76 N, 27°27'32 V Hýsuleiðir
Fyri at verja hýsu, er allur fiskiskapur, lína undantikin, bannaður á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 57°00'00 N, 15°00'00 V 2) 57°00'00 N, 14°00'00 V 3) 56°30'00 N, 14°00'00 V 4) 56°30'00 N, 15°00'00 V 5) 57°00'00 N, 15°00'00 V Hávafjarðar
Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjarðar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjarðar. Leiðir, friðaðar fyri botnreiðskapi
Fiskifør við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hava bert loyvi at royna við botnreiðskapi í NEAFC-skipanarøkinum samsvarandi ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC. Gørn
Øll veiða við gørnum er bannað á leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har dýpið er meira enn 200 metrar. Sýni
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd. Eygleiðari
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, sum fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Fráboðanir
Fiskifør, sum fiska í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 3: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum. Kapittul 4 Revsireglur og gildistíð Revsing
Kapittul 4 Revsireglur og gildistíð
Brot á § 6, stk. 3, § 7, stk. 2, §§ 8-12 og § 16 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 13 ella 14, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 15. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Fiskiveiðieftirlitið beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fiskasløg, fevnd av skipanini í fiskiskapi eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi (NEAFC) við fiskidøgum Føroyskt navn Enskt navn Latínskt navn Glámur, slætthøvd Bairds's smooth head Alepocehalus bairdii Risso's smoothhead Risso's smooth head Alepocephalus rostratus Rottutrónur Blue antimora Antimora rostrata Stinglaksur Black scabbard fish Aphanopus carbo Gulllaksur Greater silver smelt Argentina silus Alfonsinus Alfonsinus Beryx spp. Brosma Tusk Brosme brosme Krabbi Deep-water red crab Chacon (Geyron) affinis Havállur Conger eel Conger conger Kubbuta langasporl Roundnose grenadier Coryphaenoides rupestris Kikarafiskur Black cardinal fish Epigonus telescopus Døkkhávasløg Lantern sharks Etmopterus spp Kjaftsvarti kongafiskur Bluemouth redfish Helicolenus dactylopterus Brynjubúrfiskur Silver roughy (pink) Hoplostethus mediterraneus Silvurstinglaksur Silver scabbard fish Lepidopus caudatus Eelpout Eelpout Zoarces viviparus Úlvfiskur Greater eelpout Lycodes esmarkii Rísna langasporl Roughhead grenadier Marcrourus berglax Blálonga Blue ling Molva dypterigia Longa Ling Molva molva Morafiskur Common mora Mora moro Red sea bream Red sea bream Pagellus bogaraveo Lítlabrosmusløg Forkbeards Phycis spp. Lítlabrosma Greater forkbeard Phycis blennoides Rekfiskur Wreckfish Polyprion americanus Svartkalvi Greenland halibut Reinhardtius hippoglossoides Lítli kongafiskur Small redfish Sebastes viviparus Hákelling Greenland shark Somniosus microcephalus Spiny scorpionfish Spiny scorpionfish Trachyscorpia cristulata Trant langasporl Roughsnout grenadier Trachyrinchus scabrus Langasporlsløg Grenadiers Macrouridae Skjal 2 Øll beinleiðis veiða eftir hesum fiskasløgum er bannað í NEAFC-skipanarøkinum Føroyskt navn Enskt navn Latínskt navn Hemari Porbeagle Lamna nasus Brugda Basking shark Cetorhinus maximus Íslandshávur Iceland catshark Apristuris spp. Skrubbhávur Leafscale gulper shark Centrophorus squamosus Gulper shark Gulper shark Centrophorus granulosus Svarthávur Black dogfish Centroscyllium fabricii Glíggjhávur Portuguese dogfish Centroscymnus coelolepis Langitrantur Longnose velvet dogfish Centroscymnus crepidater Állahávur Frilled shark Chlamydoselachus anguineus Høvuðlítli hávur Kitefin shark Dalatias licha Nevhávur Birdbeak dogfish Deania calceus Døkkhávur Great lanternshark Etmopterus princeps Búksvarti hávur Velvet belly Etmopterus spinax Ringhávur Blackmouth dogfish Galeus melastomus Jensens hávur Mouse catshark Galeus murinus Sekstáknuhávur Bluntnose six-gilled shark Hexanchus griseus Havmús Rabbit fish Chimaera monstrosa Fjaðurfagra havmús Large-eyed rabbit fish (ratfish) Hydrolagus mirabilis Tranthavmús Straightnose rabbitfish Rhinochimaera atlantica Opal chimaera Opal chimaera Chimaera opalesccens Smallspine spookfish Smallspine spookfish Harriotta haeckeli Nevhavmús Narrownose chimaera Harriotta raleighana Smáoygda havmús Small-eyed rabbitfish Hydrolagus affinis Havmúsaslag Portuguese rabbitfish Hydrolagus lustanicus Havmúsaslag Pale chimaera Hydrolagus pallidus Hornhávur Sailfin roughshark (Sharpback shark) Oxynotus paradoxus Klingruskøta Round skate Raja fyllae Íshavsskøta Artic skate Raja hyperborea Svartaskøta Norwegian skate Raja nidarosiensis Knifetooth dogfish Knifetooth dogfish Scymnodon ringens Búrfiskur Orange Roughy Hoplostethus atlanticus Skjal 3 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.