Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 2020 Nr. 226

Kunngerð um námsfrøðiligt eftirlit

Við heimild í § 69, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:

§ 1 Henda kunngerð ásetir nærri reglur um eftirlit við tænastum sambært kapitli 5 og 6 í…

Henda kunngerð ásetir nærri reglur um eftirlit við tænastum sambært kapitli 5 og 6 í løgtingslógini, undir hesum námsfrøðiligt eftirlit.

§ 2 Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við innihaldinum av teimum tilboðum og tænastum, ið…

Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við innihaldinum av teimum tilboðum og tænastum, ið Almannaverkið, avvarðandi sjálvsognarstovnar og privatir veitarar veita sambært løgtingslógini ella kunngerð við heimild í hesi løgtingslóg. Stk. 2. Eftirlitið fevnir um stuðulstænastu, virknistænastu, umlætting og bústaðir.

§ 3 Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við

Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við: 1) at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, sambært § 3, stk. 3 og § 33 í løgtingslógini, 2) at bygnaðurin virkar, 3) at búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur sambært § 2, trívast og mennast, 4) at hølisviðurskifti eru hóskandi, 5) at fakliga støðið hjá starvsfólki er nøktandi, 6) at samstarvið við aðrar myndugleikar virkar, 7) at tryggjaðar búfyriskipanir í roynd og veru eru tryggjaðar, og at fyriskipanin er hóskandi, og 8) at inntriv verða framd í samsvari við góðkenning og ásetingar sambært løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.

§ 4 Øll neyðug skjøl verða útflýggjað í sambandi við eftirlitið, undir hesum avrit av virkisætlan,…

Øll neyðug skjøl verða útflýggjað í sambandi við eftirlitið, undir hesum avrit av virkisætlan, tilfar, sum lýsir ætlan fyri avvarðandisamstarvi, avrit av skrivligum klagum um tilboð og tænastur, avrit av fundarfrásagnum frá starvsfólkafundum og annað viðkomandi tilfar.

§ 5 Í sambandi við eftirlitið kann verða skipað fyri samrøðum við búfólk og persónar, sum fáa tilboð…

Í sambandi við eftirlitið kann verða skipað fyri samrøðum við búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur sambært § 2, og teirra avvarðandi.

§ 6 Eftir hvørja vitjan verður eftirlitsfrágreiðing skrivað

Eftir hvørja vitjan verður eftirlitsfrágreiðing skrivað. Stk. 2. Endalig eftirlitsfrágreiðing skal latast landsstýrismanninum, Almannaverkinum, ábyrgdarfólki á avvarðandi sjálvsognarstovnum og privatum veitarum, møguligum borgararáði og avvarðandiráði og avvarðandi áhugafelagi í seinasta lagi 6 mánaðir eftir vitjanina.

§ 7 Verður í eftirlitsfrágreiðingini staðfest, at tørvur er á ábótum, kann landsstýrismaðurin áleggja…

Verður í eftirlitsfrágreiðingini staðfest, at tørvur er á ábótum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum, sum eru nevnd í § 2, innan fyri eina nærri ásetta freist at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um umstøðurnar.

§ 8 Landsstýrismaðurin skipar fyri óheftum, námsfrøðiligum eftirliti sambært hesi kunngerð í minsta…

Landsstýrismaðurin skipar fyri óheftum, námsfrøðiligum eftirliti sambært hesi kunngerð í minsta lagi annað hvørt ár. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann um neyðugt skipa soleiðis fyri, at eftirlitið verður fingið til vega frá útlendskum, privatum ella almennum veitara. Stk. 3. Eftirlitið kann verða skipað sum fráboðað og ófráboðað eftirlit.

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 28. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙