Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. desember 2025 Nr. 228

Kunngerð um at skipa fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2026

Kapittul 1 Virkisøki

Kapittul 2 Veiða eftir svartkjafti

Kapittul 3 Veiða eftir makreli og norðhavssild

Kapittul 4 Royndarveiða eftir djúphavsfiski

Kapittul 5 Ymiskar ásetingar

Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma

Við heimild í § 25, stk. 4, § 26, stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4 og 6, stk. 2, nr. 2, 4 og 6-9 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

Kapittul 1 Virkisøki

Kunngerðin fevnir um beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi, umframt royndarveiðu á djúpum vatni, við skipum undir russiskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Russland fyri 2026. Stk. 2. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð er ikki loyvdur í serøkinum millum Føroyar og Stórabretland, sum ásett í § 1, stk. 4 í anordning om fiskeriterritoriet ved Færøerne. Kapittul 2 Veiða eftir svartkjafti

Kapittul 2 Veiða eftir svartkjafti

Loyvt er skipum undir russiskum flaggi at fiska 65.000 tons av svartkjafti, Micromesistius poutassou, í føroyskum sjógvi í 2026. Kvotan kann eisini fiskast í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum.

Umframt kvotuna sambært § 2 hava skip undir russiskum flaggi í 2026 atgongd til føroyskan sjógv at veiða í mesta lagi 30.953 tons av russisku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum í 2026. Fiskileiðir

Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3. Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 62°50'00"N, 07°11'00"V 2) 62°53'00"N, 06°40'00"V 3) 62°50'00"N, 06°10'00"V 4) 62°43'00"N, 05°38'00"V 5) 62°32'00"N, 05°02'00"V 6) 62°25'00"N, 04°15'00"V 7) 62°19'00"N, 04°00'00"V 8) 62°01'00"N, 04°00'00"V 9) 61°17'00"N, 04°56'00"V 10) 60°26'00"N, 06°10'00"V 11) 60°26'00"N, 06°32'00"V 12) 60°35'00"N, 06°35'00"V 13) 61°23'00"N, 07°30'00"V 14) 61°25'25"N, 08°01'00"V 15) 61°32'48"N, 08°20'30"V 16) 61°49'00"N, 08°41'50"V 17) 62°00'00"N, 10°00'00"V 18) 62°40'00"N, 10°00'00"V 19) 62°40'00"N, 08°00'00"V 20) 62°50'00"N, 07°11'00"V Stk. 3. Á Føroyabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 60°50'00"N, 07°57'00"V 2) 61°03'00"N, 07°57'00"V 3) 61°15'30"N, 08°16'00"V 4) 61°13'20"N, 08°42'12"V 5) 61°00'00"N, 09°11'00"V 6) 60°48'40"N, 09°25'00"V 7) 60°24'00"N, 09°07'00"V 8) 60°50'00"N, 07°57'00"V Reiðskapur

Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið. Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón. Kapittul 3 Veiða eftir makreli og norðhavssild

Kapittul 3 Veiða eftir makreli og norðhavssild

Loyvt er skipum undir russiskum flaggi at fiska 4.201 tons av makreli, Scomber scrombrus, í føroyskum sjógvi í 2026. Stk. 2. Loyvt er skipum undir russiskum flaggi at fiska 7.414 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2026. Stk. 3. Kvotan sambært stk. 1 og 2 kann eisini fiskast í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum. Reiðskapur

Tá makrelur og norðhavssild verða veidd við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm. Fiskileiðir

Fiskiskapur eftir makreli, sambært § 7, stk. 1, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum. Stk. 2. Fiskiskapur eftir norðhavssild, sambært § 7, stk. 2, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum norðan fyri 62°30N.

Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki, ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.

Kemur skip inn í øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir. Ymiskar ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel

Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.

Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.

Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing. Kapittul 4 Royndarveiða eftir djúphavsfiski

Kapittul 4 Royndarveiða eftir djúphavsfiski

Loyvt er 5 skipum undir russiskum flaggi at royndarfiska eftir djúphavsfiski á leiðum, har dýpið er meira enn 700 metrar. Treyt er, at ein vísindaligur eygleiðari er umborð. Í mesta lagi 3 skip kunnu vera til fiskiskap samstundis. Stk. 2. Loyvt er tveimum av teimum í stk. 1 nevndu skipum at royndarfiska í føroyskum sjógvi á leiðunum við Ytstabanka og Ytrabanka á dýpi millum 500-700 metrar. Mest loyvda veiðan er 500 tons av djúphavsfiski. Kapittul 5 Ymiskar ásetingar Loyvi

Kapittul 5 Ymiskar ásetingar

Fiskifør undir russiskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Russland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum. Tal av skipum

Hesar avmarkingar eru um tal av skipum undir russiskum flaggi, sum samstundis kunnu fiska svartkjaft, norðhavssild og makrel: 1) Í tíðarskeiðinum 1. januar til og við 31. mars: 20 skip. 2) Í tíðarskeiðinum 1. apríl til og við 31. oktober: 29 skip. 3) Í tíðarskeiðinum 1. november til og við 31. desember: 28 skip. Stk. 2. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. mai kann Vørn, um ov trongt gerst á fiskileiðini, avmarka talið í stk. 1, nr. 2 niður til 16 skip á øki ásett av Vørn. Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli

Í fiskiskapi eftir svartkjafti kann hjáveiðan av sild í mesta lagi vera 3% og hjáveiðan av ansjós, anchovy, í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni fyri hvørja landing. Hjáveiðan verður mótroknað kvotuni av svartkjafti sambært § 2.

Í fiskiskapi eftir makreli kann hjáveiðan av sild í mesta lagi vera 49% av samlaðu veiðuni fyri hvørja landing.

Samlaða hjáveiðan av sild í beinleiðis fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli, sbr. §§ 19 og 20, skal ikki vera meira enn 300 tons. Stk. 2. Samlaða veiðan av norðhavssild, sambært § 7, stk. 2 og § 21, stk. 1, kann í mesta lagi vera 7.714 tons.

Í fiskiskapi eftir svartkjafti, makreli ella norðhavssild skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið. Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.

Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Umrokningarfaktorar

Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel: 1) Kruvdur, við høvdi: 1,15. 2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,30. 3) Flak við skræðu og beinum: 2,60. 4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,60. 5) Flak, uttan skræðu og bein: 2,60. 6) Fiskamjøl: 5,22.

Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft: 1) Kruvdur, við høvdi: 1,20. 2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40. 3) Flak við skræðu og beinum: 2,80. 4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80. 5) Flak, uttan skræðu og bein: 2,80. 6) Fiskamjøl: 5,11.

Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri sild: 1) Kruvd, við høvdi: 1,00. 2) Kruvd, avhøvdað: 1,00. 3) Flak við skræðu og beinum: 2,00. 4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,00. 5) Flak uttan skræðu og bein: 2,00. 6) Fiskamjøl: 5,11. Undirmálsfiskur

Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meir enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.

Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meir enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild. Umskipingar

Sambært § 26, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd. Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping av veiði sambært hesi kunngerð við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi, og við teimum avmarkingum, sum eru í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Fráboðanarskyldur

Fiskifør undir russiskum flaggi, sum sambært § 17 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð. Stk. 2. Tá svartkjaftur verður fiskaður í føroyskum sjógvi, skal undir viðmerkingunum í dagligu veiðifráboðanini viðmerkjast, um talan er um kvotu sambært § 2 ella atgongd at fiska NEAFC-kvotu sambært § 3. Stk. 3. Verður fiskað av kvotu av svartkjafti, makreli ella norðhavssild í altjóða sjógvi sambært § 2, stk. 1 og § 7, stk. 3, skal boðast frá til Vørn, sum nærri ásett í skjali 3 til hesa kunngerð. Eygleiðari

Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma Revsing

Kapittul 6 Revsireglur og gildiskoma

Brot á § 1, stk. 2, §§ 4-6, 8 og 9, §§ 11-13, § 14, 2. pkt., § 15, § 22, stk. 2, §§ 25-27, § 28, stk. 1, § 29, stk. 1 og § 31 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 14, 1. pkt. ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 32. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Skitsa av rist og ristseksjón Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum. Ristseksjón Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 2 Fráboðanir til Vørn 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (ikki krav) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking Skjal 3 Fráboðanir til Vørn Fiskiskapur uttan fyri føroyskan sjógv COE – Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Beinleiðis veiða DS Fiskaslag (FAO 3-alpha-I, international) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap (altíð: Altjóða sjógvi) Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Samla veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu, FAO 3-alpha kodu-I . Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan at senda hvønn dag, áðrenn klokkan 12:00 UTC, tá fiskað verður av føroyskari kvotu av svartkjafti, makreli ella norðhavssild í altjóða sjógvi. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Beinleiðis veiða DS Fiskaslag (FAO 3-alpha-I, international) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap (altíð: Altjóða sjógvi) Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3-alpha kodu-I). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3-alpha kodu, FAO 3-alpha kodu-I ), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Beinleiðis veiða DS Fiskaslag (FAO 3-alpha-I, international) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap (altíð: Altjóða sjógvi) Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða síðan seinastu CAT fráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3-alpha code-I). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða TC Samlað veiða fiska av føroyskari kvotu í altjóða sjógvi hendan túrin umborð (FAO 3-alpha kodu-I ), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙