Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2025 Nr. 225
Kunngerð um broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
(Talgilding av fiskavirkiskortunum, stytting av útgjaldsskeiðnum o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av…
Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 6. september 2023 og kunngerð nr. 11 frá 12. februar 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 16, stk. 4, § 20 og § 27 a í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, verður ásett:” 2. Yvirskriftin yvir § 9 verður orðað soleiðis: “Upplýsingarskylda” 3. § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Arbeiðsloysisskipanin kann áleggja fiskavirkinum at geva Arbeiðsloysisskipanini upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin. Stk. 2. Áðrenn arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi vátta, at upplýsingarnar, sum fiskavirkið hevur latið Arbeiðsloysisskipanini, um eitt nú talið av tímum, viðkomandi hevur arbeitt á virkinum, eru rættar. Stk. 3. Á váttanini, sum tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini sambært, stk. 2, skal tann arbeiðsleysi eisini geva tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin, harímillum upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku ella aðra lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka, og møguliga inntøku frá øðrum arbeiðsgevara í útgjaldsskeiðnum. Stk 4. Upplýsingarnar, sum skulu latast sambært stk. 2 og stk. 3, skulu latast Arbeiðsloysisskipanini umvegis Vangan hjá Talgildu Føroyum í seinasta lagi 14 dagar frá, at útgjaldsskeiðið er endað. Stk. 5. Eru upplýsingarnar sambært stk. 2 og stk. 3 ikki latnar Arbeiðsloysisskipanini rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað tal av útgjaldsdøgum, sum váttanin er avgreidd ov seint í tí útgjaldsskeiðnum, váttanin viðvíkur. Stk. 6. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum loyva, at onnur skrivlig fráboðan enn tann, sum er nevnd í stk. 4, verður nýtt.” 4. § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin í upplýsingunum sambært § 9, stk. 2 og 3 verður váttaður av tí ella teimum arbeiðsgevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum. Stk. 2. Um tann arbeiðsleysi heldur frí, er sjúkur ella av aðrari orsøk ikki er tøkur at arbeiða fyri fiskavirkið, skal tann arbeiðsleysi boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Í tílíkum førum kann víkjast frá freistini sambært § 9, stk. 4.” 5. § 11, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um sjey álmanakkadagar og í mesta lagi fýra útgjaldsdagar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026. Almanna- og heilsumálaráðið, 22. desember 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.