Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2025 Nr. 223

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir botnfiski og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2026

Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 3, stk. 2, nr. 2 og 10 og stk. 3, § 41, stk. 2 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtings lóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiski førum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski og krabba í…

Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiski førum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski og krabba í fiskiveiðiumveldi Grønlands í 2026 sam bært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grøn land. Toskur, svartkalvi og brosma í Eysturgrønlandi

§ 2 Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í…

Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2026 fiska 350 tons av toski, 275 tons av svartkalva og 41 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Stk. 2. Av kvotunum í stk. 1 verða 345 tons av toski, 3 tons av svartkalva og 41 tons av brosmu sett av til veiðu við línu, og verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2025 høvdu samsvarandi rættindi, ella teimum, sum hesi rættindi eru flutt til. Fiski skapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 3. Av kvotunum í stk. 1 verða 272 tons av svartkalva og 5 tons av toski sett av til veiðu við troli, og verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2025 høvdu samsvarandi rættindi, ella teimum, sum hesi rættindi eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 4. Sum hjáveiða í fiskiskapi sambært stk. 2 verða sett 4 tons av kalva, ið verða býtt út á fiskifør sum egin hjáveiðikvota í sama lutfalli sum egnu árskvoturnar av toski sambært stk. 2. Toskur og brosma í Eysturgrønlandi

§ 3 Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í…

Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2026 fiska 2.000 tons av toski og 134 tons av brosmu í Eysturgrønlandi við línu. Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotunum sambært stk. 1 verður latið eigarum av línuskipum, sum í 2025 høvdu samsvarandi rættindi, ella teimum, sum hesi rættindi eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Veiðast skal við línu. Stk. 3. Sum hjáveiða í fiskiskapi sambært hesi grein verða sett 21 tons av kalva, ið verða býtt út á fiskifør sum egin hjáveiðikvota í sama lutfalli sum egnu árskvoturnar av toski sambært stk. 2. Svartkalvi í Vesturgrønlandi

§ 4 Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í…

Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2026 fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrøn landi. Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið eigara av fiskifari, sum í 2025 hevði samsvarandi rættindi, ella tí, sum hesi rættindi eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Krabbi

§ 5 Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í…

Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2026 royna eftir krabba í Eysturgrønlandi. Samlaða veiðan av krabba kann í mesta lagi vera 500 tons. Stk. 2. Royndin, sambært stk. 1, kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi, ið er útgjørt at fiska, hagreiða og frysta veiðuna. Fiskileiðir fyri tosk

§ 6 Toskakvoturnar sambært § 2, stk. 1 og § 3, stk. 1 kunnu fiskast í teimum fyrisitingarøkjum, sum…

Toskakvoturnar sambært § 2, stk. 1 og § 3, stk. 1 kunnu fiskast í teimum fyrisitingarøkjum, sum grønlendskir myndugleikar hava ásett. Tíðaravmarkað gýtingarfriðing

§ 7 Fyri at verja gýtingarleiðir, er allur fiskiskapur eftir toski bannaður frá 1. mars til 31. mai,…

Fyri at verja gýtingarleiðir, er allur fiskiskapur eftir toski bannaður frá 1. mars til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 65°00'00 N, 38°00'00 V 2) 65°00'00 N, 35°15'00 V 3) 64°00'00 N, 35°15'00 V 4) 64°00'00 N, 38°00'00 V 5) 65°00'00 N, 38°00'00 V Treytir um landing og avreiðing

§ 8 Hóast ásetingina í § 41, stk. 1 í løgtingslógini kann øll veiða sambært §§ 2-4 verða landað uttan…

Hóast ásetingina í § 41, stk. 1 í løgtingslógini kann øll veiða sambært §§ 2-4 verða landað uttan lands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Stk. 2. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn. Fiskiloyvi

§ 9 Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi sambært §§ 2-5 kann bert fara fram við fiskiførum við…

Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi sambært §§ 2-5 kann bert fara fram við fiskiførum við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir føroysk fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.

§ 10 Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri fiskiskap í grønlendskum sjógvi

Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri fiskiskap í grønlendskum sjógvi. Sýni

§ 11 Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt samsvarandi grønlend skum…

Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt samsvarandi grønlend skum treytum og mannagongdum ásettar í fiski loyvinum. Fráboðanir

§ 12 Fiskifør, sum fiska í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar frá boðanir…

Fiskifør, sum fiska í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar frá boðanir elektroniskt til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiski veiðiumveldi Grønlands. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin, um veiðu undanfarna samdøgur, skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiði umveldi Grønlands. Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grøn lendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiski veiðiumveldi Grønlands. Revsing

§ 13 Brot á § 9, stk. 2, §§ 11 og 12 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari…

Brot á § 9, stk. 2, §§ 11 og 12 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsi lógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 9, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð

§ 14 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 22. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldi Grønlands. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Komutíð til eftirlitsstað PT Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Komutíð til eftirlitsstað PT Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙