Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2025 Nr. 222
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Broyttar treytir fyri fiskiloyvi 5 A og útseta treytina um mark fyri lønarinntøku)
§ 1 Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av…
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 217 frá 22. desember 2020, kunngerð nr. 163 frá 14. desember 2021, kunngerð nr. 169 frá 21. desember 2022, kunngerð nr. 140 frá 12. desember 2023 og kunngerð nr. 136 frá 17. desember 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verða sum stk. 6 og 7 sett: “Stk. 6. Undantak kann í serligum førum gevast frá treytini um avreiðingarvirði. Talan skal vera um føri, sum eigarin av fiskifari ikki hevur ræðið á, so sum sjúka, maskinbrek ella tílíkt. Stk. 7. Um persónur skiftir fiskifar út, sum fiskiloyvi 5 A er knýtt at, kann fiskiloyvi 5 A latast persóninum at fiska við nýggja fiskifarinum.” 2. Í § 5, stk. 3 verður “1. januar 2026” broytt til: “1. januar 2027”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 22. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.