Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 2020 Nr. 222

Kunngerð um skipan, góðkenning o.a. av tryggjaðum búfyriskipanum sambært § 50 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 25. januar 2021 1)

1) Við heimild í § 51, stk. 8 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, verður ásett:

Hugtak

§ 1 Ein tryggjað búfyriskipan er ein fyriskipan, ið alt ella nærum alt samdøgrið hevur læstar…

Ein tryggjað búfyriskipan er ein fyriskipan, ið alt ella nærum alt samdøgrið hevur læstar úthurðar og læst vindeygu. Stk. 2. Við búfyriskipan sambært stk. 1 er at skilja sjálvstøðugur bústaður ella sjálvstøðug eind av einum bústaði. Stk. 3. Til ber ikki at læsa kømur ella búeindir, ið ikki eru at meta sum sjálvstøðugir partar av einum bústaði. Stk. 4. Búfyriskipanin skal hava allar neyðugar hentleikar, ið eru vanligir í einum bústaði. Treytir

§ 2 Ein tryggjað búfyriskipan kann einans nýtast til persónar, ið eru fevndir av ásetingunum í § 49,…

Ein tryggjað búfyriskipan kann einans nýtast til persónar, ið eru fevndir av ásetingunum í § 49, stk. 1 og 2 og § 51, stk. 1 í løgtingslógini. Stk. 2. Regluligt eftirlit skal verða við persóninum, meðan hann er í tryggjaðari búfyriskipan. Stk. 3. Heilsan hjá persóninum má ongantíð vera í vanda, meðan viðkomandi er í tryggjaðari búfyriskipan, eins og at metast má, at persónurin ikki er í vanda fyri at beina fyri sær sjálvum. Stk. 4. Persónurin skal altíð hava møguleika at heita á hjálp. Góðkenning

§ 3 Sambært § 50, stk. 4 í løgtingslógini góðkennir landsstýrismaðurin, at tryggjaðar búfyriskipanir…

Sambært § 50, stk. 4 í løgtingslógini góðkennir landsstýrismaðurin, at tryggjaðar búfyriskipanir verða skipaðar. Stk. 2. Tá biðið verður um góðkenning av ítøkiligari tryggjaðari búfyriskipan skal upplýsast um: 1) Málbólk. 2) Fysiskar karmar í mun til tørvin hjá viðkomandi. 3) Stødd á búfyriskipan, herundir tal av rúmum. 4) Um búfyriskipanin er skipað sum sjálvstøðugur bústaður ella sjálvstøðug eind av einum bústaði. 5) Starvsfólkaviðurskifti, herundir starvsfólkanormering. 6) Á hvønn hátt regluligt eftirlit er við persóninum, meðan hann er í búfyriskipanini. 7) Innihaldið í tænastuni, sbr. § 49, stk. 3 í løgtingslógini. 8) Hvussu tryggjaða búfyriskipanin verður fíggjað. 9) Samstarv við aðrar avvarðandi myndugleikar. 10) Onnur viðurskifti, ið kunnu vera av týdningi. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við privatan ella almennan útlendskan veitara um at vera við í tilgongdini at góðkenna tryggjaðar búfyriskipanir. Skilhaldsreglur

§ 4 Leiðslan fyri tryggjaðu búfyriskipanina hevur ábyrgdina av at gera skilhaldsreglur, ið áseta…

Leiðslan fyri tryggjaðu búfyriskipanina hevur ábyrgdina av at gera skilhaldsreglur, ið áseta greiðar reglur fyri uppihaldið í búfyriskipanini. Gildiskoma

§ 5 Henda kunngerð kemur í 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 28. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 8 frá 25. januar 2021.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙