Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. desember 2020 Nr. 220
Kunngerð um hjálparráð sambært § 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Við heimild í § 29, stk. 8 í løgtingslóg nr. 72 frá 20. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Hjálparráð
§ 1 Henda kunngerð ásetir nærri reglur um hjálparráð og hjálpartól, hereftir kallað hjálparráð, sum…
Henda kunngerð ásetir nærri reglur um hjálparráð og hjálpartól, hereftir kallað hjálparráð, sum verða veitt sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Stk. 2. Hjálparráð, sum myndugleikar harundir heilsuverkið, kommunur og skúlaverkið, nýta í virksemi sínum, sum er skipað sambært aðrari lóggávu, eru ikki fevnd av hesi kunngerð. Samanber §§ 17-20.
§ 2 Hjálparráð er tól, lutur, útgerð o.l, sum er framleitt ella verður nýtt til at bøta um…
Hjálparráð er tól, lutur, útgerð o.l, sum er framleitt ella verður nýtt til at bøta um virkistarni hjá persóni. Hjálparráð kann vera kropsborið hjálparráð, sum t.d. brillur, ymiskar protesur, serligur fótbúni og hárkollur, og hjálparráð, sum verða veitt sum lán, eitt nú koyristólur, samskiftisútgerð, røktarsong, kúludýna, kúluvestur og ymisk flutningstól. Stk. 2. Hjálparráð, ið kann endurnýtast, kann veitast sum útlán til persón ella mótvegis gjaldi til myndugleika, sum brúkar hjálparráð í virkseminum.
§ 3 Almannaverkið tekur avgerð um stuðul til hjálparráð við støði í eini heildarmeting av støðuni hjá…
Almannaverkið tekur avgerð um stuðul til hjálparráð við støði í eini heildarmeting av støðuni hjá umsøkjara. Stk. 2. Stuðul til hjálparráð verður veittur sum útlán, ella sum stuðul til staka ella framhaldandi útreiðslu til keyp av hjálparráði, ið verður mett sum ogn hjá viðkomandi. Stk. 3. Stuðul verður latin til bíligasta nøktandi hjálparráðið. Stk. 4. Stuðul kann í ávísum føri latast til eyka hjálparráð. Tørvur kann millum annað verða á eykahjálparráði av reinførisávum, tá talan er um persónligt tillagað kropsborið hjálparráð ella tá talan er um barn, sum uppiheldur sær skiftivís hjá báðum foreldrum og tað er trupult at flyta hjálparráðið. Stk. 5. Almannaverkið hevur skyldu til at leiðbeina persóni um, hvussu hjálparráðið verður brúkt og viðlíkahildið, og Almannaverkið skal tryggja, at hjálparráðið verður tillagað persóninum, sum skal nýta hjálparráðið. Stk. 6. Hjálparráð, ið persónur hevur útvega sær, áðrenn umsókn er játtað, verður ikki veitt persóninum. Almannaverkið kann í heilt serligum førum víkja frá hesum kravi, t.d. tá talan er um bráðfeingistørv, ið ger, at ikki er ráðiligt at bíða við at átaka sær útreiðsluna. Samanber § 58 í løgtingslógini. Rakstur, viðlíkahald, umvæling og endurnýggjan av hjálparráði
§ 4 Stuðul verður veittur til neyðugar umvælingar av hjálparráði. Almannaverkið skal tryggja, at…
Stuðul verður veittur til neyðugar umvælingar av hjálparráði. Almannaverkið skal tryggja, at útlánt hjálparráð verður umvælt á forsvarligan hátt, og at umsøkjari hevur møguleika til at læna hóskandi hjálparráð, meðan umvælt verður. Stk. 2. Stuðul verður ikki veittur til rakstur, reingerð og vanligt viðlíkahald av hjálparráði. Stk. 3. Stuðul verður veittur til battaríir til elkoyristól og annað hjálpartól, um battaríið ikki kann keypast í vanligum handli, ella um tað ikki verður mett ráðiligt, at persónurin, sum fær hjálparráðið, sjálvur skiftir battaríið. Stk. 4. Stuðul verður veittur til umvæling av hjálparráði, harundir slanga og dekk til koyristól og til útskifting, um hjálparráðið orsakað av sliti av vanligari nýtslu, ikki longur kann nýtast til endamálið. Stk. 5. Stuðul verður veittur til neyðugar útreiðslur til djóralækna, skeið o.l., tá persónur hevur førarahund. Stk. 6. Stuðul kann veitast til solling og umvæling av ortopediskum skóm samanber § 11.
§ 5 Hjálparráð verður endurnýggjað ella skift út, tá tørvur er á tí. Harundir, tá tørvurin hjá…
Hjálparráð verður endurnýggjað ella skift út, tá tørvur er á tí. Harundir, tá tørvurin hjá umsøkjara broytist orsakað av sjúku, kropsligum broytingum, ella tá hjálparráðið er slitið.
§ 6 Persónur, sum hevur fingið stuðul til hjálparráð, sum kann endurnýtast, hevur skyldu til at fara…
Persónur, sum hevur fingið stuðul til hjálparráð, sum kann endurnýtast, hevur skyldu til at fara væl um hjálparráðið og lata Almannaverkinum tað aftur, tá hetta ikki verður brúkt longur, ella hann flytur av landinum. Serligar reglur og egingjald fyri ávís hjálparráð
§ 7 Almannaverkið kann játta persóni, sum fær endurvenjing frá Almannaverkinum, stuðul til…
Almannaverkið kann játta persóni, sum fær endurvenjing frá Almannaverkinum, stuðul til hjálparráð, hóast viðkomandi ikki lýkur treytirnar um varandi tørv, um mett verður, at hjálparráðið kann stuðla undir, at persónurin kann endurvinna mistar førleikar.
§ 8 Persónur, sum býr á eldrasambýli, ellisheimi ella røktarheimi, sum er skipað sambært løgtingslóg…
Persónur, sum býr á eldrasambýli, ellisheimi ella røktarheimi, sum er skipað sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., kann fáa stuðul til persónligt tillagað hjálparráð. Stk. 2. Persónligt tillagað hjálparráð sambært stk. 1, fevnir eisini um persónligt tillagaðan koyristól í mun til vanligan koyristól. Koyristólur skal vera serframleiddur ella hava tillagingarmøguleikar og innstillingarmøguleikar, sum nøkta ítøkiliga tørvin. Stk. 3. Treytin fyri at fáa stuðul til koyristól sambært stk. 2 er, at tørvurin hjá umsøkjara ikki kann nøktast við einum vanligum koyristóli, og at umsøkjari hevur tørv á at brúka koyristólin meginpartin av degnum.
§ 9 Persónur, sum hevur varandi, optiska eygnasjúku, kann fáa stuðul til brillugløs og linsur sambært…
Persónur, sum hevur varandi, optiska eygnasjúku, kann fáa stuðul til brillugløs og linsur sambært fyritreytum í skjali 1. Stk. 2. Persónur kann fáa afturvendandi stuðul til brillur og serlinsur í mun til vanligt slit ella í mun til týðandi broyting í sjón orsakað av eygnasjúku sambært fyritreytunum í skjali 1. Stk. 3. Persónur, sum bert hevur ein optiskan sjónfeil, kann ikki fáa stuðul sambært stk. 1.
§ 10 Persónur, sum orsakað av støddarmuni á fótunum á í minsta lagi 2 skógvanummur, má keypa tvinnar…
Persónur, sum orsakað av støddarmuni á fótunum á í minsta lagi 2 skógvanummur, má keypa tvinnar skógvar, kann fáa stuðul til vanligar skógvar. Stk. 2. Stuðul sambært stk. 1 verður veittur til helvtina av útreiðslunum, tó í mesta lagi 1.000 kr. og til: 1) Tvinnar skógvar fyrstu ferð stuðulin verður veittur. 2) Einir skógvar um árið. 3) Einir inniskógvar um árið. 4) Einir arbeiðsskógvar árliga um arbeiðið hjá umsøkjara er av slíkum slag, at tørvur er á tí. Stk. 3. Stuðul kann veitast til fleiri skógvar enn ásett er sambært stk. 1 og 2. um orsøk er til tess. Talan kann t.d. vera um serligt brek, serligt slag av arbeiði, sum hevur við sær umfatandi slit á skógvar, ella tá talan er um barn, sum stendur í vøkstri.
§ 11 Persónur, sum hevur varandi og umfatandi fótavskapi sambært skjali 2, kann fáa stuðul til…
Persónur, sum hevur varandi og umfatandi fótavskapi sambært skjali 2, kann fáa stuðul til útreiðslur av ortopediskum skóm. Stk. 2. Persónur, sum er 18 ár og eldri, rindar sjálvur 1.000 kr. fyri hvørt skógvapar og fyri børn undir 18 ár verður rindað 400 kr. fyri hvørt parið. Stuðul sambært stk. 1 verður veittur soleiðis: 1) Tvinnar skógvar fyrstu ferð stuðulin verður veittur. 2) Einir skógvar um árið. 3) Einir inniskógvar um árið. 4) Einir arbeiðsskógvar árliga, um arbeiðið hjá umsøkjara er av slíkum slag at tørvur er á tí. Stk. 3. Stuðul kann veitast til fleiri skógvar enn ásett er sambært stk. 1 og 2 um orsøk er til tess. Talan kann t.d. vera um serligt brek, serligt slag av arbeiði, sum hevur við sær umfatandi slit á skógvar, ella tá talan er um barn, sum stendur í vøkstri. Stk. 4. Persónur kann fáa stuðul til ortopedisk fótinnlegg til vanligar skógvar, um hetta bøtir um avleiðingar av fótavskapi, og um persónurin annars hevði verið ávístur til at nýta ortopediskar skógvar.
§ 12 Persónur, sum hevur varandi sjúku í blóðrenslinum, kann fáa stuðul til 2 pør av…
Persónur, sum hevur varandi sjúku í blóðrenslinum, kann fáa stuðul til 2 pør av kompressiónssokkum um árið og rindar egingjald á 200 kr. fyri hvørt parið.
§ 13 Persónur, sum hevur varandi sjúku, ið hevur við sær munandi hártap, kann fáa stuðul til hárkoll.…
Persónur, sum hevur varandi sjúku, ið hevur við sær munandi hártap, kann fáa stuðul til hárkoll. Verður hárkollurin brúktur hvønn dag, kann stuðul fáast til 2 hárkollar um árið. Stk. 2. Persónur, sum er 18 ár og eldri, rindar egingjald á 3.000 kr. um árið.
§ 14 Persónur kann fáa stuðul til tannprotesir ella ortodontiska tannviðgerð, um talan er um…
Persónur kann fáa stuðul til tannprotesir ella ortodontiska tannviðgerð, um talan er um funktionelt oyðileggjandi ella kosmetiskt misprýðandi avleiðingar av: 1) vanlukkutreytaðum skaða á tyggiorgan, tenn, munn, kjálkabein og umgevandi vevnað, sambært skjali 3, sum trygging ikki tekur við, 2) neyðugari læknaligari ella tannlæknaligari viðgerð, sum hevur við sær skaðar á tyggiorgan sambært skjali 3, ella 3) viðføddum álvarsligum skeivleikum, sum ávirka tyggigagnið sambært skjali 3. Stk. 2. Tannprotesa sambært stk. 1 fevnir bæði um avtakliga og ikki-avtakliga tannprotesu og protesa skal í hesum sambandi skiljast sum eitt uppískoyti ella ein afturatlegging. Stk. 3. Stuðul verður veittur til viðgerð, sum er neyðug til gerð og fastgerð av tannprotesu sambært stk. 1, sum ikki er at meta sum sjúkrahúsvirksemi. Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til viðlíkahald av tannprotesu.
§ 15 Persónur, sum hevur fingið játtað stuðul til tríhjólaða knallert, hevur skyldu til at tekna…
Persónur, sum hevur fingið játtað stuðul til tríhjólaða knallert, hevur skyldu til at tekna lógliga ábyrgdartrygging og rindar hesa útreiðslu.
§ 16 Persónur, sum hevur cystiska fibrosu, cøliaki og annað ovurviðkvæmi kann fáa stuðul til…
Persónur, sum hevur cystiska fibrosu, cøliaki og annað ovurviðkvæmi kann fáa stuðul til meirútreiðslur til serkost. Stk. 2. Almannaverkið ger við støði í framdum kanningum metingar um, hvussu stór meirútreiðslan er, sum endurrindað verður fyri, í hvørjum einstøkum føri. Markamót
§ 17 Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum. Samanber § 1,…
Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum. Samanber § 1, stk. 2.
§ 18 Stuðul verður ikki veittur til útgerð og innbúgv, sum er at meta sum grundútbúnaður
Stuðul verður ikki veittur til útgerð og innbúgv, sum er at meta sum grundútbúnaður.
§ 19 Hjálparráð kann í serligum føri útvegast til arbeiðspláss, tá útgerðin er neyðug fyri, at…
Hjálparráð kann í serligum føri útvegast til arbeiðspláss, tá útgerðin er neyðug fyri, at persónur kann vera í vinnu. Stk. 2. Vanlig útgerð, ið má metast at hoyra arbeiðsplássinum til, er ikki at meta sum hjálparráð.
§ 20 Stuðul kann í serligum føri veitast til hjálparráð, ið einans skal nýtast í sambandi við…
Stuðul kann í serligum føri veitast til hjálparráð, ið einans skal nýtast í sambandi við frítíðartilboð, í tann mun talan er um frítíðartilboð, sum persónur uttan brek í líknandi lívsstøðu, vanliga kann hugsast at luttaka í. Kæra
§ 21 Avgerð hjá Almannaverkinum sambært hesi kunngerð kann kærast til kærunevndina í almanna-,…
Avgerð hjá Almannaverkinum sambært hesi kunngerð kann kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, innan 4 vikur eftir, at kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina. Gildiskoma
§ 22 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 18 frá 22.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2010 um stuðul til hjálparráð. Stk. 2. Stuðul til hjálparráð sambært kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2010 um stuðul til hjálparráð verður viðgjørdur eftir higartil galdandi reglum. Almannamálaráðið, 28. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.) Skjal 1 Fyritreytir fyri at fáa stuðul til brillur og linsur 1) Óreglulig hornhinna (irregulær astigmatisme) við t.d. keratokonus, hornhindear o.a. 2) Brek i regnboðahinnuni, t.d. aniridi, kolobom, albinisme, umframt fylgjur av t.d. skaðum ella skurðviðgerð. 3) Leys egnalinsa (ektopi), avleiðing av skurðviðgerð í barnaárum for eygnastar (afaki). 4) Pínufullar eygnasjúkur, t.d. bløðrur á hornhinnuni (keratitis bullosa) eller varandi hornhinnusár. 5) Sera misprýðiligar eygnasjúkur. 6) Varandi sjúkutreytað dupultsjón uttan møguleika fyri rætting við skurðviðgerð (operativ korrektion). 7) Sjúkutreytað ljósovurviðkvæmi (fotofobi) í sambandi við t.d. retinitis pigmentosa, akromatopsi, eygnafylgisjúkur við diabetes, makula degeneration. 8) Ógvuslig optisk sjónsbrek eyðkend við, at betrað sjónsfunktión bert kann røkkast við etablering av serframleiddum brillugløsum ella linsum. 9) Børn og ung, ið hava eina sjónsstyrki á í mesta lagi 6/18 (0,3) korrigerað á tí betra eyganum. Hesi børn eru typiskt ávíst til myndugleika av eygnalækna á Landssjúkrahúsinum (typiskt Kennedy Instituttið). 10) Afaki sameint við brek í sjónarvídd efter ávísing frá myndugleika, ið eygnalækni hjá Landssjúkrahúsinum hevur víst til (typiskt Kennedy Instituttið). 11) Myopi størri enn ella ájavnt við -7 kombinera við kikarasjónarvídd uppá 10 gradir ella harundir. 12) Ptosebriller (serstell). 13) Hypermetrop > + 7 har brilluglasi hevur mestu styrki til børn upp til 10 ár. 14) Onnur læknafrøðilig optisk allýst, varandi eygnasjúkur av líknandi torrleikastigi, eftir ávísing frá eygnalækna á Landssjúkrahúsinum. Skjal 2 Fyritreytir fyri at fáa stuðul til ortopediskar skógvar ella ortopedisk fótinnlegg 1) Liðagikt við ringum framfótfalli og avskeplaðari tá (innlegg, møguliga styðjað við gongusóli). 2) Sárgerð, har vandi er fyri sár í iljuni, ið tarnar/órógvar følilsunum, sum avleiðing av diabetes, kroniskum nervasjúkum ella tá blóðrenslið er í stórum vanda (sviknandi blóðrensli). 3) Ringt framfótfall saman við vánaligum blóðrensli, t.d. krøktar tær, hamarstær, avskeplaðum liðhøvdum á ristleggunum. 4) Stívt øklabein – viðføddum samanvøkstrum (coalitio), ringum skeivleikum eftir broti á øklabeinum, kroniskum liðabruna ella liðagikt. 5) Tilognaðum flatfóti sum avleiðing av illbregði. 6) Umlætting av varandi pínu av arri í iljuni. 7) Onnur avskeplan av fóti á samsvarandi torleikastigi við serstakari grundgeving, t.d. ringum fæstlæstum flatfóti, sera veikum liðbondum og liðhylki av viðføddum beinbroyskni (osteogenesis imperfecta). Stuðul verður sostatt ikki veittur til innlegg til fólk við vanligum flatfóti ella børn við bleytum flatfóti. Skjal 3 Fyritreytir fyri at fáa stuðul til tannprotesu ella ortodontiska tannviðgerð Talan skal vera um funktionelt oyðileggjandi ella kosmetiskt misprýðandi avleiðingar av 1) Vanlukkutreytaðum skaða á tyggiorgan (tenn, munn, kjálkabein og umgevandi vevnað) sum trygging ikki tekur við, 2) neyðugari læknaligari ella tannlæknaligari viðgerð, sum hevur við sær skaðar á tyggiorgan, ella 3) viðføddum álvarsligum skeivleikum, sum ávirka tyggigagnið. Til 1 og 3 Tannstøðuskeivleikar, sum geva rætt til stuðul eru: a) Oyðilegging av vevnaði har vandi er fyri brendum tonnum (karies), bruna á tannhaldi (paradontesu), skaða á frammtonnum (trauma) ella burturmáða rót (rótreserptión). Objektiv symptomir eru ógvuslig trongstøða, djúp bit, trongstøðuyvirbit, stór yvirbit og ella skeiv vakstarlega av tonnum. b) Skaðiligar funktiónir so sum skeivur andlitsvøkstur, læst ella skeiv muskulfunktión, skeiv funktión í kjálkaliðum, høvuðpína, skeiv varra- og tungufunktión ella talufeilir, ofta lesp. Objektiv symptomir eru tvungin krossbit, skeiv mitta, læst saksbit, tvungin læst mesial og distal jakslabit, stór yvirbit ella fleiri ikki anlagdar tenn (multiplex aplasiir). c) Sálarlig/sosial lýti/brek orsakað av útsjónd, sum víkur nógv frá, útsjónd, sum stiðjar fordómar, talufeilum, brendum tonnum ella váð í tannhaldi. Objektiv symptomir eru umframt tey somu sum nevnd eru undir a stórt yvirbit, undirbit, opniubit, tvungin kross- og saksabit, óvuslig trongstøða ella óvanlig spreiðistøða. Til 2 Neyðug læknalig ella tannlæknalig viðgerð, sum hevur við sær skaða á tyggiorgan, sum gevur rætt til stuðul er: a) Sjøgren syndrom. b) Læknafyriskipaður heilivágur, ið verður nýttur beinileiðis í sambandi við viðgerð av krabbameini. Stuðul verður ikki veittur til heilivág ímóti vamli, morfika og øðrum heilivági, ið ikki er krabbameinsbasandi heilivágur.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 av 3 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.