Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. februar 2025 Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum
(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)
§ 1 Í kunngerð nr. 101 frá 17. juni 2021 um útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum broytt við kunngerð…
Í kunngerð nr. 101 frá 17. juni 2021 um útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 25. juni 2021, verður § 13 strikað, og í staðin verður sett: “§ 13. Landsfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til fólkaskúlalærara. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til fólkaskúlalærara og av fólkaskúlalærarayrkinum sum heild. Stk. 2. Ráðið verður mannað við: 1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur, 2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir, 3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir, 4) einum umboði, ið Føroya Lærarafelag tilnevnir, 5) einum umboði, ið Fólkaskúlaráðið tilnevnir, 6) einum umboði, ið Undirvísingarstýrið tilnevnir, 7) einum umboði, ið NÁM tilnevnir, 8) einum umboði, ið Skúlaleiðarafelagið tilnevnir, 9) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og 10) einum umboði, ið tey læraralesandi velja. Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu. Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir. Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.