Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. mars 1984 Nr. 22

Kunngerð um sjómansskatt

Sjómenn, búsitandi í Føroyum, ið sigla við donskum skipum undir sjómansskattaskipan, rinda skatt til Danmark eftir sjómansskattalógini sambært sáttmálanum frá 25. september 1968 millum danska ríkisstýrið og Føroya landsstýri.

2. stk. Sjómansskatturin, ið verður roknaður og afturhildin av hýruni umborð, er fyri kommunuskatt, kirkjuskatt og landsskatt í Føroyum.

3. stk. Skatturin, undantikið gjald til dagpeningastuðul, sum sjómenn við donskum skipum, ið eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, gjalda, fer í landskassan. Skatturin verður eftir avgerð landsstýrisins býttur millum landskassan og avvarðandi kommunur í Føroyum.

4. stk. Landsstýrið hevur við samráðingum við skattamyndugleikan í Danmark ásett niðanfyristandandi reglur viðvíkjandi skattligu viðgerðini av føroyskum sjómonnum undir donsku sjómansskattaskipanini.

§ 1 Sjómaður, ið er skattskyldugur í Føroyum, men sum kemur undir donsku sjómansskattaskipanina í…

Sjómaður, ið er skattskyldugur í Føroyum, men sum kemur undir donsku sjómansskattaskipanina í Danmark, skal gjalda skatt til heimakommununa og til Føroya landskassa av inntøku, sum sjómansskattur verður ikki latin av, uttan mun til um inntøkan er vunnin, áðrenn hann kom undir sjómansskatt, meðan hann er undir sjómansskatti, ella aftan á at hann er farin í land aftur. 2. stk. Kommunu-, kirkju- og landsskattur verður roknaður av hesari inntøku, soleiðis at av skattinum, útroknaður eftir samlaðu skattskyldugu inntøkuni, heruppií inntøkan forvunnin undir sjómansskattakipanini, skal gjaldast tann partur, sum svarar til lutfallið millum inntøkuna eftir stk. 1 í hesi grein og samlaðu skattskyldugu inntøkuna. Líkningarráð Føroya verður heimilað at áseta og lýsa útrokningarháttin samsvarandi hesum reglum.

§ 2 Sjómaður undir sjómansskattaskipanini hevur rætt til frádrátt í inntøkuni fyri

Sjómaður undir sjómansskattaskipanini hevur rætt til frádrátt í inntøkuni fyri: 1) Uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella skildan til borð og song, barnapening til børn yngri enn 18 ár smbr. reglurnar í § 33, pkt. 9 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattalógin). 2) Tap vegna ábyrgd ella lánveiting til vinnuvirki, smbr. reglurnar í § 33, nr. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983. 3) Privatar rentur. 4) Hall sambært roknskap í samband við vinnuvirki. 5) Útreiðslur til eftirlønartryggingar v.m. smbr. løgtingslóg nr. 51 frá 29. december 1971 um skatt av rentutryggingum v.m. við seinni broytingum. 2. stk. Um sjómaður hevur B-inntøkur, t.d. yvirskot av útleigan ella øðrum vinnuvirki (frásæð uttanlands lønarinntøkan), hevur hann bert rætt til frádrátt í sjómansinntøkuni í tann mun, sum útreiðslurnar við frádráttarrætti eru hægri enn B-inntøkan. Hesar útreiðslur verða drignar frá hvønn mánað við einum tíggjundaparti.

§ 3 Hevur sjómaður vinning av B-inntøkum, verður, eftir at loyvdu útreiðslurnar eru frádrignar,…

Hevur sjómaður vinning av B-inntøkum, verður, eftir at loyvdu útreiðslurnar eru frádrignar, fyribilsskattur goldin av skattskyldugu inntøkuni við 50% við skattarokning eftir reglunum í § 74 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattalógin). A-inntøkur, sum sjómaður fær, meðan hann er undir sjómansskattaskipan, koma undir reglurnar um fyribilsskatt við 50% av skattskyldugari inntøku eftir § 63 í somu løgtingslóg.

§ 4 Giftur maður fær persónsfrádrátt fyri konu samsvarandi reglunum í sjómansskattalógini. Verður…

Giftur maður fær persónsfrádrátt fyri konu samsvarandi reglunum í sjómansskattalógini. Verður konan skattað av inntøku í Føroyum, fellur hesin persónsfrádráttur burtur, men fær konan tá í staðin persónsfrádrátt í álíkningini á landi. Fær konan ikki nýtt henda persónsfrádrátt til fulnar, verður tann ikki nýtti persónsfrádráttur fluttur til frádrátt á sjómansskattakortinum hjá manninum.

§ 5 Barnafrádrátturin hjá hjúnum, har maðurin er undir sjómansskattaskipanini, verður útgoldin í…

Barnafrádrátturin hjá hjúnum, har maðurin er undir sjómansskattaskipanini, verður útgoldin í samband við avrokning av sjómansskattinum.

§ 6 Sjómansskatturin, verður býttur soleiðis, at landskassin fær 60% og avvarðandi kommuna 40% av…

Sjómansskatturin, verður býttur soleiðis, at landskassin fær 60% og avvarðandi kommuna 40% av avroknaða skattinum. Barnafrádráttur verður drigin av landskassans parti og kommununnar parti svarandi til barnafrádráttin sambært galdandi skattalóggávu.

§ 7 Líkningarráðnum verður latið upp í hendi at býta skattin eftir omanfyri settu reglum og at…

Líkningarráðnum verður latið upp í hendi at býta skattin eftir omanfyri settu reglum og at avrokna kommununum gjøgnum gjaldstovuna. Avroknað verður bert í heilum krónum.

§ 8 Sjómaður, sum í árunum 1982, 1983 og 1984 heilt ella partvíst hevur verið undir donsku…

Sjómaður, sum í árunum 1982, 1983 og 1984 heilt ella partvíst hevur verið undir donsku sjómansskattaskipanini, kemur undir reglurnar um skatting av fluttari inntøku og meirinntøku eftir §§ 7 og 10 í løgtingslóg nr. 118 frá 29. december 1983 um skiftisreglur í samband við samtíðarskatt treytað av, at hann er undir fullari skattskyldu í Føroyum 1. apríl 1984. Í uppgerðini av meirinntøku verður fyri nevndu inntøkuár roknað við samlaðu skattskyldugu inntøkuni heruppií inntøka forvunnin undir sjómansskattaskipanini. Meirinntøka hjá sjómanni uppgjørd eftir nevndu reglum kann tó ikki vera hægri enn tann parturin av 1983 inntøkuni, sum sjómansskattur ikki er latin av ella sum ikki er skattað eftir reglunum fyri tilflytarar í § 19, 3. stk. í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt. Fyri hjún skal inntøkan hjá konuni leggjast afturat inntøkuni hjá manninum, áðrenn meirinntøkan verður roknað.

§ 9 Henda kunngerð fær gildi frá 1. apríl 1984 og samstundis fer kunngerð frá 2. apríl 1982 um…

Henda kunngerð fær gildi frá 1. apríl 1984 og samstundis fer kunngerð frá 2. apríl 1982 um sjómansskatt úr gildi. Hettar verður gjørt kunnugt. Føroya Landsstýri, 19. mars 1984 Tórbjørn Poulsen landsstýrismaður / J. Djurhuus

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙