Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mars 2002 Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum
§ 1 Í kunngerð nr. 11 frá 14. februar 2002 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, verða gjørdar…
Í kunngerð nr. 11 frá 14. februar 2002 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, nr. 2) verður orðað soleiðis: “2) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48”N, 07°26'00”V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11”N, 07°12'30”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.” 2) § 1, nr. 5) verður orðað soleiðis: “5) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu, snøri og tráðu tó undantikin, millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11”N, 07°12'30”V) og 360° rættvísandi úr Kallinum (62°22'15”N, 06°48'20”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 15. mars 2002 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.